týsdagur 12. apríl 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. apríl 2016 · Nr. 42
30
Sosialurin
STØRV
Eik Banki P/F, Tel. 348000
eik@eik.fo , www.eik.fo
Sum næmingur í Eik verður tú partur av einum væl
samanspældum toymi, har hvør ger sítt til, at kundar
okkara fáa framúr góða tænastu.
Næmingatíðin
Í Eik fært tú eina fjølbroytta og avbjóð andi útbúgving
innan nútíðar peninga stovnsvirksemi. Tú fært kunn -
leika til búskap, løgfrøði og fíggjarviðurskifti. Tú lærir at
veita kundum okkara ráðgeving og tænast ur í einum
professionell um og kundavendum umhvørvi.
Næmingatíðin er 2 ár, men tú fert rættu liga tíðliga at fáa
uppgávur, har tú ert í beinleiðis sambandi við kundar
okkara. Tí er umráðandi, at tær dámar at hava við fólk at
gera, og at tú trívist við og hevur evni at seta teg inn í
støðuna hjá øðrum.
Útbúgving
Tú gongur í peningastovnsskúla og ert við í próvgevandi
lærugreinum. Í skúla tíðini hittir tú aðrar næmingar og
fært høvi at sparra og fáa íblástur frá teimum.
Krøv
Umsøkjarar skulu hava lokið HH, students, HF- ella
tilsvarandi prógv. Næmingar, ið taka prógv í summar, eru
eisini vælkomnir at søkja.
Fleiri upplýsingar um næmingastørvini fáast við at
venda sær til Margrethu Rustin Heinesen, tel: 348514,
teldu postur: mrh@eik.fo
Les meira á www.eik.fo
Send umsókn við avriti av próvskjøl um umvegis
heima síðuna, ella til adressuna nevnda niðanfyri, so
hon er okkum í hendi í seinasta lagi 26. apríl 2016.
Eik Banki P/F
‘Starv’
Postboks 34
110 Tórshavn
Teldupostur: starv@eik.fo
Tímir tú tøl, toymi og fólk? Vit sóknast eftir ágrýtnum
og ábyrgdarfullum næmingum, sum brenna fyri at
læra nýtt og at taka sær væl av kundum okkara við at
vera fyri komandi, áhugað og álítandi
STARVSLÝSING
Næmingur í Eik
sansir.fo
Skúlin á Trøðni
Skrivstovu-/bókhaldsfólk
til Skúlan á Trøðni
Skúlin á Trøðni søkir eftir skrivstovu-/bókhaldsfólki
¾ tíð at seta í starv 1. juni ella skjótast til ber.
Arbeiðsuppgávurnar eru:
• Bókingar í Búskaparskipan Landsins
• Gera fíggjarætlan saman við stjóranum
• Lønir og setanarskriv
• Telefonavgreiðsla og aðrar samskiftisuppgávur
• Annað fyrifallanda skrivstovuarbeiði t.d.
skrásetingar
Førleikakrøv:
• Skrivstovuútbúgving ella onnur viðkomandi
útbúgving
• Kunnleika til bókhald og lønir
• Telduførleiki
• Hollan kunnleika til føroyskt
Persónligir eginleikar:
• Dentur verður lagdur á góð samstarvsevnir
• Vera álítandi, røkin og kunna starvast
sjálvstøðugt
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Umsókn og avrit av próvskjølum og møguligum
viðmælum skal vera Skúlanum á Trøðni í hendi í
seinasta lagi 25. apríl 2016
Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Jan
Christiansen, skúlastjóra tlf. 280025
Skúlin á Trøðni
Frælsið 32 – Postrúm 2036 – 165 Argir
Telefon 314522 – Fax 310196
www.skulin.fo/sat
Elin Hanusardóttir Wang
tók 1. apríl við starvinum
sum starvsfólkaleiðari á
Landssjúkrahúsinum.
46 ára gomu og mamma
at trimum børnum, hev
ur hon seinastu seks árini
arbeitt hjá Tórshavnar
Kommunu, seinastu trý
árini sum starvsfólka
leiðari. Áðrenn hon fór til
Tórshavnar
Kommunu
arbeiddi hon á Blákross
heiminum.
Elin
Hanusardóttir
Wang er sjúkrarøktar
frøðingur og hevur síðani
tikið skeið í kognitivari
atferðsterapi. Hon hevur
eisini ein mastergrad í
coaching og leiðslu.
850 fólk starvast á
Landssjúkrahúsinum og
sum
starvsfólkaleiðari
hevur
Elin
H.
Wang
ábyrgd av øllum starvs
fólkaøkinum og lønar
deildini, eins og sjúklinga
journalskipanini
og
granskingarøkinum.
– Tað er eitt sindur
sum at koma heim aftur,
tí tá eg lærdi í Føroyum,
arbeiddi eg á sjúklinga
skrivstovuni. Eg vænti,
at mín bakgrund sum
sjúkrarøktarfrøðingur
fer at hjálpa mær í starv
inum, við tað at eg havi
góða kunnleika til bæði
arbeiðsplássið og fakøkið
sum heild, sigur Elin
Hanusardóttir Wang.
NÝGGJ Í STARVI
Starvsfólkaleiðari á
Landssjúkrahúsinum