Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mai 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. MAI 2016 SOSIALURIN 55 6 PERSÓNSSØGA Elisabeth kendi seg væl viðfarna á Ríkis­sjúkra­ húsinum. Men á deildini fyri húðkrabba varð løgið at sita. Einamest tí, at hon var tann einasta unga kvinnan í rúminum BARBARA HOLM F amiljan Bærendsen situr samlað á Oyrasunds­næm­ inga­heiminum í Keyp­ manna­havn. Foreldur, syst­kin, sjeikur og vinfólk hjá Elisabeth hava verið nógv um hana seinastu vikurnar og hesin týs­dagurin 10 mai er ein serligur dagur. Nú skal Elisabeth fáa boð um, hvørt hon er frísk av móður­ merkja­krabba ella ikki. Telefonin ringir um 14 tíðina. Á telefonini stend­ur »Ókent nummar« og handan kallið var skurðlæknin á Ríkis­sjúkra­húsinum. »Eg havi góð tíð­indi«, sigur milda røddin í telefon­ini og óveruliga tíðarskeiðið við krabba er loksins komið at end­ að fyri ungu tvøradamuna. – Tey flenna mangan eftir mær í familjuni, tí eg eri altíð tann, sum eri bangin fyri sjúku og skal doku­mentera hetta og hatta. Men hesa­ferð hevur tað so hjálpt mær, sigur Elisabeth Vitalis Bærendsen sum nakað av tí fyrsta, nú vit skulu práta um sjáldsomu sjúkraleguna. Og tað er júst við áhaldandi áhuga fyri broytingum á kropp­ inum, at móður­merkja­krabbin hjá Elisabeth var skjótt funnin og lekt­ ur. Tað byrjaði alt við einum prikið frá einum moyggjabita. Fann tilvildarliga sjúkra móðurmerkið Á vinstra beini fann Elisabeth í 2014 eitt løgið móðurmerki. Lítil blett­urin var útstandandi og sá held­ur illgrunasamur út. Hon gjørdi tí av at taka mynd av blett­ inum og halda soleiðis fram við nøkr­um mánaðum í millum, fyri at fylgja við í, um nakað broyttist. Nakrar mánaðir seinni saman­ líknar Elisabeth myndir av móður­ merkinum, sum hon hevur tikið við rúmum bili ímillum. Og tá varnast hon, at eitt nýtt móðurmerki er komið beint undir liðini á tí løgna. Eg havi altíð hugsað, at tað ikki kann henda fyri meg. At eg eri ov ung, og at eg ansi nøkunlunda eftir mær sjálvari. Men eg havi ongantíð tikið vandarnar við sólini í álvara« Elisabeth V. Bærendsen Framhald á næstu síðu – Eg helt eitt móðurmerki sá løgið út og fór tí at taka myndir av tí. Brádliga varnaðist eg eitt nýtt móðurmerki, sum vaks skjótt og sá sjúkt út. Tað vísti seg at vera ein sera áleypandi lítil prikkur av krabbamein, sigur 22 ára gamla Elisabeth Vitalis Bærendsen av Tvøroyri MÍN ÓGRUNDAÐI ÓTTI BJARGAÐI MÆR Elisabeth Vitalis Bærendsen Móðurmerkjakrabbi