mánadagur 11. apríl 2016síða 62
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 15 • 11. APRÍL 2016
14
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Annsy Høghhamar
STÓLURIN
Í STÓLINUM HESA VIKUNA
LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ
TRIMUM ORÐUM:
Positiv, tolin og nærverandi
HVAT MERKI ER BILUR TÍN?
Nissan
HVAT MERKI ER TELEFON TÍN?
Iphone
HVØR ER TÍN BESTA SUMMAR
FRÍTÍÐARUPPLIVING?
Havi havt nógvar góðar upplivingar,
men túrurin í Egyptalandi í 2008,
var ein fantastisk uppliving
HVAT ORÐ ELLA HVØNN
SETNING NÝTIR TÚ OFTAST?
Alt við máta ella alt gongur
við einum góðum vilja
HVØRJUM HYGGUR TÚ AT
HJÁ HINUM KYNINUM?
Heildini, smílið og sjarman
HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG?
Tá tað gongst mínum væl. Gott veður
HVAT STRESSAR TEG?
Tá fólk ikki møta til tíðina
HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR?
Alt við fiski, kanska serliga kjálkar
HVAT GLEÐIR TEG?
At míni nærmastu hava tað gott og fólk
rundan um meg eru glað og væl nøgd
HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ,
SUM TÚ FEKST UPPFYLT?
Tá eg á páskum fór til danmarkar at vitja
míni systkin saman við mammu (86 ár)
HVAR ARBEIÐIR TÚ?
TAKS á Argjum
HVÍ VALDI TÚ AT ARBEIÐA
INNAN JÚST HESA
VINNU ELLA ØKI?
Ætlaði altíð at blíva arkitektur, men
so bleiv ikki. Mítt arbeiði á TAKS hevur
nógvar spennandi uppgávur, ongin
dagur er líka, tað dámar mær væl
HVØR ER STUTTLIGASTA
UPPLIVING TÍN Í STARVINUM?
Túrurin til Hawaii
HVØRJUM TÓNLEIKI
LURTAR TÚ EFTIR?
Eg detti altíð aftur á The Beatles
HVAT ER BESTA
UPPFINNINGIN OG HVÍ?
Kontaktlinsurnar! Eg havi altíð fingist við
ítrótt og sum eitt nú hondbóltsspælari
eru linsur fantastiskar ístaðin fyri brillur
HVAT ER TÍTT BESTA
HEIMARÁÐ?
Tak upp eftir tær so hvørt
HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR?
Nei
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM
TÚ VANN EINA MILLIÓN?
Givið tað mesta til børnini
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ
VANN TÍGGJU MILLIÓNIR?
Goldið húsini út hjá børnunum
HVAT ER BEST VIÐ
FØROYUM OG HVÍ?
Her er trygt og gott at búgva og náttúran
og fjøllini eru beint við dyrnar
HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR?
Tá eri eg nokk komin aftur úr fjøllunum
Náttúran og
fjøllini eru
beint við dyrnar
At míni nærmastu
hava tað gott og fólk
rundan um meg eru
glað og væl nøgd