mikudagur 18. mai 2016síða 38
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Lýsingablað frá Miðlahúsinum
6
Menninir royndu
seg í Luxembourg
Terji Nielsen
Tað var eitt ógvuliga blandað
føroyskt lið, sum mikudagin í farnu
viku fór úr Føroyum við kós móti
Luxembourg at kappast í HM/EM-
undankapping. Við í hópinum, sum
Bárður Bendix Mikkelsen, landsliðs
venjari, hevði tikið út, vóru fleiri sera
royndir leikarar so sum Rúni Weihe,
Thorvald Danielsen og Suni Juul
Petersen, men samstundis vóru eisini
fleiri nýggir og blaðungir leikarar
í hópinum, sum ongan landsdyst
høvdu spælt undan kappingini farna
vikuskifti.
Gysari móti norðurírum
Fyrri dysturin hjá føroyska landslið
num var móti Norðurírlandi fríggja
dagin, og her gjørdist talan um ein
sannan gysara.
Í fyrsta settinum gekk rættiliga
javnt á, men norðurírar høvdu at
kalla alt settið ein lítlan mun, og teir
vunnu eisini settið 25-21.
Men í øðrum setti var gongdin
ein heilt onnur. Okkara vóru nú nógv
meiri klárir, og vit fingu eina góða
byrjan uppá settið og løgdu okkum
nakrar bóltar fram um norðurírar.
Men so kom stígur í hjá okkara eina
løtu, og norðurírar tóku leiðsluna.
Okkara vóru tó skjótir at svara
aftur, og so gekk ógvuliga javnt á
heilt fram til teir avgerandi bóltarnar.
Tað stóð á jøvnum bæði 21-21 og
24-24, men so tóku okkara leikarar
avgerandi stigini og vunnu settið
26-24.
Hevði annað sett verið ein gysari,
so gjørdist triðja settið ikki minni
spennandi. Ikki tí, okkara leikarar
vóru greitt omaná fyrstu løtuna av
settinum og vóru eisini á odda við
bæði fýra og fimm stigum, men tá
ið settið fór at halla, tóku norðurírar
inn á Føroyar aftur, og so gekk púra
javnt á.
Føroyingarnir høvdu tveir sett
bóltar, men megnaðu ikki at fáa
avgerandi stigið, og ístaðin vóru tað
norðurírar, sum eftir eitt sindur av
togan aftur og fram, endaðu við at
vinna settið 29-27.
Marginalarnir vóru ikki við
føroyska liðnum í dystinum móti
Norðurírlandi, og tað kom eisini til
sjóndar í fjórða setti. Tí talan var enn
einaferð um eitt sera tætt sett, har
tað gekk ómetaliga javnt á, men tá ið
avtornaði, so vunnu norðurírar settið
26-24 og harvið dystin 3-1.
Greitt tap fyri vertunum
Sunnudagin var so dystur móti
vertslandinum Luxembourg, og her
gjørdist talan um eitt greitt tap.
Heimaliðið vann dystin 3-0 eftir
settúrslitini 25-19, 25-13 og 25-10.
Luxembourg vann eisini dystin
móti Norðurírlandi 3-0, og tí gjørdust
vertirnir greiðir vinnarar av kappingini
á heimavølli.
Hjá føroyska liðnum og venjar
unum var tó nógv gott at taka
við heim aftur eftir kappingina í
Luxembourg. Ikki minst kundi man
fegnast um, at av teimum 13 leik
arunum í føroyska hópinum vóru ikki
færri enn fimm blaðungir leikarar,
sum fingu sín fyrsta landsdyst í
kappingini í Luxembourg.
Teir fimm leikararnir eru: Niels
Niclasen úr Fleyr, Uni Jacobsen úr
Fleyr, Jóhan Arni Elisson Wang úr
Fleyr, Kasper Lorenzen úr SÍ og Dávið
Hentze úr Fleyr.
terji@sosialurin.fo
Farna vikuskifti var føroyska manslandsliðið í flogbólti til HM/EM-undankapping
í Luxembourg, har mótstøðuliðini vóru Norðurírland og Luxembourg
Føroyska manslandsliðið í flogbólti