Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-11, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2016síða 60

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 15 • 11. APRÍL 2016 12 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Eiði Vilmund Jacobsen B røðurnir á Eiði, Kristian Martin Juul (22) og Jóan Pauli Juul (26), sum báðir eru í læru sum maskin­smiðir, fóru í fjør heyst í holt við egna fyritøku, sum teir rópa Juul Grevst­ur. Kristian Martin er í læru hjá Peturi Larsen í Fuglafirði, og Jóan Pauli er í læru hjá KJ á Kambsdali. Juul Grevstur hevur tvær grav- maskinur. Eina, sum er 1,5 tons og eina, sum er 4,5 tons og hevur brekk­ ara. Fyritøkan hevur eisini ein 11 tons stóran lastbil við krana. – Eg keypti mína maskinu í 2014, og stutt eftir keypti beiggi mín sína. Lastbilin keyptu vit í juni í fjør, sigur Kristian Martin Juul. Vikublaðið hitti unga mannin á Eiði seinasta mikumorgun. Ymiskar uppgávur – Okkum hevur altíð dámt væl at skrúva og fingist við, og tað er helst eisini orsøkin til, at vit báðir eru í læru sum maskinsmiðir. Kristian Martin Juul sigur, at Juul Grevstur higartil hevur gjørt ymiskar gravi-og koyriuppgávur. – Vit hava gjørt onkur tún, onkrar smærri vegir, og vit hava planerað og koyrt við lessum fyri viðskiftafólk. Hann vísir á, at teir taka sær mest av smærri uppgávum. – Vit eru til reiðar at átaka okkum smærri gravi-og koyriuppgávur, og er tað soleiðis, at hella ella onkur steinur skal burtur, hava vit brekkara á teirri størru maskinuni. Kristian Martin Juul sigur, at nú, með­an teir eru í læru, arbeiða teir mest eftir vanliga arbeiðstíð, um kvøld­arnar og um vikuskiftið. – Okkum dámar væl at hanga í, og vit eru til reiðar at átaka okkum uppgávur, sum vit vilja loysa bæði skjótt og væl. Maskinan í lastina Kristian Martin Juul sigur, at Juul Grevstur eru til reiðar at átaka sær gravi-og koyriuppgávur kring landið. – Vit taka maskinuna upp í lastbilin og koyra avstað. So, er tað eitt hvørt, sum tú ynskir skal gerast, nú várið og summarið stunda til, er bara at ringja. Vit eru til reiðar, sigur Kristian Martin Juul á Eiði henda morgunin, áðrenn leið­in hjá honum gekk til Fuglafjarðar. Tey, ið vilja vita meira um Juul Grevst­ur, kunnu ringja á 739325 (Kristi­an) ella á 225626 (Jóan Pauli). Vilmund Jacobsen T að er Tóri Jacobsen á Eiði, sum eigur og rekur byggifyritøkuna, Tór Smíð. Gjøgnum árini hevur Tóri smíðað fleiri sethús, og hann hevur eisini ver­ ið partur størri byggiverkætlanum, eitt nú ítróttarhøllini á Eiði. Eisini í starvi hjá øðrum byggifyritøkum hevur hann verið við í nógvum ymiskum ver­ kætlanum, bæði í Føroyum og uttan- lands. Seinastu fimm árini, meðan hann fyri tað mesta hevur arbeitt uttan- lands sum timburmaður, hevur byggi­ fyri­tøkan hjá honum líka sum ligið í dvala. – Men, nú er gongd í fyritøkuni aftur, og vit arbeiða við einari størri verk­ætlan um at byggja íbúðir á Eiði. Seks íbúðir Tóri Jacobsen hevur nevniliga latið teknað eina verkætlan við seks sam­ bygdum íbúðum við Gerðisveg á Eiði, har útsýnið er framúr, og tað er arki­ tekturin í Klaksvík, Ísak Jo­hanne­sen, sum hevur teknað. – Tað er soleiðis, at eg eigi eitt grundstykki her á Gerðisvegi og havi møguleikan at keypa eitt grundstykki aftrat, sum liggur við síðuna av mín­ um. Eiðis kommuna hevur góðkent verk­ætlanina, og nú vil eg vita, um áhugi er fyri hesum íbúðum. Tóri Jacobsen vísir á, at einki sølu­ arbeiði er gjørt higartil, men arki­ tekturin hevur havt myndir av verk­ ætlanini á Facebook, har fleiri hava viðmerkt, at teimum dámar íbúðirnar. – Um tað vísir seg, at áhugi er at ogna sær hesar íbúðir, er ætlanin at fara í gongd longu í vár. Bæði grundstykkini eru planerað, og neyð­ ugt er bara at slætta planeringina nakað út. So, er klárt at seta formar upp og stoypa. Trý uppskot Timburmaðurin á Eiði heldur, at hetta er ein ógvuliga spennandi verkætlan, sum hann vónar kann gerast veruleiki. – Arkitekturin hevur gjørt trý ymisk uppskot til innrætting av íbúðunum, sum verða í tveimum hæddum við stívliga 60 fermetrum á hvørji hædd­ini. Tóri Jacobsen vísir á, at talan í øll- um trimum førunum er um rúmligar íbúðir, har bilhús er við í tí eina upp­ skot­inum. – Í øðrum lagi stendur bilurin undir einum sonevndum car-porti, og í triðja lagi stendur bilurin í túninum. Hann sigur, at í øllum trimum upp­skotunum eru tvey kømur í kjall­ aranum og eitt í ovaru hæddini, men íbúðirnar kunnu eisini byggjast við fýra kømrum, um tað er ynskiligt. – Íbúðirnar verða bygdar í tveimum eins stórum hæddum, og hetta verða góðar og vælbjálvaðar íbúðir. Her verð­ur eingin ketil, sum brennur olju, og ventilation verður í øllum íbúð­ unum, sigur Tóri Jacobsen. Fyrispurningar Tey, sum kundu hugsað sær at spurt Tóra Jacobsen um ymiskar byggi-ella umvælingaruppgávur, kunnu ringja til hansara á tlf. 213616. Arkitekturin, Ísak Johannesen, er eisini til reiðar at svara fyrispurningum um íbúðirnar á tlf. 757520. Tór Smíð ætlar at byggja íbúðir – Vísir tað seg, at áhugi er at ogna sær hesar íbúðir, er ætlanin at fara í gongd longu í vár, sigur Tóri Jacobsen á Eiði, sum eigur Tór Smíð – Vit taka maskinuna upp í lastbilin og koyra avstað. Er tað eitt hvørt, sum tú ynskir skal gerast, nú várið og summarið stunda til, er bara at ringja, sigur Kristian Martin Juul á Eiði – Vit taka maskinuna upp í lastina og koyra avstað, sigur Kristian Martin Juul Ungir menn eiga Juul Grevstur Tað eru Kristian Martin Juul (mynd) og beiggi hansara, Jóan Pauli Juul, ið eiga fyritøkuna - Juul Grevstur á Eiði Mynd: Vilmund Jacobsen Soleiðis síggja íbúðir út frá vegnum, soleiðis sum arkitekturin, Ísak Johannesen, hevur teknað tær - Hetta er ein spennandi verkætlan, sigur Tóri Jacobsen, sum her stendur á økinum, har ætlanin er at byggja íbúðir Mynd: Vilmund Jacobsen