mikudagur 18. mai 2016síða 40
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Lýsingablað frá Miðlahúsinum
8
Vit hava góðar vónir
Neli Heldarskarð
Venjari á føroyska flogbóltslands
liðnum hjá kvinnum er sørvingurin,
Jóhan Petur á Stongum, ið flogbólts
áhugað eisini kenna sum leikara
hjá besta mansliðnum hjá SÍ. Hann
hevur ikki verið høvuðsvenjari hjá
føroyska flogbóltslandsliðnum hjá
kvinnum áður, men varð hann settur
sum venjari undan hesari kappingini.
Talan er tó um ein mann, ið hevur
venjararoyndir saman við føroyska
kvinnulandsliðnum.
Í 2009 var Jóhan Petur hjálpar
venjari á tí landsliðnum, ið vann gull
heiðursmerki á oyggjaleikum í Álandi
hetta árið. Ta ferðina var Kristian
Mikkelsen høvuðsvenjari hjá føroysku
kvinnunum, men í ár hava flogbólts
harrarnir báðir býtt um leiklut, tí at í
dag er tað Kristian Mikkelsen, sum er
hjálparvenjari hjá teimum føroysku
flogbóltskvinnunum.
Vónirnar eru góðar
Fýra flogsbóltslandslið dystast í
døgunum 23.-25. mai í høllini á
Hálsi. Føroyar kunnu spæla seg víðari
til endaumfar í bæði HM- og EM-
kappingini við at enda nummar eitt,
meðan eitt endapláss sum nummar
tvey viðførir víðari luttøku til enda
umfarið í EM-kappingini.
Føroyski landsliðsvenjarin hevur
góðar vónir til komandi kappingina.
Eisini fegnast hann um, at slík
kapping kann blíva fyriskipað í
Føroyum.
– Vónirnar eru góðar. Vit hava
heimavøll, og tað er ein sjálvsagdur
fyrimunur. Eg ivist ikki í, at vit fara
at fáa góðan stuðul, og tað fer
avgjørt at hjálpa liðnum. Tað gevur
eitt sindur eyka. Ein slík kapping
hevur verið fyrr í 2008, men tað er
heilt framúrskarandi, at tað ber til at
fáa tílíka kapping til Føroya. Tað er
als ikki á hvørjum degi, at føroyska
flogbóltslandsliðið spælir á heima
vølli, sigur Jóhan Petur á Stongum í
samrøðu við Sosialin.
Kýpros verður
stóra avbjóðingin
Mótstøðuliðini hjá Føroyum í
komandi kappingini eru Írland,
Liktinstein og Kýpros. Her er føroyski
venjarin sannførdur um, at dysturin
ímóti Kýpros verður tann stóra av
bjóðingin fyri føroyska liðið.
– Kýpros er óivað sterkasta liðið,
ið vit skulu spæla ímóti. Um hugt
verður eftir hagtølunum, so hevur
Kýpros ikki tapt ein dyst síðani 2011,
og kýpriotiska liðið vann kappingina,
sum vit luttaka í nú, í 2011, 2013
og 2015.
Serliga er tað dysturin ímóti
Írlandi, sum í størstan mun er tann,
ið føroysku kvinnurnar eiga at vinna.
– Ímóti Írlandi burdu vit havt
munin. Eg kenni lítið til írska liðið,
men eg kenni venjara teirra, ið er úr
Bermuda. Sum eg havi fingið fortalt
frá hesum venjaranum, so eru nógvir
ungir leikarar á hesum írska liðnum,
og hesum liði skulu vit helst vinna
ímóti, greiðir Jóhan Petur á Stongum
frá.
Tann dysturin, sum nokk kann
væntast at blíva tann mest spenn
andi hjá føroyingum, er tann ímóti
Liktinstein. Hetta er eitt lið, sum
Føroyar bæði hava vunnið og tapt
ímóti í nýggjari tíð.
– Í 2014 vóru vit í líknandi, inn
leiðandi bólkaspæli við Liktinstein.
Liðini í bólkinum vóru Ísland,
Liktinstein og Luksemburg, og varð
hendan kappingin eisini hildin í
Íslandi. Tá vunnu Føroyar 3-1 ímóti
Liktinstein. Føroyar vunnu allar hesar
dystir og komu víðari, sigur Jóhan
Petur á Stongum og leggur síðani
afturat:
Í 2015 var finaluumfarið frá
hesari kappingini. Tá endaðu Føroyar
nummar fýra av fimm og taptu ímóti
bæði Kýpros og Liktinstein.
Fyrimunur at
leikarar spæla niðri
Spurdur um, hvussu hetta flogbólts
landsliðið stendur mát við tey
mongu føroysku kvinnulandsliðini, ið
hava vunnið alskyns heiðursmerki á
oyggjaleikum, letur landsliðsvenjarin
væl at. Her heldur hann, at tað er
ein fyrimunur, at fleiri av leikarunum,
sum spæla við í dag, eisini vóru við í
kappingini í Íslandi í 2014.
– Nógvir av teimum somu leik
arunum, sum luttóku í seinastu
kapping, eru við aftur hesaferð. Mun
urin er tann, at nú eru leikararnir tað
eldri, og eisini eiga vit fleiri leikarar í
dag, sum spæla í donsku kappingini.
Hetta er sera mennandi fyri spæl
ararnar, tí at støðið er nógv hægri
niðri. Fýra av leikarunum hava spælt
í bestu deildini í ár og vunnið bronsu
(Sofía Purkhús, Elisabeth Purkhús,
Eina Kalsø og Birgit Guttesen úr
Amager VK). Tvær hava eisini spælt
í næstbestu deildini (Urd T. Traðará
og Eyð G. Magnussen) og eru nú
fluttar upp í bestu deildina. Vónin
er, at liðið er blivið betri við øktu
rutinuni á liðnum, sigur Jóhan Petur
á Stongum.
Landsliðsvenjarin vísir eisini á,
at tær á flogbóltslandsliðnum hava
eina betri hædd, enn føroysk flog
bóltslandslið hjá kvinnum hava havt
áður.
– Ein annar fyrimunur við liðinum
hjá okkum í dag er, at vit hava eina
góða miðalhædd. Hetta ger, at vit
standa sterkari í blokkinum. Áður
hevur hæddin hjá kvinnuleikarunum
ikki verið líka góð, sum hon er júst
nú.
At enda varð føroyski venjarin
spurdur um málið fyri komandi
kappingina, ið verður hildin í høllini
á Hálsi.
– Málið er fyrst og fremst at
koma víðari. Enn betri, um vit fáa
fyrsta plássið, men næsta plássið er
eisini góðtikið, vóru seinastu orðini
frá Jóhan Peturi á Stongum.
neli@sosialurin.fo
– Málið er fyrst og fremst at koma víðari. Enn betri, um vit fáa fyrsta plássið, men
næsta plássið er eisini góðtikið. Hetta sigur Jóhan Petur á Stongum, venjari hjá føroysku
flogbóltskvinnunum, undan stóru kappingini í høllini á Hálsi í komandi viku
Jóhan Petur á Stongum, venjari hjá føroysku flogbóltskvinnunum
Landsliðsvenjarin: