mánadagur 11. apríl 2016síða 26
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
2
Apríl 2016
3
Útgevari: Sosialurin (11. apríl 2016)
Ábyrgd: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Lýsingar:
Frida Mellemgaard
lysing@sosialurin.fo
tel. 231826
Snið og layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Myndir: Álvur Haraldsen o.o.
Árni Gregersen
Í sjey-átta ár hevur føroyska fyritøkan
Amplexa arbeitt við genkanningum í
Danmark.
Fyritøkan hevur arbeitt tætt
saman við sjúkrahúsinum Filadelfia
í Dianalund, sum hevur epilepsi sum
serfrøði.
Amplexa hevur gjørt kanningar
fyri sjúkrahúsið, sum hevur gjørt
sjúkrahúsið ført fyri at veita eina
meira
málrættaða
viðgerði
av
epilepsi-sjúklingum.
Hendan menningin hevur givið
Amplexa eitt stórt herðaklapp og
eitt stórt framstig fyri fyritøkuna, tí nú
er hon komin í samstarv við Skejby
Sjúkrahús í Århus og við kenda
Kings College-sjúkrahúsið í London:
– Talan er um eina Strategic
Partnership Agreement (SPA), ið
Amplexa Genetics og enska sjúkra
húsið
og
granskingarstovnurin,
King’s College London, hava undir
skrivað, sigur Hans Atli Dahl, stjóri í
Amplexa.
Amplexa Genetics er parta
felag, og høvuðseigarar eru
Norðoya Íløgufelag/Føroya
grunnurin og Framtaksgrunn
ur Føroya. Fyritøkan heldur til í
Odense í Danmark.
– Eg eri ómetaliga fegin
um, at vit hava fingið hesa
viðurkenning. Í London vóru
vit vald út millim fleiri aðrar veitarar,
so fyri okkum er tað sera stórt, at eitt
so stórt og kent sjúkrahús vil hava
lut í tí vitan, sum vit hava skapt, sigur
hann.
Í Danmark hevur fyritøkan arbeitt
saman við Filadelfia í Dianalund,
men nú er eisini ein avtala gjørd við
stóra Skejby Sjúkrahús í Århus.
– Tað er sanniliga eisini eitt
herðaklapp, tí danir hava ikki vilja
brúkt okkum. Alt slíkt er vanliga í al
mennum skipanum, men royndirnar,
sum donsku sjúkrahúsini hava tikið
eru vanliga sendar til Hollands. Nú
fáa tey svarini munandi skjótari og
úr Danmark, sigur Hans Atli Dahl.
Var tungt
Amplexa er ein sjey ára gomul fyri
tøka. Hon heldur til í Odense, men
fyrstu árini hevur raksturin verið
tungur. Í løtuni arbeiða átta fólk í fyri
tøkuni – har ímillum ein pHd.lesandi,
sum arbeiðir á Inova í Havn.
Í løtuni verður arbeitt við at lesa
arvastreingin hjá sild. Hetta er eitt
arbeiðið, sum verður mett sera
spennandi millum granskarar og tey
sum samráðast um rættindini til at
fiska sild.
– Tað er umráðandi at fáa at vita
um øll sild er av sama stovni – ella
talan er um fleiri stovnar i til dømis
norðhavssildini. At fáa vitan um
hetta hevur alstóran týdning, tá ið
veiðurættindi skulu býtast og tá ið
stovsmetingar verða gjørdar, sigur
Hans Arni Dahl.
Hann sigur, at vitanin um, hvussu
arbeaeginleikarnir eru, kann gera, at
vísindafólk annars betur kunnu stýra
veiðuni eftir sild og tryggja, at partar
av stovnum ikki verða ovurfiskaðir.
Talan er í veruleikanum um eina
verkætlan, sum verður gjørd á Inova í
Føroyum. Hendan verkætlanin
fer at kosta einar tríggjar
milljónir krónur og peningurin
er fingin til vega.
Peningurin er skaffaður til
vega frá privatum og almenn
um grunnum.
– Seinastu pengarnir komu
frá danska Innovations-grunn
inum og at pengar koma hað
ani kennavit eisini sum eina viður
kenning,s igur Hans Arni Dahl.
Inova er ein granskingarstovnur,
sum heldur til við Hoyvíksvegin í
Havn. Vinnan er ein stórur partur av
stovninum og serliga er tað felagið
Nótaskip, sum hevur sett pening í
felagið.
Við Hoyvíksvegin eru fleiri starvs
stovur, sum Inova leigar út, men
Sunnvør í Kongsstovu er tann, sum
tekur sær av at lesa arvastreingin
hjá sildini. Hon er samstundis pHd.
lesandi.
– Eg má siga, at eg eri ómetaliga
fegin í dag. Viðurkenningin telur
ómetaliga nógv og í fjør vaks um
setningurin til tað dupulta og tað fer
hann helst eisini at gera í dag, sigur
Hans Atli Dahl.
FØROYSKA FYRITØKAN HEVUR FINGIÐ VIÐURKENNANDI SÁTTMÁLA VIÐ KINGS
COLLEGE SJÚKRAHÚSIÐ Í LONDON OG VIÐ SKEJBY SJÚKRAHÚS
Genkanningar
Amplexa fær stórar
viðurkenningar
Tað er sanniliga eisini eitt herðaklapp,
tí danir hava ikki viljað brúkt okkum
Hans Atli Dahl (tv) saman við
umboði fyri Kings College eftir
at avtalan var undirskrivað
Sunnvør í Kongsbø skal
greina arvastreingin hjá
sildini. Hon arbeiðir á
Inova í Havn