mánadagur 11. apríl 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. apríl 2016 · Nr. 41
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HB EIGUR NÓGVAR
GULLSTREINGIR AT
SPÆLA UPPÁ
Nýggi álopsspælarin brúkti bara trý korter at skjóta hattrikk, og eisini Páll
A. Klettskarð og Klæmint A. Olsen vóru hesaferð fleirfaldir málskjúttar
Jóannes Hansen
Eftir 4-0 sigurin í Fuglafirði
í gjár er himinin klárur í
Klaksvík, og tað kitlar í
KÍ oyrunum, tá ið hagtøl
ini verða løgd á borðið. Í
fjør eydnaðist tað ongan
tíð teimum bláu og hvítu at
vinna tvær ferðir á rað og
samstundis at syrgja fyri,
at einki mál fór ígjøgnum.
Síðst hetta eydnaðist var í
2014, tá ið KÍ tvey umfør á
rað tók tveir stórar skøltar
við 1-0 sigrum – 1-0 ímóti B36
í Gundadali 24. august ella
sjálvan 110 ára føðingardagin
og 1-0 ímóti HB í Klaksvík 14.
september. KÍ sigurin á ÍF
var tann størsti ímóti fugl
firðingum síðani 27. juni í
2004, tá ið klaksvíkingar fóru
úr Fløtugerði við 6-1 sigri.
Páll A. Klettskarð var
tvífaldur
KÍ
málskjútti.
Hann hevur skorað fýra av
teimum tíggju málunum,
sum klaksvíkingar higartil
hava skorað.
ÍF
hevur
tvær
tær
seinastu ferðirnar lagt rygg
til samantalt 1-10 tap! Tað
man vera rár hending.
Nú eru steinar í
B36 skónum
Tá ið dómarin bríkslaði fyri
síðstu ferð í Gundadali í gjár,
vísti máltalvan 0-0. Heim
alegan var sum sligin á nevið,
og gestirnir av Tvøroyri stór
fegnaðust.
Frá fyrsta bríksli vísti
TB fínan góðan hugburð,
og
allan
fyrra
hálvleik
bjóðaði TB av frammarlaga
á vøllinum. Enn einaferð var
tað Albert Adu, sum skaraði
framúr.
Sum
seinni
hálvleikur
leið, varð TB dagsskráin
alt meiri at verja, og síðsta
korterið
vóru
TBarnir
sjáldan frammanfyri mið
strikuna. B36 trýsti, og bólt
urin dansaði fleiri ferðir
frammanfyri
málstrikuna,
men alt segði tað sama.
– Eg eri ógvuliga væl
nøgdur við hugburðin og av
rikið. Vit vilja fegnir vera við
til at mynda fótbóltsspæl,
men í dag vóru vit noyddir
í seinna hálvleiki at spæla
við
longum
sendingum,
vit stríddust fyri hvørjum
centimetri, og tað eydnaðist
at vinna eitt stig í Gundadali.
Tað munnu tey flestu vera
nøgd við, og tað eru vit eisini,
sigur TB venjarin Robert F.
Roelofsen.
B36
málverjin
Tórður
Thomsen var saman við lið
feløgunum vónbrotin:
– Marginalirnir eru ikki
við okkum. Áður hevur tað
ofta verið stong inn, og nú er
tað stong út. Bólturin trillaði
fleiri ferðir dygst framvið
strikuni, vit misnýttu risa
møguleikar, og TB málverjin
hevði einar fýra framúr
bjargingar, staðfestir B36
málverjin, og hann heldur
fram:
– Eg haldi, at vit kundu
havt vunnið fýra ferðir, um
vit
høvdu
marginalirnar
við okkum, meðan vit vóru
hepnir at vinna ímóti AB,
men vit vita, at allir dystirnir
eru torførir, sigur B36 mál
verjin.
Broddur og
tyngd í hjá HB
Røðin av stórum málskjútt
um í HB er long, síðani HB
vann fyrsta av mongu FM
heitunum í 1966: Eivind Dam,
Kári Helmsdal, Heri Nolsøe,
John Eysturoy, Beiggin, Suni
Jacobsen, Erling Jacobsen,
Gunnar Mohr og Uni Arge
skoraðu regluliga og ofta.
Síðstu árini hevur verið
longri millum stórskjúttar
nar í HB. Tað var smeitur,
at Arnbjørn Hansen, sum
í fjør var ætlaður at lyfta
arvin, varð illa skaddur og
framvegis ikki er førur fyri
at spæla.
Síðani
kappingarbyrjan
er HB liðið styrkt við eitt nú
Fróða Benjaminsen. Leygar
dagin var Øssur Dalbúð fyri
fyrstu ferð á listanum. Jan C.
Dam hevði hann á beinkinum
frá dystarbyrjan. Tá ið tað
framvegis var málleyst eftir
fyrra hálvleik, hóast HB
ofta hevði verið tætt við
í Skála brotsteiginum, so
varð nýggi maðurin skiftur
inn, og Øssur kom, sá og
sigraði. Hann skoraði reint
hattrikk og undirstrikaði
harvið, at hann er nýggjur
gullstrongur í sigursvanda
felagnum.
Øssur Dalbúð var fegin og
nøgdur:
– Eg flutti heim úr Keyp
mannahavn
mikudagin.
Eg vandi fyrstu ferð í HB
mikukvøldið og so aftur hós
kvøldið. Eg kenni meg at vera
væl fyri, tí eg havi vant nógv
niðri síðani ársskiftið, og
sjálvandi var hetta hugaligt.
Talan var um fínt liðavrik, og
lagið er gott á liðnum, sigur
Øssur Dalbúð.
Dygdirnar hjá Øssuri Dal
búð eru fleiri – bæði í saman
spælinum og frammanfyri
málið. Málini skoraði hann
við at vera á rætta staðnum
í røttu løtuni í málteiginum
ella har á leið. Tað fyrsta var
eftir flatt innlegg úr vinstru
frá Magnusi Egilsson, sum
var vongverji í vinstru, tað
næsta eftir framúr uppspæl
í høgru og útfrá sending frá
Teit Jacobsen, og í síðsta
førinum puffaði hann bóltin
inn um strikuna, eftir at
Andras Gango hevði hálv
bjargað, tá ið væl upplagdi
Fróði Benjaminsen royndi
seg av brotsteigarmarkinum.
Skála var væl við í fyrra
hálvleiki. Verjuspælið var
væl skipað, og skálamenn
høvdu fleiri góðar støður.
Spurningurin er, hvussu tað
hevði tørnað út, um reyða
kortið hevði verið á lofti, tá
ið Álvur F. Christiansen varð
steðgaður í gjøgnumbroti á
brotsteigarmarkinum, tá ið
støðan var 1-0. Men dómarin
var ikki samdur við heima
liðnum í, at Magnus Egilsson
nýtti neyðbremsuna.
Víkingur dumpaði
í síðstu løtu
Inntil tað bara restaði ein
hálvur minuttir av teimum
fýra, sum dómarin hevði
lagt aftrat, vísti máltalvan
á Argjum, at Víkingur var
frammanfyri 2-1. Í desperat
ari roynd at javna, eydnaðist
tað miðverjanum Dmitrije
Jankovic at tiltuska heima
liðnum hornaspark. AB mál
verjin Heðin Stenberg var
í Víkinga brotsteiginum, tá
ið bólturin varð lagdur inn
fyri. Hann fekk høvdið á,
men víkingarnir bjargaðu
í fyrstu atløgu á strikuni.
Eftir nakrar ferðir aftur og
fram var tað innskifti Árni G.
Nielsen, sum javnaði til 2-2.
Eingin ivi var um, at AB
vann eitt stig, og at Víkingur
tapti tvey stig.
– Eg eri ógvuliga vón
brotin. Tað er eingin orsøk
til, at vit geva teimum eitt
horna, tá ið tað resta nøkur
sekund. Tað var eitt mistak,
at vit ikki í staðin fyri at
leypa á heldur trillaðu bóltin
millum okkara, tá ið tað var
so lítið av tíð eftir, sigur
Víkinga venjarin Sámal Erik
Hentze, og hann heldur fram:
– Í løtum spældu vit væl,
FRÓÐI ÓLASON
OLSEN AB
Double up í stigum.
Burdu havt vunnið
handan dystin. Enn
einaferð spæla vit fult upp móti
FM kandidatum. Nú eru vit so ikki
rosinan í pylsuendanum longur.
KRISTIAN
JOENSEN KÍ
Munur er a
dukkufretum og
kanónsløgum!!
Nú lukturin í Fuglafiðrið er vekk,
lukta vit Europa… Koyr á KÍ!! Tiki
taka.
SÆBJØRN LEITI
ÍF
KÍ A vann á KÍ
B í dag, men vit
høvdu ein fínan
fyrra holvleik,
men tað var slett ikki nokk
Koyr á ÍF
ALLAN
ENGHAMAR HB
»The wheels on
the bus go round
and round...« - tađ
koyrir bara! Klassa
debut frá Øssur, hatta sær bara
gott út.
LISSI MOURITSEN B36
Grønir menn frá Pluto …
Komi ikki aftur til havnar!
MEN heilt erligt – hvussi gott hava
vit ikki klára okkum undanfarnu
árini »FØROYAMEISTARAR«
Vit eru her og vit verða her !
Einaferð og Altíð B36
JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ
Har var ongantíð nakar ivi. Har var
bara eitt lið á vøllinum, og 5-0 var í
minna lagið.
Kanska grannarnir burdu umhugsað,
ikki at møtt upp, næstu ferð vit
møtast. So høvdu teir hóast alt bara
tapt 3-0! ;)
Góðir!
FÓTBÓLTUR