mikudagur 18. mai 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 19. mai 2016 · Nr. 56
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
LØGDU BÝRÁÐSLIMIR
Í HAVN UNDIR TRÝST
KÚVENDING
Áki Bertholdsen
Nú er tað ein spurningur, um
allur fólkaskúlin í Havn skal
endavendast.
Tað er greitt eftir at for-
eldur at børnum í Sankta
Frans Skúla høvdu kallað
saman til almennan fund í
fimleikarhøllini á skúlanum
týskvøldið um at fáa fram
haldsdeild í skúlanum.
Í hesum sambandi høvdu
tey boðasent fýra av bý
ráðslimunum at sita við eitt
pallborð frammanfyri einum
fjølmentari
fimleikarahøll
av lærarum, foreldrum, og
øðrum áhugaðum.
Endamálið við fundinum
var at fáa býráðið at skilja,
at tað ikki altíð er best við
stórum skúlum, sum ein av
stigtakarunum til fundin, Fía
Arge, greiddi frá, tá ið fund
urin varð settur.
Tvørturímóti eru tað nøk
ur børn, sum trívast og mest
undir tryggum kortum, legði
hon afturat.
Lagdir undir trýst
Og býráðspolitikararnir, sum
vóru til staðar, vórðu lagdir
undir trýst, tí sum ein av
áhoyrarunum gjørdi greitt:
Okkara fremsta endamál
er at fáa framhaldsdeild á
Sankta Frans Skúla. Og tá
ið býráðsval verður í heyst,
fara vit at seta krossin eftir,
hvørja støðu tit hava til
spurningin um at fáa fram
haldsdeild í Sankta Frans
Skúla.
Og tað er ikki at taka seg
aftur í, at endamálið við
fundinum varð rokkið, tí tey
fingu sjálvan borgarstjóran,
Heðin Mortensen, at lova,
at spurningurin um at skipa
eina framhaldsdeild á Sankta
Frans Skúla, skal takast upp
til nýggja viðgerð í býráð
num.
– So frætta tit aftur um
ynskið verður gingið á møti,
ella ikki, legði hann afturat.
Tey fingu eisini býráðs
limirnir at lova, at er polit
iskur meiriluti fyri at taka
skúla-bygnaðin
upp
til
nýggja viðgerð, eru teir sinn-
aðir at gera tað.
Og tað skal gerast beinan
vegin, tí skal nøkur meining
vera í at taka málið upp aft
ur, skal svarið vera greitt
longu í summar.
– Verður ynskið gingið á
møti, skal framhaldsdeild
vera
á
skúlanum
longu
næsta skúlaár, segði Heðin
Mortensen.
Hinvegin staðfesti hann,
at veruleikin er, at skúla
bygnaðurin er einmælt sam-
tyktur í Tórshavnar býráð,
ikki bara einaferð, men fleiri
ferðir.
Og skúlabygnaðurin, sum
er samtyktur, umfatar ikki
framhaldsdeild
á
Sankta
Frans.
Men Heðin Mortensen
sigur, at útfrá tí skúlabygn
aði, býráðið hevur samtykt,
er tað eisini samtykt at
byggja ein stóran skúla á
Fløtum.
Hinvegin
sigur
Heðin
Mortensen, at skal bygnað
urin broytast, er tað ein
politisk avgerð, sum skal
takast í felag og tað fer nú at
verða gjørt.
Hava skift støðu
Men áðrenn Heðin Morten
sen lovaði foreldrunum og
lærarum hetta lyftið, høvdu
fleiri
av
býráðslimunum
givið til kennar, at teir hava
skift støðu í málinum.
Í 2012 hevur Býráðið
annars
einmælt
samtykt
ein skúlabygnað, har ongin
framhaldsdeild skal vera á
Sankta Frans Skúla.
Hinvegin skal framhalds
deildin savnast á stóra skúl
anum á Fløtum, sum nú er
bjóðaður út.
Tað er ein avgerð, eitt
samt býráð hevur hildið
fast um alla tíðina, og sum
eitt samt býráð fleiri ferðir
hevur staðfest, eitt nú við
at samtykkja ætlanina at
byggja nýggja stórskúlan á
Fløtum.
Men nú halda summir
býráðslimir
at
tíðin
er
broytt, og at tað kortini
hevði verið rætt at skipa
eina framhaldsdeild í Sankta
Frans Skúla.
Summir býráðslimir tosa
um at skipa tað sum eina
royndarverkætlan,
og
so
skal royndin eftirmetast tá
ið Skúlin á Fløtum verður
liðugur.
Jógvan
Arge,
sum
er
býráðslimur fyri Tjóðveldi,
heldur, at tað hevði hóska
seg, at fingið hálvvaksnir
næmingar aftur í miðbýin
sum altíð hevur verið fullur
av børnum, men sum nú er at
kalla tómur fyri børn.
Marin
Katrina
Frýdal,
sum eisini er býráðslimur
fyri Tjóðveldi, heldur, at tað
er so ómetaliga nógv broytt
síðani í 2012, tá ið avgerðin
um skúlabygnaðin varð tikin,
og
har
framhaldsdeildin
skal savnast á skúlanum á
Fløtum.
Eitt, sum er broytt, er, at
ynskið er sett fram um at
fáa framhaldsdeild á Sankta
Frans Skúla, og samstundis
er rákið aftur farið tann
vegin at skipa undirvísingina
í minni bólkar.
– Og politikarar mugu
hava dirvið til at endurskoða
sína støðu, heldur hon.
Bogi Andreasen er bý
ráðslimur fyri Fólkaflokkin,
og limur í skúlastýrinum
í Sankta Frans Skúla, og
hann sigur, at tá ið skúla
bygningurin varð broyttur,
vóru tað nakrir býráðslimir,
sum vóru ímóti at flyta børn
ini úr miðbýnum, men at teir
kortini hava fylgt fakligu til
mælunum og hava samtykt
skúlabygnaðin.
Men hann heldur, at tað er
rætt at skipa framhaldsdeild
í Sankta Frans Skúla í eini
royndarskipan, sum so kann
eftirmetast, tá ið skúlin á
Fløtum er klárur.
Fleiri býráðslimir í Havn hava broytt støðu, eftir at foreldur hava lagt trýst á teir
GEVA EFTIR
Foreldur og lærarar á skúlanum í Sankta Frans Skúla hava lagt býráðslimir í Havn undir trýst - og tað riggaði, í hvussu so fyribils, tí nú verður spurningurin tikin upp til nýggja
viðgerð. Her sita fýra av býráðslimunum, sum vóru við á fundinum, frá vinstru, Annfinn Brekkstein, Helena Dam á Neystabø, Marin Katrina Frýdal og Jógvan Arge