Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-12, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mai 2016síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. MAI 2016 SOSIALURIN 55 35 Komandi partur Í komandi parti verður umframt framhald av frásøgnini hjá Jørgen Frantz eisini endurgivin áhugaverd grein hann skrivaði um fiskivinnnuna í 1930. Ein sum hevur skrivað nógv um William Heinesen, Jørgen Frantz og Carl Johan er danski rithøvundurin Bjarne Nielsen Brovst, sum hevur skrivað tvær bøkur, har Carl Johan eiga fittan leiklut. Í minningarorðum um Carl Johan skrivar Bjarne, at han »havde den største betydning for William Heinesen og Jørgen Frantz Jacobsen«. Hann skrivar eisini, at tað vóru fleiri lesarar av bókunum hjá Jørgen Frants, sum undraðu seg yvir, at ein landkrabbi kundi hava so góðan kunnleika til siglingarviðurskifti og streym og vind. »Men faktisk var det Carli, der gav forfatteren gode råd, og fortalte hvorledes de kunde være muligt for den skinsyge Hr. Poul at sejle til Thorshavn en styg vinter­ aften langs øerbes farlige skær.« Johan Restorff Jacobsen hevur annars verið ein framúr kelda til frásagnirnar um Restorff og Jacobsen ættirnar, hann er partur av báðum teirra. Hann er ein kelda til hesa frásøgn eisini við myndum. Carl Johan Bech var føddur 25/11-1895. Hann giftist 25/7-1918 við Etly Weilby. Carl Johan fór undir at lesa til djóra­lækna og aftaná lokið embætisprógv, tók hann við starvi sum lands­ djóralækni fyri Føroyar. Tá hann var settur sum djóralækni fyri allar Føroyar, var hann skjótt varugur við, hvussu stórur tørvurin var á einum báti at ferðast við kring oyggjarnar, tá tað ikki var so lætt sum nú á okkara døgum. Hann keypti so ein bjargingarbát frá Tórshavnar býráð, sum Jógvan á Mýr­ uni í Nólsoy hevði bygt. Hetta var eitt tíggjumannafar eftir teimum gomlu stikkamálunum og hartil ein sera vakur bátur. Hann fekk navnið »Tusk«, men seinni fekk hann sær ein annan bát við sama navni, sum hann nýtti í starvi sínum sum djóralækni. Av tí at hann var útgjørdur sum bjargingarbátur, so var nakað av tí føroyska sniðinum farið av honum, millum annað hevði hann ongar stavnar. Nakað eftir at báturin var keyptur var hann tikin upp í Álakeri, har Kjartan Mohr og Petur Vigelund gjørdu stevnustykki og settur motor í hann. Stóra ferðin Ein dagin Carl Johan og aðrir stóðu undir konslapakkhúsinum, kom kendi skiparin, Óla Svenn, framvið. Óla Svenn hevði stóran áhuga fyri fyri sigling, bátum og tað sum hevði við sjógvin at gera, so at tað var skjótt at teir komu at práta saman. Knappliga kom tað fram úr Óla Svenn, at tað hevði verið stuttligt at gjørt ein langan túr við einum tílíkum báti sum »Tusk«. Hesi orðini hjá Óla Svenn vildu ikki ganga frá Carl Johan aftur. Eitt kvøldið fór hann so yvir til Óla Svenn við tankanum um at gera eina longi ferð við »Tusk«. Óla Svenn var kanska nakað av einum romantiskum ævintýrara, men neyvan man hava livað raskari og djarvari sjómaður, samstundis sum Carl Johan visti, at hann ikki kundi fáa ein betri mann við sær á eini tílíkari ferð. Tá Carl Johan fór heimaftur hetta sama kvøldið høvdu teir avgjørt at sigla eystur um hav. Teir fóru beinanvegin at rigga seg til og gera seg út til eina longri uttanlandaferð við »Tusk«. Sunnukvøldið 21/6-1925 kl. 8,30 løgdu teir út av Havnarvág við »Tusk«, meðan stór mannamúgva var komin oman á Konga­ brúnna at siga teimum báðum sjógarpunum farvæl. Leiðin lá so fyrst til Hetlands, Noregs og síðani til Danmarkar. Teir komu til Skagen mikumorgunin 22/7-1925 kl. 9 á morgni, hað­ ani teir so seinni hildu leiðina víðari fram til Keypmannahavnar, har teir fingu ein stórfingna móttøku. Aftaná at hava steðgað í Keypmannahavn í nakrar dagar, fór teir so heimaftur við »Tjaldrinum«, har teir fingu eina minniliga móttøku av millum øðrum Havnar Hornorkestri, og har løgtingsins formaður Oliver Effersøe, helt røðu fyri teim­um. Carl Johan gjørdi í 1952 eina aðra kenda ferð við Tusk. Hesa ferð var tað sam­an við Jákup Hans Jacobsen, kallaður Pans­arin, og Anders Hansen. Henda ferðin gekk um Noreg, Svøríki og Finland til Keyp­ mannahavnar, haðani teir fóru heim við skipi. Henda ferðin var um 2.500 fjórðingar. Hevði eisini maskinhandil Umframt at røkja starvið sum lands­djóra­ lækni, hevði hann eisini maskinhandil í Vágsbotni, har hann seldi motorar og eykalutir v.m. Tá hann fór at eldast yvirtók Andre Andresen maskinhandilin, eykalutagoymsluna og servicuna. Frá tíðini Johan kom oman í Vágsbotn mintist hann Carl Johan, tá hann oftani kom inn í handilin bæði hjá Heinesen og Andreas í Vágsbotni, pápa Johan, tá hann hevði sína dagligu gongd har niðri. Etly doyði í 1961. Seinni giftist Carl Jo­ han uppaftur við Birthe og tá hann gavst at arbeiða og kundi fara frá við eftirløn búsettust tey á Velbastað. Birte livir enn. Hon er einkja eftir mann, sum er føddur fyri 120 árum síðani! Men hon var eisini 27 ár yngri enn hann. Ættin Carl Johan Bech og Etly Weilby, áttu trý børn, Jørgen, Mogens og Kirstin. Mogens fór burtur og doyði ungur. Niels Juel Arge greiðir frá, at Jørgen doyði í 1941 í Kyrrahavinum við danska skip­in­um Nordhval. Hann fór niður at ganga á maskinmeisataraskúla. Tá ið hann var liðugur fór hann at søkja kjans, og hann fór sum 4. maskinmeistari við Nordhval hjá skipafelagnum Norden í Keypmannahavn. Skipið var 100 fjórðingar úr Hawaii, tá japanarar bumbaðu Pearl Harbour 7. desember 1941. Tríggjar dagar torpederaði ein japanskur kavbátur Nordhval. . Eisini var skotið eftir skipinum, og Jørg­ en varð raktur og illa særdur. Hann helt tað vera vónleyst at royna at bjarga honum. Men hann bað fjarritaran um at heilsa sínum foreldrum, um hann kom aftur til lands. Nakrir av manningini komu í ein bjargingarbát og róku á havinum í meira enn ein mánað, áðrenn teir vórðu bjargaðir. Fjarritarin kom á Havnina í 1945. Tá kundi hann, sum hann var biðin, bera foreldrunum eina seinastu heilsan frá Jørgen. Tann ættin hjá Carl Johan, sum er eftir, eru børnini hjá dóttrini Kirstin og Olavus Danielsen. Sjálvur doyði hann í 1988. Óla Svenn og Carl Johan umborð á Tusk Carl Johan og Óla Svenn sigla framvið ”Kronborg”á veg til Keypmannahavn úr Føroyum Móttøkan í Keypmannahavn Lívið hjá Carl Johan