mikudagur 18. mai 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Hósdagir 19. mai 2016 · Nr. 56
Sosialurin
STØRV
Leys størv í
Eysturkommunu
Námsfrøðingur til Gjáa
Søkt verður eftir 2 námsfrøðingum at byrja 08. august 2016. Talan er um størv á 30 tímar um
vikuna.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu vera Eysturkommunu,
Kulibakki 8, FO - 520 Leirvík, í hendi í seinasta lagi,
friggjadagin 20. mai 2016 kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Dagbjørt Ó. Hansen, leiðara á telefon 73 00 51
Námsfrøðingar til Brúsa
Søkt verður eftir 5 námsfrøðingum at byrja 08. august 2016. Talan er um størv á 21, 22, 25,
30 og 35 tímar um vikuna.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu vera Eysturkommunu,
Kulibakki 8, FO - 520 Leirvík, í hendi í seinasta lagi,
friggjadagin 20. mai 2016 kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóhanna Vest, leiðara á telefon 73 00 41.
Námsfrøðingar til Frítíðarheimið í Leirvík
Søkt verður eftir 5 námsfrøðingum í tíðaravmarkað starv frá 08. august 2016 til 30. juni
2017.
Talan er um størv á 20 tímar um vikuna.
Arbeiðstíðirnar eru seinnapartin á degi
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu vera Eysturkommunu,
Kulibakki 8, FO - 520 Leirvík, í hendi í seinasta lagi,
friggjadagin 20. mai 2016 kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hannu E. Olsen, leiðara á telefon 73 00 53.
Lønar- og setanartreytir
Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið
Har eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett ístaðin.
Víst verður til heimasíðuna hjá Eysturkommunu: www.eysturkommuna.fo
Víst verður til heimasíðuna hjá Eysturkommunu: www.eysturkommuna.fo
SØKT VERÐUR VIÐ HESUM
EFTIR STJÓRA TIL JARÐFEINGI
Arbeiðsøki
Høvuðsuppgávurnar hjá stovninum
eru at:
• Fyrisita kolvetnisleiting á
føroyskum øki
• Kortleggja, savna og varðveita
jarðfrøðiligt tilfar umframt at
granska, ráðgeva og kunna um
jarðfrøðilig evni og viðurskifti
• Standa fyri og luttaka í
vísindaligum kanningararbeiði
av týdningi fyri ásetan av
landgrunsmarki og fyri
gagnnýtslu av ráevnum
• Virka fyri øktum
kolvetnisvirksemi og -íløgum,
umframt røkja uppgávur av
líknandi slagi
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava:
• Viðkomandi útbúgving frá hægri
lærustovni
• Leiðsluroyndir innan almenna
umsiting ella privata vinnulívið
• Góðar samstarvseginleikar
umframt mennandi leiðslustíl
Harumframt er tað ein fyrimunur,
um umsøkjarar hava royndir innan
arbeiðsøkini hjá stovninum.
Vit kunnu bjóða
Vit kunnu bjóða eitt fjølbroytt og
avbjóðandi starv í einum umhvørvi
á høgum fakligum stigi.
Løn og setanartreytir
Setanarøkið er Jarðfeingi,
Uttanríks- og vinnumálaráðið og
stovnar undir ráðnum.
Starvið verður lønt ájavnt við 38.
lønarflokk hjá Tænastumannafelag
Landsins, men uttan at talan er um
tænastumannastarv. Stjórastarvið
verður sett sambært serligum
stjórasáttmála. Viðvíkjandi
setanartreytum annars, verður víst
til avvarðandi sáttmála.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV o.ø.
skulu sendast til: uvmr@uvmr.fo.
Umsóknir skulu verða Uttanríkis-
og vinnumálaráðnum í hendi í
seinasta lagi 1. juni 2016.
Umsóknir verða viðgjørdar í
trúnaði. Starvið verður sett skjótast
til ber. Nærri upplýsingar um
starvið fáast við at venda sær til Pól
E. Egholm, aðalstjóra í Uttanríkis-
og vinnumálaráðnum, tlf. 306600.
Jarðfeingi
• Er stovnur undir Uttanríkis-
og vinnumálaráðnum
og verður hann skipaður
sambært reglugerð. Stovnurin
fyrisitur kolvetnisvirksemi.
Fyrisitingarligu uppgávurnar
fevna m.a. um: eftirlit við
leitivirkseminum eftir
kolvetni, fyrireiking av
útbjóðingarumførum og
uppskot um dagføring av
lógarverki.
• Er vísindaligur kanningarstovnur.
Ein av høvuðsuppgávunum hjá
stovninum er at savna og breiða
út kunnleika um viðurskifti
av týdningi fyri gagnnýtslu
og varðveitslu av landsins
jarðfrøðiligu náttúruvirðum.
• Virkar fyri at økja
kolvetnisvirksemið v.m.
Tilsamans 18 fólk arbeiða á
stovninum.