Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mai 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. mai 2016 · Nr. 54 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Bakkafrost boðar í morgun frá úrslitinum í fyrsta ársfjórðingi í ár – og úrslitið setir enn einaferð met. Alideildin og framleiðslan av fiskamjøli, lýsi og fóðri høvdu eitt gott rakstrarúrslit fyrsta ársfjórðing. Hækkandi laksaprísurin viðvirkaði til góða rakstrarúrslitið. Framleiðslan av fiskamjøli, lýsi og fóðri hilnaðist væl. Liðugvøruframleiðslan hevði harafturímóti torførar umstøður og gav hall fyrsta ársfjórðing. – Væntaða útboðs­ lækkingin av aldum laksi í 2016 og støðugt hækk­andi eftir­spurning­ur hevur ført til stóra hækking av laksa­ prísinum seinastu mánaðir­ nar. Fyrsti árs­fjórðing­ur royndist saman­um­tikið væl hjá Bakka­frost, men tá ið laksa­prísurin hækkar nógv í so stuttum tíðar­ bili, verða um­støðurnar hjá liðug­vøru­fram­leiðsluni truplar. Komandi hálva árið verður sera spenn­ andi hjá Bakkafrost, tí tvær av høvuðs­íløgun­um – smoltstøðin á Viðareiði og nýggja kryvji- og góðskingarvirkið á Glyvrum – verða fullførdar. Hesar íløgurnar eru ein týðandi partur til tess at betra um kappingar­førið hjá felagnum, sam­stundis sum til­búgving­in hjá Bakka­frost, og aling sum heild í Føroyum, gerst munandi betri, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, í frá­boðan. Nettoskuldin minkað Rakstrarúrslitið hjá Bakka­ frost í fyrsta ársfjórðingi í 2016 var 254 milliónir krónur samanborið við 235 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í 2015. Alideildin hevði eitt rakstrarúrslit á 261 milliónir krónur samanborið við 195 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í fjør. Tøkunøgdin fyrsta árs­ fjórðing í ár var hægri, og miðal­prísurin á laksi var eisini hægri fyrsta ársfjórðing í ár. Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarhall á 25 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í ár í mun til eitt rakstraravlop á 22 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Rakstrarúrslitið av fram­ leiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún var 61 milliónir krónur samanborið við 55 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í fjør. Bakkafrost gjørdi íløgur fyri umleið 120 milliónir krónur í fyrsta árs­fjórðingi í 2016. Størstu íløgurnar vóru í kryvji- og góðskingarvirkið á Bakka og útbyggingina í smolt­støðina á Viðareiði, sum báðar verða lidnar seinni í ár. Nettoskuldin hjá Bakka­ frost var 218 milliónir krónur við endan av fyrsta árs­ fjórðingi 2016 í mun til 392 milliónir krónur við ársenda 2015. Bakkafrost hevði 1.074 milliónir krónur í ótroytt­ um kreditt­um við endan av fyrsta ársfjórðingi 2016, og sol­vens­ur­in hjá Bakkafrost var 66 prosent. Eftirspurningurin veksur Eftirspurningurin eftir laksi heldur á at vaksa. Marknaðir­ nir eru ymiskt ávirkaðir av gjaldoyragongdini í árinum. M a r k n a ð a r j a v n v á g i n væntast at vera tepur í 2016, tí útboðið av ald­ um laksi lækkar vænt­ andi áleið 6 prosent í 2016 í mun til árið fyri. Or­søkin til lækkingina er, at nógvir laksa­framleiðarar eru um at røkka fulla nýtslu av verandi fram­leiðsluorku. Gjørt avtalu um fjórðing av framleiðsluni Bakkafrost væntar at taka 48.000 tons av laksi í kruvdari vekt í 2016. Útsetingin av smolti hjá Bakkafrost verður væntandi um 10,4 milliónir smolt í 2016. Tøkumeting og útseting av smolti eru altíð tengdar at ávísari óvissu, m. a. lív­ frøðiligu gongdini. Lívfrøðiliga støðan er sum heild góð í Føroyum. Bakka­ frost arbeiðir áhaldandi við at tryggja eina burðardygga alivinnu. Langtíðarmálið hjá Bakkafrost er, at um­leið 40-50 prosent av ali­fram­ leiðsluni verða seld sum liðug­vøra til fastar prísir. Sølu­av­talur fyri liðugvøru verða gjørdar fyri eitt tíðar­ skeið millum seks til tólv mánaðir. Bakkafrost hevur gjørt av­talur um umleið 63 prosent av fram­leiðslu­ orkuni hjá liðug­vøru­deildini fyri restina av 2016, sum svarar til áleið 25 prosent av mettu tøkunøgdini fyri restina av 2016. Selja 80.000 tons Útlitini fyri framleiðsluni av mjøli og lýsi eru tengd at tøku rá­vøru­nøgdini. Kvoturnar fyri svart­kjaft í Norðuratlantshavi verða væntandi lækkaðar, og tí metir Bakkafrost, at sann­ líkt er, at framleiðslan av mjøli og lýsi lækkar í 2016 frá lut­fals­liga stórari nøgd í 2015. Heimamarknaðurin, íroknað fóður­nýtsluna hjá Bakka­frost, er størsti marknað­ur­in fyri laksa­fóður hjá Havsbrún. Mett verður, at samlaða sølan av laksa­ fóðri verður 80.000 tons í 2016. Samlaðu íløgurnar fyri tíðar­skeiðið 2014 til 2017 vóru 1.370 milliónir krónur eftir íløguætlanini, sum varð kunngjørd í august 2014. Av hesum skuldu íløgur fyri 570 milliónir krónur verða gjørdar í 2016 og 2017. Í mars 2016 kunngjørdi Bakkafrost íløguna í nýggju smoltstøðina á Strond, sum eftir ætlan fer at kosta 650 milliónir krónur og skal standa liðug í 2018. Umleið 150 milliónir krónur av íløguni í smoltstøðina vóru við í íløgu­ætlanini frá august 2014. Saman­um­tikið verða íløgurnar 1.070 millónir krónur fyri tíðar­skeiðið 2016 til 2018. Hava fíggjarligu styrkina Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakka­frost hevur eina fram­leiðslu við muna­dyggum eftir­liti av kostnaðin­um, eru við til at økja um fíggjarligu møgu­ leikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar, saman við atgongdini til altjóða fígging, geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at gjøgnumføra stóru íløgurnar, sum eru fyri framman. KVARTA MILLIARD FYRSTA ÁRSFJÓRÐING Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 254 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í 2016 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BAKKAFROST Bakkafrost er størsta ali­ fyritøka í Føroyum. Sam­ takið hevur fulla virðis­ ketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðug­ vøru­framleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri (FOF) er á Havs­brún í Fuglafirði, meðan ali­virk­semið er kring oyggjarnar á 14 ymsum firðum. Kryvjivirkini eru í Klaks­vík, á Strondum og í Kolla­firði, meðan liðug­ vøru­fram­leiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felags­ins er á Glyvrum. Saman­lagt hevur sam­ takið 725 full­tíðar starvs­ fólk. Fakta um Bakkafrost: