mikudagur 18. mai 2016síða 44
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Lýsingablað frá Miðlahúsinum
12
HM/EM landsliðið
kroysti Danmark
Høvdu Danmark á knøunum
Føroyska kvinnulandsliðið var herfyri
á venjingarlegu í Danmark í sambandi
við HM/EM kappingina, sum verður
í Tórshavn 23. - 25. mai 2016, og í
tí sambandi spældi landsdyst ímóti
danska flogbóltslandsliðnum.
Og ikki kann sigast annað, enn at
føroyska liðið gjørdi ein sanniligan
vørr í Keypmannahavn tann 7. Mai.
Sum tað eisini sæst á settúrslit
unum, so vóru settini ógvuliga jøvn,
og í seinasta og 5. settinum vóru
tað bert smáir marginalar, sum
avgjørdu dystin. Tá liðini skiftu síðu
í 5. settinum, vóru Føroyar á odda
8 - 5, men kláraðu ikki at standa
ímóti stóra servitrýstinum í seinasta
partinum av settinum. Hetta viðførdi
at føroyska liðið tapti 15 – 12.
Stoltur landsliðsvenjari
Føroyski venjarin Jóhan Petur á
Stongum hevði næstan bert rósandi
orð til leikararnar. Hann segði millum
annað, at sæð í ljósinum av, at hetta
var fyrsti dystur, sum liðið spælir
saman, so var úrslitið eitt super
úrslit – tað besta nakrantíð hjá
einum føroyskum flogbóltslandsliði.
– Vit hava super servutrýst,
fantastiskan blokk og fantastiskt
verjuspæl. Vit megna ikki at standa
ímóti servunum hjá DK; tær hava 18
servuess. Hetta vistu vit ádrenn, tí
at Svøríki hevði somu trupuleikar í
gjár, tá Danmark var á vitjan í Svøríki,
segði Jóan Petur á Stongum eftir
dystin.
Anja vísti stórspæl
Víðari segði landsliðsvenjarin, at
álopið hjá okkara liði var ógvuliga
skilagott.
– Vit vistu at Danmark fekk
nógv upp aftur, men vit megna at
halda høvdið kalt og bíða til rætta
støðan kemur. Álopið hjá okkum var
imponerandi, og til seinast má eg
nevna Anju S. Danielsen, sum spældi
sín lívs dyst – hon vinnur 18 bóltar í
smash, og tað er imponerandi, segði
Jóan Petur á Stongum at enda.
Liðið hevur havt fleiri venjingar
síðani dystin í Danmark, og Jóan
Petur á Stongum segði eftir dystin
í Danmark, at fram til HM/EM-
kappingina í Tórshavn 23. – 25. mai,
verður serliga arbeitt við at betra um
móttøkurnar.
Liðini, sum føroyska landsliðið
skal spæla ímóti eru Kýpros,
Liktinstein og Írland. Kappingin er
ein kombinerað EM/HM kapping. Nr.
1 í bólkinum kemur beinleiðis víðari
í HM kappingini, meðan nr. 1 og 2
koma víðari í EM kappingini.
Danmark – Føroyar: 3-2 (25-23, 21-25, 25-22, 24-26, 15-12)
Anja Danielsen við FM-steypinum, sum hon vann við Fleyr í ár. Hon spældi sín lívs dyst, tá ið Føroyar høvdu Danmark á knøunum í venjingardysti herfyri
Mynd: Álvur Haraldsen