Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. apríl 2016 · Nr. 41 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Nýggi FIFA forsetin er longu komin í andróður, hóast hann bara hevur sitið í tveir mánaðir. Í avdúkandi Panama­skjølunum er komið fram, at Gianni Infantino, sum umboð fyri UEFA fyri tíggju árum síðani, hevur undir­skrivað sáttmálar um sjón­varps­rættindini við ill­ gruna­sama fyritøku. Gianni Infantino, sum síð­ani bleiv aðalskrivari hjá UEFA og nú FIFA forseti, tví­heldur um, at hann einki óreiðiligt hevur gjørt. UEFA sigur tað sama, men ásann­ar ikki at hava kannað skjøl og sáttmálar nóg væl, tá felags­ skap­urin í aðrari mutursak segði seg einki samstarv hava við Cross Trading og Hugo Jinkins at gera Forsetin í føroyska fót­ bólts­sambandinum, Christian F. Andreasen, sum at­kvøddi fyri Gianni Infantino til FIFA forseta­val­ið í feburar, sigur seg fram­veg­is stuðla nýggja FIFA for­set­a­num, tí einki bend­ur á, at hann hevur gjørt nakað óreið­iligt. Hvat er hent? Millum Panamaskjølini, ið vísa hvussu heimsleiðarar, ítróttar­stjørnur, vinnulívs­ fólk og onnur hava snýtt skatta­myndugleikar við at goyma ríkidømi í skatta­ para­dísum, eru skjøl, ið seta for­setan í FIFA í samband við per­sónar, sum hava framt mut­ur. Tað skrivar bretska blað­ið The Guardian. Undirskriftin hjá Gianni Infantino er funnin á eini avtalu millum UEFA og ein av monn­unum, ið er partur av fíggjar­gøluni, ið hevur rakt FIFA. Tað var tá Gianni Infantino var leiðari fyri løg­ frøð­iliga deildini hjá UEFA, at hann skal hava undir­ skriv­að ein sáttmála í 2006 við­víkj­andi rættindum at vísa Champions League í Ekvador. Hví er tað ein trupulleiki? Eigarin av felagnum, Cross Trading, ið keypti rætt­ind­ini, Hugo Jinkins, er ákærd­ur av amerikanskum myndug­ leikum fyri mutur í samband við keyp av júst fótbólts­rætt­ indum. Í samband við tað málið, hevur UEFA boðað frá, at felagskapurin einki samband hevur havt við hvørki Cross Trading ella Hugo Jinkins, sum í dag situr í húsavarhaldi í Argentina. Skjølini vísa tó, at samband er millum UEFA, Cross Trading og Hugo Jinkins. Tað hevur UEFA nú eis­ini viðurkent, men vísur at talan var ikki var um eina til­ætlaða ætlan at villleiða myndu­leikarnar, men hevur ein útslit av talan er um so nógvar sáttmálar og annað, at tað ikki var teimum greitt. Hvat stendur í sáttmálunum? Tað eru serliga tveir sátt­mál­ ar, sum hava fingið umtalu í hesum sambandi. Gianni Infantino hevur saman við øðr­um umboðið fyri UEFA, undir­skrivað ein sáttmála við Cross Trading um keypið av sjónvarpsrættindunum til Champions League í Ekvador í tíðarskeiðnum 2003 til 2006, og 2006 til 2009. Skjøl vísa, at hann hev­ ur undirskrivað tveir sátt­ málar við fyritøkuna, Cross Trading, um sjónvarps­rætt­ indini til Champions League fótbólt í Ekvador kappingar­ árini 2006/07 til 2008/09, fyri áleið 750 túsund krónur. Cross Trading fyritøkan er undir illgruna fyri óreint spæl, tí rættindini blivu seld víðari fyri 2,2 milliónir krón­ur til sjónvarpsstøðina Teleamazonas. Tað er næst­ an ein fýrfalding av prís­ inum. Talan var í hesum før­ inum um rættindini til at vísa ein dyst beinleiðis, ein dyst forskotnan, og hæddar­ punkt. Hvat er Cross Trading? Cross Trading er ein fyri­ tøka, sum víðariselur sjón­ varps­rættindi, sum í hesum før­inum eru keypt frá UEFA. Cross Trading er eitt dóttir­ felag til hjá Full Play, sum Hugo Jinkins eigur. Ameri­ kanskir mynduleikar hava ill­gruna um, at Full Play hevur goldið nógvar milliónir í mutri í samband við sølu og keyp av sjónvarpsrættindum í til­feldum. Hvør seldi? Tað er UEFA, sum eigur rætt­ indini til at vísa Champions League fótbólt, men tað er ein millumfyritøka, ið eitur Team Marketing, sum hevur staðið fyri søluni. Skjøl hjá UEFA vísa, at Cross Trading keypti sjónvarpsrættindini sum hægst bjóðandi. Somu­ leiðis bleiv sølan góðkend av nevndini hjá UEFA, um­framt at mett var, at til­boð­ið sam­ svaraði við prís­in við aðrar fyritøkur í Suður­amerika. UEFA rannsakað – og tó Í kjalarvørrinum av av­ dúk­ingunum hava myndu­ leik­arnir í Sveis rannsakað høvðus­kontórið hjá UEFA í Nyon. Tað skrivaðu altjóða miðl­ar mikudagin. Líkt er til, at tað er eitt sindur av spinn á tí søguni, tí UEFA sigur seg hava útleverað øll skjøl, sum hava samband við sátt­málar­ nar við Cross Trading. Tí er talan eins nógv um at UEFA pro­aktivt er úti og hjálpur til. Hví hevur málið so stóran týdning? Hóast upphæddirnar eru av­bera lítlar í mun til heims­ um­setningin av Champions League sjónvarps­rætt­ind­ unum, so hevur málið ótrú­ liga stóran etiskan týdning. Gianni Infantino vann FIFA for­seta­valið nettupp, tí hann skuldi eitast at hava reinar hendur. Tí kann ein lítil sak sum hendan, fáa stóra avleiðing fyri nýggja FIFA forsetan, um tað vísur seg, at hann eig­ ur nakran lut í mutri. Hvat hendir nú? Málið verður kannað av myndu­leikunum, men lítið bendir á, at UEFA og Gianni Infantino hava gjørt nakað til­ætlað skeivt. Øll skjøl verða nú kannað, meðan FIFA forsetin bara kann bíða. trondur@sosialurin.fo Gianni Infantino skuldi verða frelsarin í FIFA, sum skuldi skuldi reinsa altjóða fótbóltssamgonguna, men longu nú er navnið á sveisiska eftirmanninum hjá Sepp Blatter á teimum skeivu papírunum – tað avdúka Panamaskjølini FÓTBÓLTUR GIANNI INFANTINO FIFA FORSETIN Í ANDRÓÐRI – Eg eri forfardur og góð­ taki ikki, at spurning­ar verða settir við mítt trú­ virði av summum fjøl­ miðl­um. Serliga havandi í huga, at UEFA hevur greitt nágreiniliga frá øll­ um skjølunum. – Sum eg áður havi sagt, so havi eg aldrin havt nakað persónligt sam­ skifti við Cross Trading ella teirra eigarar, tí tað var Team Marketing, ið tók sær av handlinum vegna UEFA, sigur Gianni Infantino. – Eg vil bara gera greitt, at ongir myndugleikar hava sett seg í samband við hvørki UEFA ella meg við­víkjandi hesum sátt­ mál­um. Harumframt, sum fjølmiðlar eisini skriva, so er eingin ábending um at hvørki UEFA ella eg hava gjørt nakað skeivt í hes­um máli, sigur Gianni Infantino. trondur@sosialurin.fo FIFA-forsetin hevur avnoktað, at hann eigur nakran part í sáttmálunum GIANNI INFANTINO AVNOKTAR ALT – Vit hava fingið eina frágreiðing, sum sannførur meg um, at tað er einki at fara eftir mótvegis Gianni Infantino, sigur Christian F. Andreasen, FSF forseti