Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. apríl 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. apríl 2016 · Nr. 42 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 AKTUARUR VIÐ 12-TALI FYRI HØVUÐSRITGERÐINA PRÓVTØKA Eirikur Lindenskov Útbúgvingin sum aktuarur sigst vera ein tann torførasta og mest avbjóðandi í danska kongaríkinum. Jóhan V. Gunnarsson læs fyrst matematikk og síð­ an skifti hann til aktuar, so útbúgvingin hevur tikið hon­um tilsamans sjey ár. Aktuar er ikki nøkur løtt út­ búgving, men tað hevur ging­ ist honum væl. Umframt at tað gekk væl við sjálvari rit­gerðini, hevur tað eisini gingið væl við útbúgvingini, har flestu karakterirnir vóru 12-tøl. Í miðal fekk hann 11,6 fyri kandidatin. Ein aktuarur er ein kandi­datur í tryggingar­vís­ ind­um. Akademiska heitið er candidata/candidatus actuariae, stytt til cand.act. Í Danmark finst útbúgvingin einans á Keypmannahavnar Universiteti. Aktuarar eru ovast á listanum yvir út- búgv­ingarnar í Danmark, har hædd verður tikin fyri lívs­inn­tøku, strongd og ar­ beiðs­loysi. Innihaldið í aktuarút­ búgv­ingini er umframt trygg­ingarmatematikk eis­ini grund­leggj­andi mate­matikk, stati­stikkur og sannlíkinda­ rokning. Útbúgvingin um­ fatar eisini búskap og løg­ frøði. Starvið sum aktuarur er eitt av teimum best løntu í Danmark, men tað tekur sína tíð at fáa arbeiðsroyndir. – Eg havi fingið ar­beiði hjá Edlund A/S, sum er ein fyritøka, ið kombi­nerar data­logi og aktuar­vísindi til at menna skip­anir til pen­ sións- og trygg­ingar­fyri­tøk­ ur. Har arbeiða umleið 200 fólk, og eg trívist væl. Ed­ lund hevur eisini føroyska tryggingarfelagið Lív sum kunda, sigur Jóhan. – Mær dámar væl at ar­beiða við matematikk. Sum aktuarlesandi eru tað serliga sannlíkindarokning, lívstryggingarmatematikk og skaðatryggingar­mate­ matikk, sum eru høvuðs-fak- ini. Hetta er sera spennandi og avbjóðandi at arbeiða við, sigur Jóhan V. Gunnarsson. Fígging og lívstrygging Høvuðsritgerðin hjá Jó-han hevði við fígging og lívs­ trygg­ing at gera og gekk út uppá at finna røttu løtuna at selja partabrøv við tí fyri eyga at maksimera vinningin við minst møguligum váða. Hetta hevur stóran týdning hjá einum tryggingarfelag, har peningurin skal geva so nógv avkast sum møguligt. Aktuarar arbeiða vanliga í tryggingarfeløgum, bankum ella øðrum fíggjarstovnum og ráðgevarafyritøkum. Teirra uppgávur eru mate­ mat­iskt at rokna út, hvussu nógvir pengar skulu setast av, hvussu leingi liva fólk, og hvussu pengarnir geva mest avkast við minst møgu­ ligum váða. Tað er sum at hyggja í eina matematiska krystallkúlu. Eingin ivi er um, at hetta er eitt spennandi starv við nógvum framtíðar­møgu­ leik­um. Jóhan Gunnarsson spældi í fleiri ár í bestu deldini hjá B36 saman við tví­burabeiggjanum Ásbjørn. Í lestrartíðini hava teir spælt við ÍF-Føroyum. – Fótbólturin hevur verið góður fyri meg. Serliga gott er tað at kunna taka sær av løttum eina løtu og savnast við øðrum føroyingum. Um Jóhan kemur aftur til Føroya at búgva, veit hann ikki. Tað veldst um, hvørjir møguleikar fara at vísa seg í framtíðini. – Nú havi eg fingið ar­ beiði, og næsta stigið á leið­ ini er at fáa tær neyðugu arbeiðs­royndirnar, sigur Jó­ han. Havnarmaðurin Jóhan Viderø Gunnarsson vardi týsdagin 15. mars sína høvuðsritgerð sum aktuarur á Keypmananhavnar Universiteti, har hann fekk eitt 12-tal fyri uppgávuna Jóhan Gunnarsson