mánadagur 11. apríl 2016síða 36
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
12
Apríl 2016
3
Eyðfinn Reyðberg
Mest samtakið hevði í 2015 140
miljónir krónur í lønum til tey 312
starvsfólkini í 2015. Hetta gevur eina
meðal ársløn uppá 447.000 krón
ur í part. Hetta svarar til eina meðal
mánaðarløn hjá teimum 312 starvs
fólkunum uppá 37.000 krónur.
Í 2014 var samlaði lønarkostn
aðurin hjá Mest samtakinum, sum
telur Mest og PAM Offshore, 156
milljónir krónur. Tá vóru 353 fólk í
starvi, so Mest hevur sagt 40 fólkum
upp í 2015.
Avlopið tóðnað
Avlopið hjá Mest var í 2015 21
milljónir krónur áðrenn skatt. Hetta
er fýra milljónir krónur minni enn
í 2014, tá avlopið var 25 milljónir
krónur.
Orsøkin til at úrslitið er heldur
verri er, at PAM Offshore bert gav
eitt avlop uppá tvær milljónir krónur
í 2015 ímóti einum metavlopi uppá
10 milljónir krónur í 2014.
Betri grundrakstur
Sjálvur grundraksturin hjá skipa
smiðjuni Mest er harafturímóti bøttur
og umsetningurin er somuleiðis
hækkaður.
Umsetningurin hjá Mest hækkaði
við 50 milljónum krónum í 2015 upp
til 227 milljónir krónur. Hetta svarar
til ein vøkstur í umsetningi uppá heili
28 prosent eftir einum ári.
Bert eina ferð áður hevur Mest
havt so høgan umsetning, tað var í
2008, tá umsetningur felagsins var
297 milljónir krónur. Lægstur var
umsetningurin í 2009, tá var hann
132 milljónir krónur.
Krúnborg yvirtikið
Felagið Krúnborg, sum einkjan eftir
Eiler Jacobsen, Beinta, eigur saman
við teimum trimum synunum Petur,
Eiler og Sámal, keyptu skipasmiðju
samtakið í juli 2014.
Longu nú gevur Mest so mikið
gott úrslit, at felagið hevur útgoldið
tilsamans 32 milljónir krónur í vinn
ingsbýti til keypararnar. Talan er um
vinningsbýti uppá 20 milljónir krónur
fyri roknskaparárið 2014 og nú 12
milljónir krónur fyri roknskaparárið
2015.
Keyptu fyri 62 milljónir
Krúnborg samtakið keypti Mest í juli
2014 fyri 62 milljónir krónur.
Longu nú kann staðfestast, at
gongdin hiðartil hevur verið nøktandi,
tí Mest hevur goldið eigarunum 32
milljónir krónur í vinningsbýti.
Við hesum er helmingurin av
íløguni longu vunnin innaftur, og
Mest hevur havt 40 milljónir krónur í
avlopi eftir skatt hesi bæði seinastu
árini 2014 og 2015.
Sterkur grundrakstur
Mest hevur ein sterkan grundrakstur.
EBITDA var 29 milljónir krónur bæði
í 2014 og 2015. Tá er inntøkan
frá offshore virkseminum í PAM
Offshore ikki tikið við.
EBITDA margin í 2014 var 16
prosent. Í 2015 fall EBITDA margin
til 13 prosent.
Felagið hevur høgan lønarkostn
að, sum er úttrykk fyri at talan er um
spesialiserað arbeiði. Rentuberandi
skuldin hjá Mest og PAM Offshore
er 64 milljónir krónur, sum svarar til
tvær ferðir EBIDTA. Talan er soleiðis
um avmarkaða skuld í mun til inn
tjening felagsins.
Soliditeturin í samtakinum er 32
prosent.
post@sosialurin.fo
EFTIR FLEIRI ÁR VIÐ VAKSANDI STARVSFÓLKATALI, SO MISTU 40 FÓLK ARBEIÐI HJÁ MEST Í 2015. ARBEIÐI Í OFFSHOREVINNUNI
ER MINKAÐ NÓGV, OG TAÐ KOSTAÐI NÓGV ARBEIÐSPLÁSS. ÁRSÚRSLITIÐ GJØRDIST EISINI LAKARI Í 2015 ENN Í 2014
Greining
40 fólk mistu
arbeiði hjá Mest
Mest var selt fyri 62 milljónir.
Síðan juli 2014 hevur Mest goldið sínum
eigarum 32 milljónir í vinningsbýti
Mourits Mohr hevur verið stjóri í Mest síðani august 2010. Síðan 2011
hevur Mest havt avlop í roknskapinum á hvørjum ári. Seinastu trý árini
hevur Mest havt tilsamans 55 milljónir krónur í avlopi eftir skatt
Mynd: Álvur Haraldsen
PAM Offshore P/f
2015
2014
Broyting
Bruttovinningur
80.099
108.345
-26%
Starvsfólkakostnaður
77.126
96.706
-20%
EBITDA
2.973
11.639
-74%
Avskrivingar
-
- Fíggjarpostar
netto
-822
-1.878
-56%
Úrslit áðrenn skatt
2.151
9.761
-78%
Skattur
388
1.759
-78%
Ársúrslit
1.763
8.002
-78%
Støðisogn
1
1
0%
Ogn í umferð
13.839
31.293
-56%
Ogn tilsamans
13.840
31.294
-56%
Eginpeningur
4.288
2.525
70%
Skuld
9.552
28.769
-67%
Skyldur tilsamans
13.840
31.294
-56%
Rentuberandi skuld
-
-
Tøkur
peningur
4.608
4.967
-7%
Starvsfólk
132
171
-23%
Mest P/f
2015
2014
Broyting
Bruttovinningur
91.846
88.297
4%
Starvsfólkakostnaður
62.457
59.662
5%
EBITDA
29.389
28.635
3%
Avskrivingar
6.808
7.020
-3%
Fíggjarpostar netto
-1.217
3.539
-134%
Úrslit áðrenn skatt
21.364
25.154
-15%
Skattur
3.535
3.097
14%
Ársúrslit
17.829
22.057
-19%
Støðisogn
111.202
110.269
1%
Ogn í umferð
99.149
75.081
32%
Ogn tilsamans
210.351
185.350
13%
Eginpeningur
67.936
62.107
9%
Skuld
142.415
123.243
16%
Skyldur tilsamans
210.351
185.350
13%
Rentuberandi skuld
63.924
70.178
-9%
Tøkur peningur
1.707
2.246
-24%
Starvsfólk
179
182
-2%