týsdagur 12. apríl 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. apríl 2016 · Nr. 42
16
Sosialurin
Nær: 7. mai
T
órshavnar kommuna leggur
við umhvørvisvikuni dent
á umhvørvi og heilsu hjá tí
einstaka borgaranum og komm
ununi sum heild.Sjónarmiðið hjá
kommununi er, at vit skulu lata
næsta ættarliði umhvørvið í sama
standi, sum vit fingu tað. Tí skipar
Tórshavnar kommuna á hvørjum
ári í viku 19 fyri umhvørvisviku.
Í Tórshavnar kommunu verður
stórur dentur lagdur á og nógv orka
løgd í at hava eina reina og vakra
kommunu.Til at røkka hesum máli
halda vit, at tað hevur alstóran
týdning, at børn og ung so tíðliga
sum gjørligt verða gjørd varug við
og tilvitað um at hava umsorgan
fyri náttúru og umhvørvi, og
hvussu umráðandi tað er at fara
væl um náttúruna.
Umhvørvisvika 2016
Filmsfelagið:
DHEEPAN
DHEEPAN (Jacques Audiard
Frakland 2015 115 min)
Nær: 13. apríl
Klokkan: 20:00
Hvar: Havnar Bio
Adressa: Tinghúsvegur
Prísur: 90,- v/MVG
Lene
Kloch í
Smiðjuni
í Lítluvík
Nær: 14. apríl - 20. apríl
Hvar: Smiðjan í Lítluvík
Adressa: Gríms Kambans
gøta
Glasmyndaframsýning við
Lene Kloch 14. - 20. apríl
Vegleiðandi upplatingartíðir:
gerandisdagar frá 14:00 til 17:00
Lambskvøld á Áarstovu
Nær: 22. apríl
Klokkan: 19:00
Hvar: Áarstova
Adressa: Gongin 1
Eitt hugnaligt kvøld, har ljós verður varpað á lambskjøt, ið er
eitt av vørumerkjunum hjá matstovuni Áarstovu í Gongini í
hjartanum í Havn. Áarstova er kend fyri sítt góða lambskjøt, og
hetta kvøldið verður gjørt eitt sindur meiri burtur úr enn vanligt.
Ódnartak
Nær: 25. apríl
Klokkan:13:00
Hvar: Eystara bryggja
Ódnartak er eitt annarleiðis kappróðrartiltak. Ein stuttlig krúlla, ein
festlig sloyfa – kalla tað, hvat tú vilt, men tað riggar skidegott!
Í ódnartaki starta bátarnir við reyvini heilt inn ímóti bryggjuni, beint
undir stóru mannamongdini, og spreingja so útfrá í einum ordiligum
mannfólkastarti. Tað er stutt og intenst, og ert tú heppin at vera har, so
upplivir tú rokið og spenningin frá fyrstu parkett og sært pulsin banka í
æðrunum á monnum. Bátarnir rógva bara góðar 100 metrar, og alt kann
henda.
Tað einasta, sum er púra sikkurt, er, at manningarnar fara at stríðast
sum leyvur fyri sigrinum, og at tú fært eina fína uppliving.
Nær: 16. apríl
Klokkan: 19:30
Hvar: Perlan
Adressa: Tórsgøta
Tað ljóðar so einfalt at siga »mín
kroppur, míni rættindi« ella »eitt
nei er eitt nei«, men tað vísir seg
at vera nógvar støður, har tað als
ikki er so lætt at samskifta um,
hvørt talan er um sínamillum
samtykki til kynsligt samband
ella ikki. Hvør hevur ábyrgdina at
tryggja samtykki, hvussu gevur tú
samtykki, og hvussu fært tú sam
tykki?
Danska Emma Holten gjørdist
heimskend, tá hon sjálvboðin legði
gerandismyndir út á netið, har hon
er toppleys. Hetta var eitt aftur
svar uppá eitt sokallað »hevndar-
pornoálop«, har onkur ókendur
stjól sær atgongd til privatar nakin
myndir av Emmu og legði hesar út
á alnótina. Ein slík gerð fær onga
vend, og Emma Holten fer ongantíð
at fáa hesar myndir av netinum.
Tær eru og verða í umferð, og øll
við atgongd til alnótina kunnu
hyggja
eftir
myndunum.
Við
aftursvarinum ynksti Emma at
varpa ljós á stóra trupulleikan við
samtykki, sum eisini er viðkomandi
í digitala heiminum. Emma Holten
vísir á, at duga vit ikki at umsita
orðið samtykki í tí veruliga lívin
um, so stendur enn verri til í digi
tala heiminum, sum er vorðin
er alarmerandi stórur partur av
lívinum hjá ungum fólki í dag. Hoyr
Emmu greiða frá, hví hon svaraði
aftur her.
Á almennum tiltaki kl. 19.30
tann 16. apríl í Perluni í Havn kem
ur Emma Holten til Føroya at lut
taka á áhugaverdum tiltaki um
samtykki. Emma Holten fer at
tosa um samtykki og hví tað er so
avgerandi, at vit hava møguleika
at seta okkara egnu mørk – eisini
á netinum. Ætlanin er at fáa ung
at møta upp, og tí verða karmarnir
ungdómsvinarligir, og ungdóms
panel verður eisini á skránni.
Emma Holten á Reinsarínum
Kynsligur ágangur
Nær: 28. apríl
Klokkan: 09:00
Hvar: Norðurlandahúsið
Adressa: Norðari Ringvegur
Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós ymisk viðkomandi og
neyðug viðurskifti til tess at basa kynsligum ágangi og seinfylgjurnar,
ið koma av áganginum, verða eisini varpað ljós á. Ein røð av
áhugaverdum fyrilestrum er á skránni, umframt at tónleika innsløg
við millum annað Eivør.
Við hesari ráðstevnu vil KRIS geva fakfólki, mynduleikum, fjølmiðlum,
polittikarum og almenninginum innlit í hetta trupla evni.
Rannvá
Holm
Mortensen
í Smiðjuni
í Lítluvík
Nær: 28. apríl - 5. mai
Hvar: Smiðjan í Lítluvík
Adressa: Grím Kambans
gøta
Vegleiðandi upplatingar
tíðir: gerandisdagar frá
14:00 til 17:00
Havnin