mikudagur 18. mai 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 19. januar 2016 · Nr. 56
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Kjakið um orkukeldur til upphiting
av bústøðum í Føroyum fekk líka
sum eina aðra vend, tá oljustjóri á
orkuráðstevnu í Norðurlandahúsi
num – og í lesarabrøvum annars
– hevur funnist harðliga at lands
stýriskvinnu og Jarðfeingi fyri at
renna ørindi fyri tey, sum framleiða
og selja hitapumpur,
Hann vil vera við, at landsstýrið
gjøgnum Jarðfeingi er farið bein
leiðis at marknaðarføra hitapumpur
– og at fólkini har eru sannførd um,
at hitapumpur eru tað einasta sálig
gerandi.
Hesum er hann als ikki samdur
í – og sigur, at hetta er beinleiðis
villleiðandi og vísir á, at hitapumpu
skipanir og el-bilar dálka meira enn
ein vanlig oljufýr, tí at SEV brúkar
tungolju til sína orkuframleiðslu, og
at tungoljan dálkar nógv meira enn
vanliga ráoljan, sum verður nýtt í
oljufýrum.
Eisini hava onnur víst á tann
sonevnda orkuvarðan, har víst
verður á, at vit fyrst og femst eiga at
hugsa um at avmarka tørvin á upp
hiting við bjálving, avmarka nýtslu
av streymi, endurvinna hita og at
stýra orkunýtsluni – áðrenn vit velja
okkum orkuskipan.
Sjálvandi hanga øll hesi viður
skifti saman. Og sjálvandi bøtir tað
lítið, um vit bara hugsa um orkuskip
an og als ikki um at spara, at endur
nýta og at bjálva so væl, at tørvurin á
upphiting verður avmarkaður. Men
harfrá og so at avskriva hitapumpur
við tí páskotið, at tær dálka meira,
tað er heldur ikki rímuligt.
Tað ber til at gera nakað við útlát
ið hjá SEV. Eins og tað ber til í bilum
at reinsa útláitð, so ber tað sjálvandi
eisini til hjá SEV. Men sjálvandi skal
útlátið avmarkast mest við, at tørv
urin á olju til orkuframleiðslu fyrst
verður avmarkaður til seinni at
verða sleptur heilt. Tað er sjálvandi
málið hjá okkum øllum.
At vit nýta hitapumpur – og
fylgja øllum teimum góðu ráðunum
til bjálving, avmarking og endur
nýtslu – má vera vegurin. Tí tað ber
til at fáa el-framleiðsluna grøna – og
grønari, enn hon er í dag.
Um øll húski hinvegin halda fast
við hvør sína oljufýr, so gongur ong
an veg við at sleppa oljuni. Nýtslan
kann gamaní avmarkast við bjálving
og endurnýtslu, men vit sleppa tá
ikki undan oljuni.
Tað er tí skyldan hjá øllum at
stremba ímóti grønum skipanum.
Oljuútreiðslunar hjá samfelagnum
eru risaupphæddir, sum saktans
kunnu dugna meira við útbygging
av varandi orku í Føroyum. Vit hava
nógv tilfeingi, sum ikki er troytt enn,
so sum eitt nú sjóvarfalsorku.
Vit mugu tí ikki halda hánt um
tey, sum stríðast fyri hitapumpum
ella fyri varandi orku, hóast tað fer at
broyta fíggjarligu valdsjavnvágina á
orkuøkinum.
Sjálvandi skulu øll stremba
ímóti grønari orkuskipanum
grønt ella svart gull
Minn
ast Jens
Guttesen
100 ár
tíðindi
síða 16-17
Olja
ella ikki
Petur Mohr
kjak Síða 18
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
– Seinast valdi hann stjóra
starvið framum, men tað ger
hann ikki hesaferð.
Tað kom sum snarljós av
bláum himli, tá Vodafone
í síðstu viku boðaði frá, at
Gudny Langgaard var farin
úr starvinum sum stjóri í
Vodafone. Í hennara stað varð
Bárður Nielsen settur sum
fyribils stjóri.
Bárður Nielsen var framm
anundan
fíggjarleiðari
í
felagnum, men millum manna
er hann uttan iva best kendur
sum tingmaður og formaður
fyri Sambandsflokkin. Navnið
varð tó av álvara sligið fast í
fólkahuganum, tá hann gjørd
ist fíggjarmálaráðharri í 2004
undir fyrru ABC-samgonguni.
Um tað var óvæntað, at
Gudny Langgaard legði frá
sær í síðstu viku, so var tað
ein sannur skelkur, tá Bárður
Nielsen, ið tá var spáddur at
gerast næsti formaður floks
ins, í 2007 legði frá sær sum
fíggjarmálaráðharri
fyri
heldur at taka við einum
starvi í privata vinnulívinum.
Hann gjørdist nevniliga stjóri
í Stóratjørn verkætlanini hjá
Jákupi á Dul.
Tann
verkætlanin
datt
niðurfyri, og til valið í 2011
varð Bárður Nielsen aftur
valdur á ting, og fýra ár seinni,
á heysti 2015, tók hann við
sessinum sum formaður Sam
bandsfloksins.
Nú stendur Bárður Niels
en enn einaferð við valinum
millum privata vinnulívið
og politikkin, men sambært
sambandsformanninum, so
er valið longu tikið.
– Nei, tað fari eg avgjørt
ikki, er svarið tá hann verður
spurdur, um hann tekur við
starvinum sum stjóri í Voda
fone.
– Avtalan millum meg og
nevndina er púra greið. Eg eri
bara fyribils settur stjóri til
onkur annar tekur við. Eftir
ætlan, so verður starvið lýst
leyst í vikuni, sigur Bárður
Nielsen.
Løgtingið er í løtuni í
summarferiu, og av tí at ting
arbeiðið sostatt ikki fyllir so
nógv í løtuni, so letur tað seg
gera at røkja báðar sessirnar.
– Men eg vóni, at ein nýggj
ur stjóri er settur, tá løgtings
arbeiðið byrjar av álvara
í oktober. Men bæði juni,
juli og august kunnu ganga
áðrenn nýggi stjórin tekur
við, upplýsir Bárður Nielsen.
Ein av heilt stóru norður
lendsku
portalunum
við
undirvísingartilfari til skúla
næmingar er nú tøkur á før
oyskum. Í gjár varð føroyski
parturin av nordeniskolen.
org »latin upp fyri almenn
inginum« av Rigmor Dam,
landsstýriskvinnu við und
irvísingar- og mentamálum.
Læringsportalurin nord
eniskolen.org hevur virkað
á teimum stóru norður
lendsku málunum í nøkur
ár. Við stuðli frá grunninum
Nordregio hevur tað nú verið
gjørligt at fingið umfatandi
portalin týddan til føroyskt,
so at føroyskir skúlanæm
ingar eisini kunnu fáa gleði
av nógva tilfarinum á sínum
egna móðurmáli.
Tað er samstarvsfelags
skapurin hjá norrønu feløg
unum, FNF (Foreningarna
Nordens Förbund) sum hava
ment portalin við fíggjarligum
stuðli frá Norðurlendska ráð
harraráðnum og ymsum norð
urlendskum grunnum.
Høvuðsevnini á nordeni
skolen.org eru Mál & Mentan
og Veðurlag & Náttúra.
Tilfarið undir Mál & Ment
an tekur útgangsstøði í, at
undirvísing í skandinavisku
málunum norskum, donskum
og svenskum hevur eina
endurnýggjan fyri neyðini.
Uppgávur og innihald eru
ment og samansett við serli
gum atliti til málsligan didak
tik, ið m.a. setir talaða málið
og lurtifatanina í miðdepilin.
Hetta verður m.a. gjørt við
filmum og livandi forteljing
um.
Tilfarið undir Veðurlag og
Náttúru setir fokus á evnini
burðardygd, orkunýtslu og
orkukeldur.
Næmingarnir
læra at samstarva við onnur
ung í Norðurlondum um at
finna burðardyggar loysnir,
ið kunnu virka í gerandis
degnum heilt úr Grønlandi
har norðuri til Finnlands har
eysturi.
Á nordeniskolen.org er eis
ini møguleiki at finna og sam
starva við norðurlendskar
vinarflokkar, so at flokkarnir
kunnu loysa uppgávur í felag.
Týðingin til føroyskt er
gjørd í tøttum samstarvið við
Norrøna Felagið í Føroyum.
Stórur norðurlendskur
læruportalur á føroyskum
Fyrrapartin mikudagin lat Rigmor Dam, landsstýriskvinna
í mentamálum, upp føroyska partin av nordeniskolen
Mynd: Jens Kr. Vang)
Bárður velur politikkin