Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-12, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mai 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. MAI 2016 40 SOSIALURIN 52 Kári L. Jacobsen MYND: HEINESEN MYNDIR Yrki: Tónleikaframleiðari – Bústaður: Argir Hvat ætlaði tú at blíva, tá ið tú bleivst vaksin? Eg ætlaði at verða sangskrivari og tónleikaframleiðari, og at taka eina hægri útbúgving innan tónleik. Hvat áttu hitt kynið vitað um títt kyn? Kvinnur kunnu faktiskt ikki ordiliga broyta og gera um uppá sínar menn, hóast tær ofta gjarna vilja og royna. So kæru, vælmeinandi kvinnur, tit kunnu gott droppa tað fyrst sum síðst. ;) Hvat áttu børn vitað um tað at vera vaksin? Tað veldst sjálvsagt um aldurin. Størri børn og tannáringar skulu vita, at vit vaksnu royna flest øll sum frægast, men eru ikki fullkomin – heldur ikki sum foreldur. Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika? Aftaná ein mansaldur í Keypmannahavn hevði eg ein dreym um at flyta aftur til Føroya, um ikki annað eitt tíðarskeið. Check! Um tú tordi, so hevði tú? Framført sum komikari og brúkt mína humoristisku síðu meira alment. Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað? At fundamentalistiskur, politiskur átrúnaður varð settur uttan fyri alla politiska ávirkan í øllum heiminum. Nær vart tú seinast veruliga ovfarin? Tá ið tað gjørdist greitt, at býráðið í Havn hevur svansað so nógvar av okkara skattapengum burtur uppá at keypa bygningar o.a., at vit óivað kundu sett kommunuskattin niður við fleiri prosentstigum, um pengakassin varð handfarin við størri virðing og skynsemi. Tað seinasta, tú hevur lært, er at? ‘Amarone della Valpolicella’ er í veruleikanum bara eitt meira nágreiniligt heiti fyri Amarone vín yvirhøvur. Eg trúði at tað var eitt serligt slag av Amarone víni úr Valpolicella-víndistriktinum. Tann støðugt ringa samvitskan snýr seg um at tú? Dugi í so væl at sníkja meg undan mínum fitness-pliktum. Enda setningin: Føroyar áttu: Føroyar hava ment seg nógv seinastu árini á nógvum økjum, og eiga at halda áfram á hesu kós fram ímóti størri sjálvbjargni, meira framkomnum vinnu- og mentanarlívi og meira moderniteti. BAKSÍÐAN V it eru so sera væl fyri her í Føroyum, tit, sum ikki vita tað ella halda okkurt annað – sum til dømis, at alt er betri í Danmark. Bíblian er okkara grundlóg. Og tjóðsangurin er ein sálmur í geografiskari romantiskari glæmu. Religiøs landafrøði. Tað er ein góð blanding, sterkur lútur, sum stimbrar heila og vøddar. Í Danmark, har sum annað hvørt fólk er fyritíðarpensjónistur, hava tey eina verðsliga grundlóg. Illar tungur siga, at hon er eisini galdandi í Føroyum. Harrin forbjóði tí. Og tjóðsangurin í Danmark er um høll Freyju, har sum ásatrúgvandi bardagafrensar hvíldu seg millum banastingandi svørðssløgini. Ikki eitt orð um Gud. Í okkara tjóðsangi er Gud nevndur fýra ferðir í trimum ørindum. Tað hjálpir okkum, sum altíð hava verið, eru og vera í allar ævir kúgað. Vit eru tí av røttum eyðmjúk og undirbrotlig, og níga niður í bøn til tín Gud. Hetta er rætti hugburðurin hjá fólki, sum ongan góðan hevur uttan Gud (og Danmark á beinkinum). Gud er ikki nevnd­ ur í ørindi tvey, tí mittasta í tjóð­ sang­in­um, men Gud er í bæði borð, so eingin vandi stendst av gudleysa ørindinum. At eg, eg, verji Føroyar mítt land. Tað er ikki sørt arrogant og egoistiskt. Men dramblætið verður skotið niður í næstu reglu. Eg nígi tí niður í bøn til tín Gud. Í Danmark ræður syndin. Tjóð­ sangur­in er um heidnar drápsmenn, ikki kristnar, sum fóru í hernað til fjenders mén. Okkara drápsmenn tá í tíðini vóru kristnir, so teir eru fyrigivnir. Endamálið hjá teimum var gott. Í Grønlandi eru tey líka illa fyri sum í Danmark. Í grønlendska tjóðsanginum er Gud heldur ikki nevndur eina einastu ferðina, og heldur eingin annar gudur. Tjóðsangurin har vesturi er ein eggjan til fólkið um millum annað at líta á egnan mátt og egnu megi og stevna móti hægri málum. Arrogansa. Grønland fær fullveldi fyrr enn vit, siga summi, men tað er ikki Guds vilji. Og okkara tjóðfuglur er sum lívið, kemur, steðgar stutt og fer so út i ævinleikan. Svart/hvítt. Og Guds vilji er sterkari enn fólksins máttur og megi. Danska grundlógin hevur einki um grind. Tað skal tann føroyska hava, sigst. Tað er, um hon kemur, áðrenn grindadrápið heldur uppat við nýggjum ættarliði, sum ræðist kvikt silvur og Sea Shepherd. Bíblian hevur heldur ikki eitt orð um grind. Men í henni eru nógv dráp, nógv fleiri enn í einum miðal Hollywoodfilmi. Har eru hópdráp, nógv fleiri dripin enn í størstu grind í Føroyum. Grindastovnurin hevði als ikki tolað slíka hóptýning sum ta í Bíbliuni. Men tann í Bíbliuni var neyðug og er harafturat rættvís. Øll hava tað tó ikki gott undir tjóðsálminum og bíbillógini. Men ein hægri meining er við tí. Einki er tilvild. Alt er fyriskipað frammanundan. Og tað er ikki okkara lutur at royna at broyta tað. Tað kemur okkum aftur um undanbrekku. Nígið tí niður í bøn. Níga er rætta orðið, tí tað er eyðmýkt og eyðmýkjandi at níga, ikki minst niður. Men tað er neyðugt, skal fiskurin ikki svimja úr føroyskum sjógvi. Fiskur hevur stert. Hann vil ikki vera hjá syndafullum fólkum, sum ikki angra og biðja um fyrigeving. Ein tjóð uttan sang er illa stødd, men einari tjóð uttan sálm er ikki sømiligt lív lagað. Okkara tjóðsálmur er tó einki afturímóti tí íslendska. Hann er sálmur XL. Tríggjar vikur eru nú eftir av vetrinum, og so kemur heystið (várið var leygardagin í klombrum). Fríggjadagur er, men 13. Valið er millum trúgv og pátrúgv. Aftur halgidagar og frídagar, kristnir tíbetur. Nógvar fraksjónir, men ein Gud. Yvir og gliðin hiðani. Høgni Djurhuus Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 Tjóðsálmurin og bíbillógin