mánadagur 11. apríl 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. apríl 2016 · Nr. 41
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
MEIRA ENN GÓÐK
Føroya U20-manslandsliðið í hondbólti var um vikuskiftið bara marginalar
frá at vinna teir báðar fyrstu dystirnar, sum hevði verið nóg mikið til at
komið við í EM-endaspælið í summar. – Talan er um ein serstakliga góðan
árgang, ið kann menna seg enn meira, sigur landsliðsvenjarin, Kári Nielsen
– Politikararnir gera av, um vit skulu hava landsliðsvirksemi á jøvnum føti við onnur,
sigur Hallur Danielsen frá Hondbóltssambandinum, ið heldur almennan stuðul vera sera
umráðani og neyðugan, skal føroyskur hondbóltur framhaldandi mennast
Hilmar Jan Hansen
Tey løgdu ordiliga merki
til
Føroyar
í
sveisiska
Schaffhausen um vikuskiftið,
nú føroyska U20-landslið
ið hjá monnum var har og
spældi
EM-undankapping
við Sveis, Makedonia og
Montenegro sum mótstøðu
liðum. Eftir onkrar av dyst
unum komu bæði lokalir
hondbóltsfjepparar og fólk
frá hinum londunum og
fregnaðust, um tað veruliga
passaði, at tað bara búðu
50.000 fólk í Føroyum og at
hetta vóru alt føroyingar, ið
mannaðu liðið.
Jú, kundu føroyingarnir
vátta, at gamaní eru Føroyar
ikki nakað stórveldi í fólka
tali, men tó eru tað nógv, ið
spæla hondbólt, og talent
massin er stórur og bara
økist. Stuttligt, at fremm
andafólkini vóru so hugtikin
av Føroyum og føroyska
hondbóltsspælinum,
men
enn eitt dømi um, at góð
føroysk avrik í ítrótti geva
Føroyum nógva og positiva
umrøðu, ið ikki fæst annars.
U20-menninir løgdu fyri
við at spæla javnleik ímóti
Montenegro
fríggjadagin,
tá tað leingi sá út til at enda
við einum greiðum sigri. Eitt
skifti vóru Føroyar á odda
24-21, men so kom av álvara
stígur í, so Montenegro kundi
fara framum 25-24, men í
evstu løtu eydnaðist at javna
til 25-25!
Leygardagin var Make
donia mótstøðuliðið, og her
stóð púra fast frá byrjan, tí
meira enn níggju minuttir
gingu, áðrenn Føroyar fingu
mál, og tá var Makedonia
longu á odda 3-0. Í tí dyst
inum var tað ikki bara
makedonska mótstøðan, ið
spælararnir høvdu at stríðast
við, tí dómararnir úr Kosovo
vóru bart út sagt beistagtigir
og dømdu støðugt til fyri
muns fyri Makedonia. Tá so
føroyska liðið ímóti endanum
kundi tikið tað mista inn
aftur, var fokuseringin fokin
og neyvleikin ikki longur til
staðar, og dysturin endaði við
17-21 tapi.
Nógv at arbeiða við
Sunnumorgunin vann Make
donia so 36-24 á Montenegro,
og tá var greitt, at tað fóru at
blíva Sveis og Makedonia, ið
komu við til EM-endaspælið.
Vónir um annað enn eitt
heiðurligt úrslit ímóti Sveis,
sum er fimtbest í heiminum í
hesum aldursbólkinum, vóru
ikki, men eydnaðist at halda
tapinum niðan fyri 19 mál, so
endaðu Føroyar ikki aftast.
– Á liðnum hjá Sveis vóru
nakrar
ordiligar
kempur,
og teir hava eina ótrúliga
sterka verju, sum forklárar,
hví vit bara ellivu mál, hóast
vit hava møguleikar til eini
fimm ella seks aftrat. Men
eg haldi, at tað er fínt, at
vit blíva triðfremst, og tað
hava vit eisini uppiborið, tí
vit hava spælt ímóti fínum
liðum og góðum spælarum,
og tá vit so eisini sóu hini
liðini spælt ímóti hvørjum
øðrum, verður okkara avrik
sett í perspektiv og kann
bara góðkennast, sigur Kári
Nielsen, landsliðsvenjari, ið
fegnast um, at liðið megnaði
at fáa eitt triðjapláss, tí her
er nógv at arbeiða víðari við.
– Talan er um ein ser
stakliga góðan árgang, ið
kann menna seg enn meira.
Og frá hesi kappingini er
eisini nógv, vit kunnu taka
við okkum heimaftur og
nógv at arbeiða meira við.
Her gekk sjón fyri søgn, at
vit eru ikki nóg væl fyri til
at spæla eina kapping, tí
spælararnir orka ikki nóg
væl at renna og maktast ov
skjótt. Okkara spælarar eru
sterkir, men makta allíkavæl
ikki at fullføra dystirnar, so
tað mugu vit arbeiða við.
Samstundis síggja vit, at
toppspælararnir hjá hinum
koyra akkurát tað sama í
síðsta sum í fyrsta minutti,
men tað klára vit tíverri ikki.
Mugu halda fram
Júst tað, at talan í hesum føri
er um ein serstakliga góðan
árgang av spælarum, ger
eisini, at her má arbeiðast
miðvíst og framhaldandi, so
hesin góði endin ikki verður
sleptur. Potentialið er stórt
og møguleikarnir avgjørt
til staðar fyri at røkka allan
vegin í eini slíkari kapping,
so tað kann enda við plássi
í einum EM- ella HM-enda
spæli.
Spælararnir, sum á besta
hátt hava umboðað Føroyar
og føroyskan hondbólt í
Sveis um vikuskiftið, kunnu
longu aftur í januar mánaði
fáa møguleika at spæla
eina sama slag kapping, tá
talan verður um HM-undan
kapping við einum bólki við
fýra londum, sum so spæla
tríggjar dystir hvørt á einum
staði, akkurát sum nú.
Enn hevur Hondbólts
sambandið
ikki
meldað
liðið til, men vónandi fæst
roknistykkið at ganga upp,
so menningin av fram
tíðar
hondbóltsspælar
um okkara ikki steðgar
óneyðugt, men sleppur at
halda fram, so vit kunnu
sleppa
at
síggja,
hvat
veruliga kann fáast burtur
úr tí góða tilfeingi, ið er.
Sum
nevnt
aðrastaðni,
krevur tað, at allir partar
spæla við – og serliga al
mennu myndugleikarnir –
so Føroyar ikki skulu enda
sum eftirbátur, nú tað langt
um leingi er eydnast at fáa
fatur í rætta endanum.
Og skuldi alt gingið so
Hilmar Jan Hansen
Nú
EM-undankappingin
í Schaffhausen er av og
Føroyar endaðu nummar
trý
í
sínum
bólki,
er
eitt
gjøgnumgangandi
nøgdsemi at hóma millum
tey, ið varða av føroyska
liðnum, hóast øll eru greið
yvir, at um alt bara vildi
eitt lítið sindur øðrvísi til,
var liðið komið eitt fitt petti
longri.
– Sjálvandi eru vit væl
nøgd við, at U20-menn
inir
eru
so
tætt
uppá
at enda millum 16 tey
bestu landsliðini í Europa
og at koma við til eitt
endaspæl. Og bara tað, at
so lítið restar í, fortelur
nakað um tilfeingið og
møguleikarnar í føroyskum
hondbólti, um vit kunnu
varðveita eitt regluligt og
støðugt landsliðsvirksemi í
hondbóltinum, sigur Hallur
Danielsen frá Hondbólts
sambandinum, ið sjálvur
var við á ferðini og frá
fyrstu parkett sá føroyska
avrikið á vøllinum.
– At vit kunnu vera
so
ómetaliga
nær
við
at
koma
víðar
til
eitt
endaspæl, sóu vit longu í
mars í fjør, tá okkara U17-
kvinnur vóru líka nær við
í
undankappingini,
tær
spældu í Føroyum. Eingin
ivi er um, at føroyskum
hondbóltur
hevur
eina
øgiliga spennandi framtíð,
og vit mugu bara staðfesta,
at fáa vit tey ítróttarligu
og fíggjarligu viðurskiftini
at koyra optimalt, fáa vit
nøkur framúr góð úrslit at
síggja innan langa tíð.
Hallur Danielsen vísir á,
at nakað, sum enn restar í,
eru royndirnar, ið bara koma
við regluligum og áhaldandi
arbeiði, og har vísir hann á,
hvussu nógv tað hevur at
siga, at venjingarnar verða
optimeraðar, frá tí at børnini
byrja at spæla hondbólt
seks, sjey ella átta ára gomul.
– Vit arbeiða við at gera
ein føroyskan leist, har vit
siga, at vit vilja skapa hond
bóltsspælarar, sum kunnu
hetta og hatta, og tað ætla vit
at gera so og so. Nú er tað, at
vit mugu halda fast og skap
eitt framhaldandi arbeiði,
ið vónandi kann tað hjálpa
bæði feløgunum og okkum
í Hondbóltsambandinum at
skapa nakrar øgiliga góðar
A-landsliðsspælarar
tey
næstu nógvu árini, sigur
hann.
Stuðul má til
Samstundis vísir hann á, at
arbeiðið hjá hondbóltinum
hevur trý bein at standa
á, sum eru tað, HSF sjálvt
kann
skapa
við
sínum
virksemi, áskoðarainntøkum
og øðrum, og síðani eru
tað privatu stuðlarnir, ið
hava givið menningini í
hondbóltinum ans og hava
bæði víst stóran áhuga og
verið stinnir at stuðla.
– Og so er tað tað al
menna, men har hevur verið
ALMENNU FØROYAR MUGU SPÆLA VIÐ