Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-18, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2016síða 51

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Lýsingablað frá Miðlahúsinum 19 torshavn.fo Hátíðardagar 26. – 29. mai Framsýning • Kvøldseta • Konsert • Trappan • Brúgvin • Guðstænasta Hósdagin 26. mai Býarbókasavnið Kl. 16.00: Framsýningin „Tórshavn frá 1000 til 1909“ letur upp. Kort, tekningar og myndir. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í menta­ málanevndini, heldur røðu. Kaffi og køkur. Øll eru vælkomin. Reinsaríið Kl. 20.00­22.00: Kvøldseta „Tórshavn – úr fortíð í framtíð.“ Øll eru vælkomin. Á skránni: Borgarstjórin bjóðar vælkomin. „Soleiðis gjørdist Havnin miðdepil.“ Samrøða við Jens Paula Nolsøe, søgufrøðing. „Býarstýri í 150 ár.“ Filmur um fólkaræðisligu gongdina í Tórshavnar kommunu. „Gamalt og nýtt í býnum“ Samrøða við Biritu Wardum, býararkitekt, og Mayfinn Norðoy, arkitekt. „Hetta kundi Havnin bjóðað aftrat“ Hansina Iversen, listakvinna, hugleiðir við myndum. „Søgur og skrøgg úr Havn.“ Jørleif Kúrberg sigur frá hendingum og fólkum. Húsorkestur við Kim Hansen spælir kendar havnarsangir millum innsløgini. Fríggjadagin 27. mai Reinsaríið Kl. 20.00 Konsert við Danny & the Veetos, The Reverends og Leu Kampmann. Leygardagin 28. mai Tórsgøta og Vágsbotnur Kl. 10.00­12.30: Morgunmatarborð, barna­ fagnaður og trappan í Vágsbotni tikin í nýtslu. Á skránni: Havnar Hornorkestur spælir frá kl. 10.00, tá morgumatarborð letur upp. BUBU og Kim Hansen við bólki undirhalda við morgunfimleiki, sangi og spæli á trappuni. Kl. 11.30 verður trappan alment tikin í nýtslu. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi­ og býarskipan­ arnevndini, røða. Tórshavnar Manskór syngur. Ævintýraferðin syngur og spælir. Endað verður við, at Punjab rokkar á trappuni. Brúgvin um Sandá Kl. 16.00: Brúgvin um Sandá tikin í nýtslu Snotiliga brúgvin um Sandá verður tikin í nýtslu. Havnar Hornorkestur spælir. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Elin Linden­ skov, forkvinna í teknisku nevnd, halda røður. Kaffi, køkur og tónleikur. Býráðslimirnir klippa snórin. Sunnudagin 29. mai Kl. 11.00: Hátíðarguðstænasta í Havnar kirkju við dómprósti og biskuppi. Havnarkórið syngur.