Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-12, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mai 2016síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. MAI 2016 SOSIALURIN 55 27 Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Ruth Vang løgtingskvinna fyri Framsókn T að eru fleiri orsøkir til, at eg ikki tók undir við hesum ítøkiliga upp­ skotinum, og henda grein skal sum so ikki snúgva seg um tað. Men eftir stendur, at nógvar ungar familjur arbeiða meiri og eru longur heiman frá børnunum, enn tey ynskja. Vit hava í Føroyum eitt rími­ liga væl virkandi vælferðar­sam­ felag, har vit – innanfyri tær rammur, sum nú einaferð eru okkum givnar – kunnu kenna okk­um trygg, hóast vit ger­ast sjúk, óhjálpin, gomul, óar­beiðs- før, arbeiðsleys osv. Um­sorganin fyri okkara børn­um og aldrandi foreldrum er somu­leiðis nakað, sum sjáldan gevur okkum svøvn­ leysar nætur. Vit hava so gott sum óenda­ligar møguleikar, eitt nú tá tað kemur til útbúgv­ ing. Í takt við at nýggj­ar væl­ ferðar­av­bjóðingar vísa seg, ella vænt­anir til verandi tænastur hækka, standa verandi og wanna-be politikarar klárir við hug­skot­um til, hvussu vit menna okkara vælferðartænastur sam­ svarandi. Nógv orka er løgd í, at skapa kvinnum javnbjóðis kor og ikki so fáar fyriskipanir skulu tryggja, at kvinnurnar leiklutur sum hon, ið gongur við og eigur børnini, ikki skal vera ein forðan í lívsmøguleikunum annars. Mítt ættarlið hevur ser­ liga notið gott av hesi gongd. Ein gongd, sum væl at merkja ikki er íkomin av sær sjálvari. Man kann spyrja hvør upprunaliga orsøkin var; ynsktu kvinn­ur­ nar veruliga sjálvar at sleppa út á arbeiðs­marknaðin? Ja, nógvar í øllum før­um. Sam­tíðis kunnu vit stað­festa, at tað var tørvur á kvinnu­ligu arbeiðs­ megini; vælferðarsamfelagið var neyvan á tí støði, tað er í dag, um ikki kvinn­urnar lut­ tóku. Í fyrstu syftu við síni arbeiðs­megi og sum skatt­gjald­ ari. Haraftrat gjørdust kvinn­ ur­nar viðvirkandi til at halda sam­felagshjólinum koyrandi við egn­ari keypiorku. Ein orsøk til høga skatta­ trýstið í vælferðarsamfeløgum, eru stovnarnir til børn og gom­ ul. Stovnar, sum komu, tá kvinn­ urnar fóru út at arbeiða og tískil ikki longur kundu taka sær av børn­um og gomlum foreldrum í heim­inum. At kvinnur nú ístaðin loysa somu uppgávur sum lág­ lønararbeiðsmegi á dagstovnum og røktarheimum, er kanska eitt sindur ironiskt, vil onkur halda. Náttúrligt, siga onnur. Pengarnir skulu fylgja barnin­ um, var ein grundgeving fyri uppskotinum hjá Nýggja Sjálv­ stýr­inum. Í sær sjálvum ljóðar tað rímiligt. Hetta er eitt av fleiri dømum um, hvussu vit hug­mynda­ liga hava flutt okk­ um frá fat­ anini av vælferðartænastum, sum nakað sum borgarin hevur tørv á, til eina tænastu, borgarin hevur rætt til. Frá meginregluni, at sterku herðarnar bera tær tungu byrðarnar – yde efter evne, nyde efter behov – eru vit farin til eina skipan, har 90% av fókinum rinda fyri hini 90% og har flestøll halda seg hava rætt at fáa sín rímiliga part av køkuni. Tað skal loysa seg at arbeiða, eru vit flest øll samd um. Men hesin hugburðurin er viðvirkandi til, at nógvar veitingar vera latnar øllum, heldur enn bara teimum, sum hava tørv á tí. Logikkurin er, at fólk lata vera við at arbeiða, um tey ístaðin kunnu fáa veit­ ingar. Ivist ikki í, at hetta er lutvís rætt. Men avleiðingin er eitt enn hægri skattatrýst, ein enn størri javning av virðum og í síðsta enda enn minni fíggjar­ orka hjá tí einstaka at skipa seg sum hon ella honum lystir, eitt nú at vera heima hjá børnunum. Fleiri kommunur bjóða nú heilt ella lutvís ókeypis pláss á dagstovni. Eg ivist ikki í, at nógv­ar barnafamiljur fegnast, men vit vita væl, at ongin al­ menn tænasta er ókeypis, alt verð­ur í síðsta enda fíggjað av tær og mær. Frammanundan hava allar kommunur eina frí­ pláss­skipan har inntøkan skal upp­um kr 28.000 um mánaðin, áðrenn tú rindar fult gjald. Kommunuskatturin er púra flatur, tvs, at øll rinda sama prosent­stig, líkamikið, hvussu nógv tú forvinnur. Tað merkir, alt annað líka, at tann einliga mamman sum frammanundan fekk frítt stovnspláss vegna lága inntøku, nú skal rinda hægri skatt, tí øll hini eisini skulu hava frítt stovnspláss, eisini tey, sum als ikki rinda kommunuskatt. Vit vilja øll vælferðina í Før­ oyum, frá uttast til vinstru til longst út á høgra vongin. At vit nýta heitið væl­ferð, er besta prógv um tað. Tað sýnist eisini at vera breið semja um, at nógvar av vælferðartænasturnar skulu vera uni­versellar, tvs til øll og ikki bara tey treingjandi. Tað er í andsøgn við vanligu borgarligu hugsanina, at tað almenna ikki skal gerast ov umfatandi, men tá tað eitt nú skal loysa seg at arbeiða, uttan at tað skal ganga út yvir veitingar, tú annars hevði fingið og pengarnir skulu fylgja barninum, so er av­leið­ingin, at tann almenni bú­skap­urin verður stórur. Danir taka vælferð í álvara og hava ásannað, at nýskipanir skulu gerast leypandi. Eitt nú ný­skip­anir sum eggja fólki at skipa lívið soleiðis, at tey ikki tyngja vælferðarsamfelagið meiri enn neyðugt. Sokallaði frem­drifts­reformurin, sum hevði til endamáls at fáa tey ungu so skjótt ígjøgnum útbúgvingina sum gjørligt uttan ólønandi sabbat­ár, haldi eg, var ein greið ábend­ing um, í hvussu stóran mun hvør borgari er ein liður í stóra rokni­stykkinum. Ein liður sum skal kosta sum minst og kasta sum mest av sær. Ikki órími­ligt, mis­skil meg ikki. Bara ein ásannan av at væ­l­ferðar­sam­ felagið er for­syrgjarin, sum setur síni krøv til tann forsyrgda. Men eg loyvi mær at hugsa tankan, at jú størri vælferðin verður, jú størri verða krøvini til okkum sum njóta gott av tí og avleiðingin er, at tað verður minni rásarúm til tað, sum liggur uttanfyri tað, sum tænir vælferðini. Hvat vil eg við øllum hesum? Avtaka vælferðarsamfelagið? Avgjørt ikki. Tvørturímóti skal væl­ferðin røkjast væl og menn­ ast. Men vælferð skal vera á hósk­andi støði og skal ikki vaksa fyri ein­hvønn prís. Tað kann í síðsta enda leggja okkara per­ són­liga frælsi undir trýst. Aftur til ungu mammurnar, sum ynskja at vera heima. Tað var helst bara við góðum í huga, at sam­felagið varð skipað so­leiðis, at eisini kvinnur í dag megna at uppihalda sær sjálvum. At tær enntá kunnu lata børn síni á tryggar og menn­andi stovnar, meðan tær og páp­arnir vinna til lívsins uppi­hald. Tað er hugvekjandi, nú vit hava tryggjað kvinnum allar hugs­andi møgu­leikar, tá viðvíkur útbúgving, størvum, al­mennum nevndarsessum v.m., at vera møttur av einum nýggj­ um ættarliði, sum hevur ynski um at vera heima hjá sínum børn­um. Eitt ynski, sum vegna fíggjar­ligar avmarkingar hjá sera nógvum, verður verandi eitt ynski. Uppskotið hjá Nýggja Sjálvstýri hevði avgjørt hjálpt nøkrum familjum í stutta sikt­ in­um. At tað hevði havt við sær aðrar avbjóðingar, lati eg liggja í hesum umfarinum. Eg við­ gangi blankt, at eg ikki havi fullu loysnina, men eitt longt barsils­ farloyvi, við størri smidligheit og hægri markið fyri inntøkumissið, hevði verið eitt stig á leiðini. Og so haldi eg annars, at vit støðugt skulu eftirmeta og dagføra okk­ara vælferðartænastur og tryggja okkum, at tær lúka veru­ liga tørvin. Tann einliga mamman sum frammanundan fekk frítt stovnspláss vegna lága inntøku, nú skal rinda hægri skatt, tí øll hini eisini skulu hava frítt stovnspláss, eisini tey, sum als ikki rinda kommunuskatt