mikudagur 18. mai 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Hósdagir 19. mai 2016 · Nr. 56
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
www.gevidblod.fo
Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú
teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum
ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo
Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara
elskaða kona, mamma, omma og langomma
Irena Christiansen
flutti heim til Harran 4.5.2016, 71 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Sjóvar kirkju
hósdagin 19. mai kl. 14.00.
Vegna avvarðandi
Eyðun, Heidi, Heðin og Jan Eivind
Í staðin fyri blómur ella krans kann minnisgáva latast
Frelsunarherinum í Vági.
Tøkk
Vit takka øllum hjartaliga fyri sýnda samkenslu,
tá kæri bróðir okkara
Henning Johansen
f. 6. mars 1927 d. 25. mars 2016
andaðist og varð jarðaður.
Takk til starvsfólkið á B8. Hjartaliga takk til
starvsfólk og búfólk á Mørkini fyri røkt og
umsorgan. Takk til Hera Tróndheim og Poul
Grunnveit fyri andaktir í kapellinum og í kirkjuni.
Takk til Bergtór Bjarkhamar prest.
Takk til sangarar og berarar, organist og klokkara
og øll tit, sum hjálptu til við ervið, og øll tykkum,
sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Takk fyri blómur, kransar og fyri minnisgávur til
Mørkina.
Syskini
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá
okkara góða mamma, vermóðir, omma og
langomma
Karin Godtfred
f. 08.10.1919 d. 16.04.2016
andaðist og varð jarðað.
Hjartans tøkk til starvsfólkið á Ellisheiminum
í Havn fyri góða umsorgan fyri mammu tey 3
árini, hon búði har. Somuleiðis takka vit hjartaliga
tykkum í Bethel í Vági fyri alt hjálpsemi í
sambandi við jarðarferðina og ervið.
Takk til tykkum, sum mintust mammu og fylgdu
henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Edith og Andras v/ fam.
Tøkk
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá mín elskaði maður
Heini Jóhan Glerfoss
f. 08.08.42 d. 26.03.16
andaðist og varð jarðaður.
Takk til øll tykkum, sum vitjaðu og vóru um okkum
ta tíðina, hann var sjúkur.
Takk til tykkum á G3 og G4 á Landssjúkrahúsinum
fyri góða røkt og umsorgan.
Takk fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og í
kirkjuni.
Takk til øll tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu
til við ervinum. Takk fyri blómur, kransar og
peningagávur til Argja kirkju.
Takk øll tit, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað
Eyðbjørg
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu,
tá ið okkara kæra mamma, vermamma, omma og
langomma
Maria Magdalena í Skorini
Tórshavn
f. 04.06.1922 d. 10.12.2015
andaðist og varð jarðað.
Vit takka Heimatænastuni, Tjarnalon,
Umlættingarheiminum og Láargarði fyri hjálp
og umsorgan, og at tit vóru so góð við mammu.
Zacharias Zachariassen og Olaf Olsen fáa stóra
tøkk fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og
í Ebenezer. Ein serlig tøkk til M.C. Restorff fyri
sangin »Bønarfólkið«.
Tøkk fáa eisini forsangarar, spælarar og sjálvbodna
hjálpin til jarðarferðina og ervið. Takk fyri heilsanir
og peningagávur til Zarepta.
Vit takka eisini tí stóru fjøld, sum fylgdi mammu
okkara á jarðarferðini.
Ragnhild, Sámal og Róland v./ fam.
Tøkk
Vit vilja hjartaliga takka fyri sýnda samkenslu,
tá okkara elskaða mamma, vermamma, omma og
langomma
Andrea Hansen
f. 5 juli 1917 d. 8. apríl 2016
andaðist og varð jarðað.
Takk til starvsfólkini í Uppistovu á Norðoya
Røktarheimi fyri at tit tóku tykkum,
so væl av henni.
Takk til Hanus á Gørðum, prest, fyri troystarík orð
í kapellinum og kirkjuni.
Takk fyri blómur, kransar og minnisgávur og takk
fyri alla hjálp við ervinum og takk til tykkum øll,
sum vóru við til jarðarferðina.
Familjunnar vegna
Hans Eli, Hanna, Anna Elina, Ruth og Fía