Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-18, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2016síða 36

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Lýsingablað frá Miðlahúsinum 4 Flogbóltskvinnurnar gera okkum øll spent T að er altíð ómetaliga spenn­andi at leika landsdystir, og taEinki kann savna føroyingar sum stórar ítróttar­ hendingar, tí tá okkara bestu ítróttarfólk dystast undir Merkinum, eru vit øll tilvitað um, at tað er vegna allar føroyingar, at hesi gera sítt allarbesta. Og vit vilja so fegin stuðla og ynskja, at teimum skal gangast væl, tí tað merkir onkurs­vegna tað sama, sum at tað gongst okkum øllum væl. Tá tað snýr seg um altjóða avbjóðingar, hevur flogbólturin ikki staðið aftast, og líka síðani stovnan í 1980 hevur Flog­bólts­ samband Føroya verið sera virki á altjóða pallinum við bæði ungdómsliðum og A-landsliðum. Tí tykist tað eisini púra náttúr­ ligt, at tað nú er eydnast flogbóltinum at fáa eina stóra kapping til Føroya, so vit á heimavølli kunnu uppliva altjóða flogbólt á hægsta stigi. Mánadagin, týsdagin og mikudagin er ítróttarhøllin á Hálsi í Havn karmur um altjóða kapping í kvinnuflogbólti, har lands­ liðini hjá Kypros, Írlandi, Liktinstein og Føroyum fara at kappast um í fyrsta lagi eitt pláss í EM-kappingini og í øðrum lagi eitt pláss í HM-kappingini. Í grundini er talan um tvær kappingar í einari, tí fyrst er tað so, at tvey tey fremstu liðini av hesum fýra sleppa víðari í EM-kappingini, meðan tað fremsta eisini sleppur víðari í HM-kappingini. Góðar vónir Vit hava góðar vónir, tí tá flogbóltskvinnurnar herfyri spældu vinar­dyst ímóti Danmark, mundi tað eydnast at koppað Danmark, sum mátti heilt út í fimm sett, áðrenn sigurin datt yvir til Danmark. At vit so eisini kundu mynstra við fleiri av bestu spælarunum í donsku kappingini á okkara liði, eitt nú ársins spæl­ara niðri, sigur ikki so lítið um tær dygdir, føroysku flog­ bólts­kvinnurnar hava. At dygdirnar veruliga eru har og henda EM/HM-kappingin kann verða ein stórur møguleiki hjá føroyskum kvinnuflogbólti at vinna seg eitt stig longur upp í altjóða høpi, er ikki so ringt at skilja, um hugt verður at menningini í mong ár. Í oyggjaleikahøpi, har flogbóltskvinnurnar í áravís hava fingið góðar avbjóðingar, hava tær verið mest vinnandi flogbóltsliðið av øllum gjøgnum árini, og tí kunnu vit siga, at flogbóltskvinnurnar nú gera okkum øll spent!. Vit í Tórshavnar kommunu fegnast um, at boð aftur eru eftir okkum at vera vertir fyri kappingini, eins og vit vóru tað í 2008, tá ið Flogbóltssambandið skipaði fyri EM-kapping. Tað er eitt bragd, at flogbólturin fær hesa kapping hendavegin, og vit hava eisini gjørt okkara besta fyri at skapa røttu karmarnar fyri hesi stórhending, ið prógvar, at Føroyar á altjóða økinum eiga at rúma so nógvum avbjóðingum, sum yvirhøvur er gjørligt. Skulu tora og megna Eisini er tað ein gleði og ein æra fyri okkum sum vertsbýur at kunna vera við til at bjóða okkum fram í sambandi við kappingar og tiltøk í altjóða høpi. Tað er eisini av somu orsøk, at vit nú royna at brynja høllina á Hálsi út, so hon kann hýsa enn fleiri kappingum av líknandi slagi, tí í Føroyum eiga vit at hugsa, at eingin avbjóðing skal vera so stór, at vit ikki skulu tora og megna at hýsa henni. Vit gleða okkum nú til tríggjar dagar við góðum og spennandi dystum í hesi EM/HM-kappingini, har vit bjóða okkara gestum úr Kypros, Írlandi og Liktinstein at vera vælkomnum til Føroya og til Havnar, samstundis sum vit sjálvandi øll vóna, at væl fer at hilnast hjá flogbóltskvinnunum. Koyr á Føroyar og góða kapping, øll somu! Nú »aðalroyndin« hjá kvinnulandsliðnum í flogbólti gekk so væl, eru vit øll sera spent at síggja, hvussu tað fer at gangast í EM/HM-kappingini, ið Havnin hevur ta stóru gleði at vera vertur fyri í tríggjar dagar við seks altjóða dystin á hægsta stigi Heðin Mortensen Borgarstjóri Tórshavnar Kommunu