mikudagur 18. mai 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 19. mai 2016 · Nr. 56
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÆR AVLEIÐINGAR FYRI
ALLAR SKÚLAR Í HAVNINI
SKÚLABYGNAÐUR
Áki Bertholdsen
Skal
skúlabygnaðurin
í
Tórshavnar Kommunu nú
broytast, fer tað at krevja
eina drúgva viðgerð. Og tað
fer eisini at fáa avleiðingar
fyri stóra Skúlan á Fløtum,
Býráðið hevur samtykt at
fara í holt við.
Tað gjørdi Helena Dam
á Neystabø, forkvinna í
Mentamálanevndini
hjá
Tórshavnar Býráði, á al-
mennum fundi í Sankta
Frans Skúla, týskvøldið.
Foreldrini at børnunum
í Sankta Frans Skúla, boð-
aði til almennan fund týs
kvøldið, har tey eisini høvdu
bjóðað býráðslimum í Havn
at vera við.
Og endamálið við fund
inum var at sannføra bý-
ráðslimirnar um, at ein fam-
haldsdeild eigur at vera á
Sankta Frans Skúla.
Tað er annars ímóti tí,
Tórshavnar
Býráð
hevur
samtykt einmælt, og tað
enntá fleiri ferðir.
Fær avleiðingar
fyri alt annað
Helena Dam á Neystabø sig
ur, at skúlabygnaðurin, sum
er samtyktur, er úrslitið av
eini drúgvari, fólkaræðiligari
tilgongd, har øll skúlastýrini
hava verið upp í fyrireik
ingunum, saman við fleiri
lærarabólkum og tilvísingar-
bólkum.
Úrslitið av tí arbeiðnum,
sum Mentamálaráðið eisini
hevur góðkent, er, at fram
haldsdeildin, skal samskipast
á nýggja stórskúlanum á
Fløtum.
– Skúlabygnaðurin, vit nú
hava, er fleiri ferðir einmælt
samtyktur í býráðnum, og tí
kunnu vit spyrja, hví býráðs
limir nú hava broytt hugsast,
helt hon fyri.
Hon segði, at tá ið skúlin á
Fløtum varð lagdur til rættis,
varð stórur dentur lagdur á
at hava eitt nútímans fakligt
og námsfrøðiligt umhvørvi,
har tað eisini skal bera til
at skipa undirvísingina í
smærri bólkum.
Forkvinnan
í
Menta-
málanevndini staðfestir, at
skal tað broytast, skal tað
gerast við eini politiskari
semju.
Og tað ber væl til, men tað
eru ávísar mannagongdir,
sum skulu fylgjast. Ein part-
ur av tí er, at øll skúlastýrini
skulu hava høvi at siga sína
hugsan og at koma við einum
tilmæli um bygnaðin, og síð-
ani skal Mentamálaráðið
góðkenna broytingarnar.
– Tað tók eini tvey ár at
skipa skúlabygnaðin, vit nú
hava, so tað er ein tilgongd,
sum kann taka drúgva tíð,
sigur Helena Dam á Neystabø.
Men tað merkir eisini, at
so má skúlabyggingin á Fløt
um endurskoðast og mink
ast.
–
Skal
framhaldsdeild
verða í Sankta Frans Skúla,
er grundarlagið undir Skúl
anum á Fløtum broytt, tí so
verður hann ov stórur. At
broyta skúlabygnaðin nú, fer
at fáa álvarsligar avleiðingar
fyri ta byggingina, tí býráðið
kann ikki forsvara at byggja
ein skúla, sum er ov stórur
– og vit fáa neyvan heldur
loyvi til at byggja ov stóran
skúla, heldur Helena Dam á
Neystabø.
– Er politiskur til tað, ber
væl til at broyta skúlabygn-
aðin, men tað má gerast ordi
ligt og eftir lógini. Og tað er
ein stór avbjóðing og verður
hann broyttur, fer tað at
seinka
skúlabyggingini
á
Fløtum og annars at ávirka
allan annan skúlaskap.
Ov tíðliga
Annfinn Brekkstein, býráðs
limur fyri Sambandsflokkin,
helti til at til at taka undir
við forkvinnuni í Menta
málanevndini
Hann segði, at tað, sum
hevði týdning, er, hvat er
best fyri næmingin.
– Tað var ein drúgv við
gerð ímillum øll skúlastýri
og foreldur í Havn um tann
skúlabygnaðin, vit nú hava,
og enn havi eg einki sæð,
sum fær meg at broyta mein
ing, segði hann.
Men staðfestir, at hann er
sinnaður av viðgera mál-ið
av nýggjum, men hann stað
festir samstundis, at eftir
hansara tykki er ov stutt
tíð fráliðin til at skúlabygn
aðurin skal verða broyttur
aftur longu nú.
Hann var ikki fyri at nið
urleggja
kommunuskúl
an, men hann góðtók av
gerðina hjá meirilutanum og
samtykti fyri henni
– Og eg meti ikki, at vit
eru komin so langt, at vit lata
hetta uppaftur, tí so fær tað
avleiðingar fyri aðrar partar
av skúlabygninginum eisini,
sigur Annfinn Brekkstein.
Nógv broytt
Annars søgdu bæði Bogi
Andreasen,
býráðslimur
fyri Fólkaflokkin, umframt
tey bæði Tjóðveldisfólkini
Jógvan
Arge
og
Marin
Katrina Frýdal, at tey høvdu
fylgt teimum fakligu tilmæl
unum, sum vóru komin.
Men tey vístu eisini á, at
nógv er broytt í samfelag-
num seinastu árini. Eitt nú
er ynski sett fram um at
hava framhaldsdeild í Sankta
Frans Skúla og ein onnur
broyting er, at rákið gongur
tann vegin at næmingar
verða undirvístir í smærri
bólkum.
Skal øll skipanin nú kollveltast aftur, fer tað at ávirka allan fólkaskúlan í Havn, sigur Helena Dam á Neystabø
DOMINO
– Skal skúlabygnaðurin í Havn broytast aftur, verður tað sum at fella eitt dominofólk, tí tað fer at ávirka øll onnur viðurskiftini eisini, fortaldi
Helena Dam á Neystabø, mannamúgvuni, ið var møtt at leggja trýst á býráðslimir fyri at fáa framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla