mánadagur 11. apríl 2016síða 42
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
18
Apríl 2016
3
Eyðfinn Reyðberg
Sølan hjá samtakinum Vónin hevur
verið í støðugari framgongd seinastu
mongu árini. Á hvørjum ári síðani
2008 hevur tað eydnast at selja
meir enn árið frammanundan.
Sølan var 160 milljónir krónur í
2008. Í 2009 kom sølan upp á 288
milljónir krónur. Størsta orsøkin til
stóra lopið frá 2008 til 2009
var at Vónin yvirtók ein stóran
norskan kappingarneyta, sum
samstundis gjørdist ein av
eigarunum í Vónini.
Síðan 2009 er umsetn
ingurin hækkaður á hvørjum
ári har hann í 2014 var komin
uppá 378 milljónir krónur.
Umsetningurin er sostatt
hækkaður við 90 milljónum krónum
eftir fimm árum. Hetta svarar til ein
samlaðan umsetningsvøkstur uppá
31 prosent.
Í 2015 var umsetningurin sambært
børsfráboðan frá Hampiðjan 442
milljónir krónur. Hetta svarar til ein
umsetningsvøkstur í 2015 uppá 17
prosent í mun til 2014.
Starvsfólktatalið støðugt
Hóast umsetningurin er hækkaður
ár um ár, so er starvsfólkatalið ikki
hækkað tilsvarandi.
Talið av starvsfólki í samtakinum
hevur støðugt ligið um 200 fólk, har
tað í 2011 vóru 190 fólk og í 2014
vóru 220 fólk.
Sølan fyri hvørt starvsfólk var í
2008 788.000 krónur. Í 2014 var
sølan fyri hvørt starvsfólk komin
uppá 1.718.000 krónur um árið.
Hetta merkir at sølan fyri hvørt
starvsfólk er meir enn tvífaldað, og
at Vónin er vorðin munandi betri til
at tjena pengar til sínar eigarar, sam
stundis sum kappingarførið er bøtt
munandi.
Inntjeningin betri
At støðugt fokus hevur verið á inn
tjening hjá felagnum er eyðsæð.
Frá at hava eina grundinntjening
uppá 14 milljónir krónur í 2008,
er grundinntjeningin komin uppá
52 milljónir krónur í 2015. Talan er
um inntjening áðrenn avskrivingar,
fíggjarpostar og skatt, ella EBITDA.
Verður hugt nærri eftir EBITDA
inntjeningini sæst tíðuliga, at hesi
koma í periodum.
Frá einum EBITDA uppá 14
milljónir krónur í 2008, hækkaði
inntjeningin uppá 30 milljónir krónur
í 2009 og helt sær á hesum støð
inum í trý ár, fyri síðan at hækka upp
á 44 milljónir krónur í 2012. Hendan
inntjening helt sær bæði í 2013 og
2014. Í fjør eydnaðist tað Vónini at
lyfta inntjeningina enn longur upp,
tá hon á fyrsta sinni fór uppum 50
milljónir krónur. Leiðslan væntar
eisini at hendan inntjening kemur
at halda sær í ár, og enntá kemur at
hækka.
Verður hugt eftir avlopinum áðr
enn skatt, so er talan um úrslit sein
astu árini, ið hava ligið ímillum 10 og
20 milljónir krónur. Vert er at geva
gætur, at uppskrivingar vóru gjørdar í
2006-2008, sum geva hægri niður
skrivingar, og hetta er eisini við til at
minka um endaliga ársúrslitið.
Meðalhøga skuld
Rentuberandi skuldin hjá samtak
inum Vónin hevur seinastu árini síð
an 2008 ligið millum 150 og 200
milljónir krónur, og er skuldin sum
so ikki niðurgoldin nakað serligt.
Við einum EBITDA uppá góð
ar 50 milljónir krónur, so er rentu
berandi skuldin tríggjar ferðir
EBITDA, sum verður at rokna
sum meðalhøg skuld.
Verður hugt eftir keypara
num av Vónini, Hampiðjan í
Íslandi síggja vit, at skuldin hjá
Hampiðjan uppá seg er lægri,
og eginognin er hægri enn hjá
P/f Von.
Tá talan er um eina børs
skrásetta fyritøku sum Hampiðjan,
við høgari eginkapitalsfígging, gevur
hetta møguleikar at keypa.
Ein møguleiki Vónin eisini kundi
havt, var fyritøkan børsskrásett.
post@sosialurin.fo
ØLL LYKLATØL BENDA Á EITT VIRKI Í STØÐUGARI MENNING. HETTA
ER NIÐURSTØÐAN TÁ ROKNSKAPAR- OG LYKLATØL HJÁ P/F VÓNIN Í
FUGLAFIRÐI VERÐA GREINAÐ. TAÐ ER IKKI UTTAN ORSØK AT VÓNIN
TVINNANDA FERÐIR ER KOSIÐ SUM ÁRSINS VIRKI Í FØROYUM
Vónin
Altjóða virki
í støðugari
framgongd
Frá privatogn til íløgufelag
FYRI 10 ÁRUM SÍÐANI VÓRU TAÐ FLEIRI PRIVATIR EIGARAR AV P/F VÓNIN.
HESIR VÓRU KEYPTIR ÚT OG FELAGIÐ GJØRDIST PARTUR AV EINUM ÍLØGUFELAG
Um hugt verður eftir eigaraskaranum
av felagnum Vónin sæst, at stórar
broytingar eru hendar hesi árini síð
an felagið var stovnað í 1969.
Upprunaliga vóru tað í høvuðs
heitum eigarar, sum arbeiddu hjá
felagnum og bygdu felagið upp.
Seinni eru hesi partabrøv seld og
størri íløgufeløg tóku yvir.
Sambært roknskapinum í 2006
vóru átta eigarar, sum áttu meir
enn 5 prosent av partabrøvunum í
P/f Vónin. Talan var um Olaf Olsen
av Glyvrum, sum framvegis situr
í nevnd felagsins, Otto C. Dam á
Argjum, Janus av Reyni, Tórshavn,
Sámal G. Jakobsen, Fuglafjørður,
Philip K. Muinde úr Aberdeen, Sp/f
R.M. hjá Rúna M. Hansen, P/f Palli
hjá Mariannu hjá Kristian Martin
Rasmussen og synir í Klaksvík og
íløgufelagið P/f Tjaldur í Tórshavn.
Bert tveir stórir eigarar
Eftir umleggingina í 2008 var talið á
eigarum komið niður á tríggjar eig
arar, sum áttu meir enn fimm pro
sent í felagnum. Talan var um P/f
Tjaldur, P/f TF Holding og Frøystad
Fiskevegn í Noregi.
Í 2010 keypti Norðoya Íløgu
felag, sum er íløgufelag hjá Føroya
grunninum
frá
1971,
ognarlutin
hjá TF Holding, og í 2011 keypti
norska felagið Havila ognarlutin hjá
Frøystad Fiskevegn.
Fyri stuttum keypti íløgufelagið
Tjaldur ognarlutin hjá Havila.
Talan var sostatt um at P/f
Vónin á fyrsta sinni í nógv ár var á
føroyskum hondum, har tvey før
oysk íløgufeløg áttu 95 prosent av
partabrøvunum.
Nú hevur íløgufelagið Tjaldur selt
øll síni partabrøv til Hampiðjan, og
Hampiðjan sigur, at tey hava bjóðað
Norðoya Íløgufelag at keypa teirra
partabrøv. Norðoya Íløgufelag eigur
21 prosent.
Velur Norðoya Íløgufelag at selja,
kann væntast, at P/f Vónin sum
sjálvstøðugt felag fer endaliga í
søguna.
post@sosialurin.fo
Selur Norðoya Íløgufelag
so fer Vónin í søguna
Kundi eisini keypt Hampiðjan,
var Vónin børsskrásett
Sølan hjá samtakinum Vónin hevur verið í støðugari fram-
gongd seinastu mongu árini Savnsmynd: Álvur Haraldsen