Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. apríl 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. apríl 2016 · Nr. 42 mikudagsblaðið Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Skjølini úr Panama fóru sum eldur um allan heimin, eftir at nakrir fjøl­miðl­ar næst síðsta sunnukvøld kundu avdúka milliónir av skjølum úr Pan­ama, sum vístu, at nógvir kend­ir persónar hava stovnað sær skuffu­fel­øg í ymsum suspekt­um lond­um. Sum so er tað ikki ólóglit, at for­ sæt­is­ráð­harr­in í Íslandi hevur átt eitt slíkt skuffu­fel­ag – og at hann seldi kon­uni tað fyri eina fimm­ krónu, tá hann tók við landsins leiðslu í Íslandi. Tað er heldur ikki ólógligt, at Dav­ id Cam­er­on, brestkur for­sæt­is­ráð­ harri arv­ar slík partabrøv frá pápa sín­um. Ella at mætir fótbóltsleikarar eiga slík skuffu­felag – ella fyri tað suð­ ur­am­er­ik­ansk­ir narkobarónar ella Vlademir Putin, forseti Russlands og Xi Jinping, forseti í Kina. Tað er kanska heldur ikki ó­lóg­ ligt, at mætir bankar um okkara leið­ir hjálpa hesum krámarum at finna sær hesi skjól. Ella at mætar ad­vo­kat­skrivstovur ganga hesum fólk­um til handar. Men tað er ótrúligt, óetiskt og ó­virð­i­ligt, at fremsta endamálið hjá slík­um fólkum skal vera at stinga so nógv­ar peng­ar sum gjørligt til síðis fyri at sleppa frá at gjalda skatt. Hvussu ber tað til, at ríkari fólk eru, tess minni er hugurin at gjalda skatt? Hví eru tað tey lág- og mið­ al­løntu, sum við plikt og bót altíð skulu gjalda keis­aranum sítt, meðan tey væl­bjarg­aðu altíð skulu finna sær sníkihol fyri at sleppa undan? Tí er tað sera gott fyri fólkaræðið, at fólk­ið í Íslandi reistist og kravdi for­sæt­is­ráð­harran frá. Ein slíkur mað­ur, sum so er so frekur og so ó­mans­lig­ur, eigur ikki at sleppa at stýra einum landi – og so slett ikki ein landi við fólkaræði. At russiska fólkið finnur seg í mát­a­num, sum keisarahugaði Putin stýr­ir land­i­num uppá, man bera boð um, at nýggja fólkaræðið Russlandi er ikki komið úr vøgguni enn. Eyðvitað munnu dagarnir hjá kin­es­isku einaræðisharrunum eina­ferð verða taldir, tí einferð fær fólk­ið nokk. Trup­ul­leik­in er bara, at or­søk­in til, at tað ber til at hava komm­unistiskt einaræði í Kina hev­ ur somu orsøkir, sum at tað ber til at hava skattaskjól í ymsum sus­ pekt­um londum. Tað eru fólk, sum hava makt og sum hava pengar. Tað er fólk í lond­um kring okkara leið­ir, sum halda kommunistisk eina­ræðinum í Kina til valdið. Tað gera Føroyar fyri so vítt eisini, tí vit handla við Kina sum um tað vóru pen­astu fólk í verðini, hóast tey bæði drepa og pína og snýta og stjala fyri at halda seg til valdið. Tað er tann gamla søgan um, at tað eru pengarnir, sum fólkið flyta – og at tann, sum hevur pening, hann hevur vald. Og tann sum hevur vald og pening, hann tímir ikki at rinda skatt til samfelagið. Tann sum hevur pening og vald tímir ikki at gjalda skatt Fáa ilt av at gjalda skatt Beat­ les-vikan heldur á havnin síða 20 Emma Holten á Reinsa­ rínum Síða 16 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Lions Club Tórshavn hevur heiðr­að havnarmannin, Jør­ leif Kúrberg, sum árs­ins borg­ara 2016, fyri at hann trúliga greið­ir bæði før­oy­ ing­um og fremm­anda­fólki frá um Havn­ina, umframt at hann hev­ur tikið stig til at fáa skelti sett á hús úti á Reyni. Tað var í sambandi við reglu­liga fundin í Lions Club Tórs­havn hóskvøldið, at 74 ára gamli havn­ar­mað­ur­in, Jør­leif Kúrberg, fekk heið­ ur­in sum ársins borgari. Har fekk hann eitt heiðursskjal, ið greið­ir frá, hví hesin heiður er fallin honum í lut, um­framt peningagávu upp á 5.000 krón­ur. – Á sín heilt sjáldsama lætta hátt og altíð við sín­um ser­liga hum­ori uppi­í, hev­ur hann leingi greitt bæði før­ oy­ing­um og fremm­anda­fólki frá um Havnina og ser­liga frá tí elsta part­i­num úti á Reyni, verður grund­givið í inn­ ramm­aða heið­urs­skjal­inum, Jør­leif fekk hóskvøldið. – Hann hevur gjørt tað so liv­andi, at tú sært hend­ing­ar­ nar og persónarnar fyri tær, sum stóðu teir har ljós­liv­ andi. Somu­leið­is hev­ur hann skip­að fyri tí, at navna­skelti er sett á øll hús í gamla bý­ar­ part­i­num. Nevndin í Lions Club Tórs­havn, ið hev­ur gjørt av at heiðra Jør­leif Kúrberg, sig­ur hei­ð­ur­in verða latnan “fyri at takka honum fyri tað, ið hann hev­ur gjørt til tess at kunna um elsta partin av høv­uðs­stað okkara.” Jørleif Kúrberg ársins borgari Næmingar í Stud­enta­skúla­ num í Hoydølum vilja ikki hava sitandi á sær, at teir hava keypt horur á námsferð í Amst­erdam. Tað var Kringvarpið, sum sunnu­dagin bar tíð­indi á heim­a­síð­uni undir yv­ir­skrift­ ini »Hassj og horur í Amst­er­ dam«, har víst var til náms­ferð hjá næmingum úr Stud­enta­ skúl­a­num í Hoydølum og Handils­skúla­num – og har ein næm­ing­ur greiddi frá, at fleiri næm­ingar høvdu keypt sær horur. Eftir øllum at døma er grein­in tikin burtur av aftur síð­uni hjá Røddini. Leinkja var av heima­síðuni hjá Kring­ varpi­num til Røddina, men tann leinkj­an riggaði ikki, so grein­in kundi ikki lesast. Her á síðu 2 sóu vit tað skemt­i­liga í, at landsins fremsti ment­an­ar­beri, Kring­ varp Før­oya, ber slík tíðindi, hó­ast tey stóðu líkasum í hálvum gekki. Men tað er fallið næm­ing­ um í Hoy­døl­um fyri brósti. – Vit finna okkum ikki í, at Sosial­ur­in leggur okkum undir at hava keypt horur. Eg var sjálv­ur við túrinum, og eg veit, at tað ikki vóru næmingar úr Hoy­døl­um, sum keyptu horur, sig­ur ein næm­ ingur, sum er lim­ur í næm­ing­ ar­ráð­num í Hoy­døl­um, men sum vil vera ó­nevndur. Tað var nú ikki ætlanin ein­víst at taka næmingar úr Hoy­døl­um burt­ur­úr. Tí vit vita sjálv­andi ikki, um tað vóru stud­ent­a­skúla­næm­ing­ ar ella hand­ils­skúl­a­næm­ing­ ar, sum keyptu horur – so um­ ber­ið okkum tað! Eitt er, at næmingarnir skulu vanda sær um orðini. Tað skulu tey, sum skriva heima­síð­una hjá Røddini eis­ ini – og filtr­ið hjá Kringvarpið Før­oya eigur at rigga betur, enn tað gjørdi handan dagin, tá grein­in varð tikin av aftur síð­uni. Eingin úr Hoydølum keypti horu Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Dánjal Joensen, ið saman við Hera Joensen og Heina Olsen mannar nevndina, ið velur Ársins Borgara vegna Lions Club Tórshavn, handaði Jørleifi Kúrberg heiðurin á fundi hóskvøldið