mikudagur 18. mai 2016síða 34
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Lýsingablað frá Miðlahúsinum
2
Lagt til rættis:
Terji Nielsen
Skrivað:
Terji Nielsen, Neli Heldarskarð,
Tróndur Arge og Flogbóltssamband Føroya
Lýsingar:
Frida Mellemgaard
og Terji Nielsen
Grafiskt snið: Pætur Eyðunsson Jensen
Umbróting: Sosialurin
Myndir: Álvur Haraldsen o.o.
Altjóða flogbóltur
aftur í Føroyum!
T
að er altíð ómetaliga spennandi at leika landsdystir,
og tað er forkunnugt. Vit vita ikki, hvussu mótstøðan
verður, men frá undanfarnum dystum vita vit, at ser
liga Liktinstein og Kýpros hava sum oftast lið heilt í
toppinum. Írland hevur saman við Skotlandi havt stóra fram
gongd, síðan OL var í London 2012, tá ið Bretland slapp at
hava felags lið. Sostatt lata vit dyrnar upp fyri kapping millum
4 lond, ið vita lítið um hvørt annað, og sum øll hava møguleikan
at leika seg víðari. Føroyar fáa harða mótstøðu og hava brúk fyri
øllum tí stuðli, ið bara heimaáskoðarar kunnu geva.
EM-kapping í Føroyum í 2008
Øll árini síðan stovnanina í 1980, hevur Flogbóltssamband
Føroya lagt seg eftir at hava miðvíst landsliðsarbeiði. Frá
teimum smáu til tey eldru. Á Oyggjaleikum, í Norðurlendskum
kappingum og í EM-kappingum, har vit nú eisini hava U19 og
U20 landslið. Altíð við dreyminum og dirvinum at skipa fyri í
Føroyum.
Eftir nógva umhugsan gjørdi táverandi nevnd í
Flogbóltssambandi Føroya í 2007 av at leggja inn umsókn til
CEV – Evropeisku flogbóltssamgonguna at hýsa einum bólki í
EM-kappingini hjá kvinnum. Vit høvdu satt at siga ikki hóming
av, hvat tað var, vit vóru farin undir. Og tað er helst ikki ringasta
útgangsstøðið, tí kendu vit øll krøvini og allar avbjóðingarnar
áðrenn, høvdu vit ikki droymt um at bjóðað okkum fram tá, og
so vóru vit ikki her, vit eru nú og aftur bjóða okkum fram. Og vit
høvdu heldur ikki havt ta breidd ella ta dygd í flogbóltinum, vit
nú hava, um ikki so nógv varð lagt fyri.
Vegurin til HM/EM
Við teimum royndum, vit nú høvdu, løgdu vit inn okkara boð um
at skipa fyri í 2016. CEV tók væl undir við umsókn okkara, og
kappingin vit nú hava fingið, er umframt at vera ein undan
kapping til EM eisini ein undankapping til HM.
Bólkurin, ið leiktur verður í Føroyum, er annar av
undanbólkunum til EM-finalurnar fyri smátjóðir, sum verða
leiktar í 2017. Fyri at koma til finalurnar skulu vit í minsta lagi
enda nr. 2 í okkara bólki, og megna vit at vinna okkara bólk, eru
vit eisini í bólkaspælinum til HM, sum byrjar í 2017. Hetta er
fyrstu ferð, at vit hava møguleikan at leika við í HM.
Skuldi tað hent, at vit enda nr. 1 ella 2 í okkara bólki,
so skulu kvinnurnar í kapping aftur í 2017, og bestu liðini
í finalunum kunnu so taka stigið longur upp og leika ímóti
sterkaru londunum. Fyrst mugu vit tó hugsa um bólkaspælið í
Føroyum og allar helst gera tað, ið vit ongantíð hava megnað
fyrr – vinna bólkin.
Miðvíst arbeiði gevur úrslit
Okkara støðuga og miðvísa altjóða virksemi hevur sín avgerandi
og stóra leiklut í teirri menning, føroyskur flogbóltur hevur
havt. Hetta er søgan um góð evni, ídni, gott arbeiði í flogbólts
feløgunum, væl skipað og miðvíst ungdómsarbeiði og A-lands
liðsarbeiði í Flogbóltssambandinum og føroyskar leikarar í
bestu donsku deildunum. Alt tað til samans hevur gjørt, at vit
føroyingar kunnu siga, at vit nú eiga eitt A-landslið hjá kvinnum,
sum er á stigi við danska A-landsliðið. Og vit eiga besta leikaran
í kvinnuflogbólti í øllum kongsríkinum. Hon er Sofía Purkhús, og
hon er á vøllinum saman við øllum hinum fantastisku kvinn
unum hjá okkum.
Ungdómslandslið
Hesar føroysku kvinnurnar hava at kalla allar verið á yngru
landsliðum okkara. Teirra menning er nógv grundað á hesar
kappingar, tí í júst hesum altjóða kappingunum er tað, at evnini
at standa seg ímóti sterkari mótstøðu og spæla undir høgum
trýsti verða ment. Tað eru hesi evnini ið mugu til, um føroysk
ítróttafólk skulu vinna seg heil fram ímillum tey fremstu, og tað
eru hesar dygdirnar, ið skulu koma til sjóndar, skal tað eydnast
okkum at vinna okkum víðari úr kappingini í Føroyum.
Altjóða virksemi má verða raðfest serstakt
Flogbóltsfamiljan í Føroyum er sera sterk, og stóðu vit ikki øll
saman um hesa kappingina, so bar hon als ikki til. Og sum í
2008 er Tórshavnar Kommuna aftur hesaferð til reiðar at taka
á seg heilt stóran leiklut. Skjóta handfaringin hjá kommununi
var avgerandi fyri arbeiði okkara í Flogbóltssambandi Føroya við
hesi kappingini.
Almenni politiski myndugleikin má raðfesta altjóða virksemið
hjá allari føroysku ítróttini serstakt og hægri enn nú. Vit høvdu
í 2015 serstaka altjóða pulju, sum kom ómetaliga væl við –
serliga hjá teimum, ið tá skipaðu fyri kapping í Føroyum. Tað eru
slíkar skipanir, ið eru neyðugar, so tað gerst møguligt áhaldandi
at vera við á altjóða stigi og ikki minst bjóða kappingar sum
hesa og tær í fjør fram her í Føroyum. Tí tað er drúgt og dýrt
at vinna seg fram ímillum tey bestu, men tað er bæði stríðið
og pengarnar vert. Serliga tá ið vit nú kunnu leika á heimavølli,
og vit merkja gleðina hjá leikarum og avvarandi og tann holla
stuðul, vit fáa innanhýsis og frá kommunum og stuðlum. Tað er
tjóðarbygging!
Koyrið á Føroyar!
Eg skal nýta hetta høvið at bjóða Írlandi, Kýpros og Liktinstein væl
komin til Føroyar, nú vit aftur skipa fyri altjóða flogbóltskapping
Magnus Tausen
Formaður Flogbóltssamband Føroya