hósdagur 14. apríl 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
Tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskifti redaktørur
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
15. apríl 2016
Hví hevur leiðslan í Eik so nógv ímóti
at rinda til felags húsarhaldið?
– Málið er ein skandala. Tað er avdúkandi
fyri TAKS, og tað er ógvuliga belastandi
fyri TF Holding. Tað er eitt fornemilsi ímóti
Finansiel Stabilitet, ein samansvørjing ímóti
landskassanum og ein svínagerð ímóti før
oysku skattaborgarunum. Tað er synd fyri
Eik Banka, sum hevur skalað sítt trúvirðið.
So bersøgin er Jørn Astrup Hansen í
tíðargrein í blaðnum í dag, har hann viðger
málið um skattafrádráttin upp á 90 milli
ónir krónur, sum hann sigur, at Eik Banki
hevur tiltuskað sær av órøttum.
Jørn Astrup Hansen fór úr nevndini í
Eik Banka 20. januar í ár júst av hesi somu
orsøk. Hann sigur, at bankin ikki eigur lut
í skattafrádráttinum av tapinum upp á 514
milliónir krónur, sum bankin hevði, áðrenn
nýggi bankin varð stovnaður 14. otkober
2010.
Í blaðnum í dag varpa vit ljós á hetta
málið. vit hava fingið hendur á higartil
ókend skjøl, sum hava týdning fyri skatta
málið hjá Eik. Skjølini tala greitt og týðiliga
– og byggja undir páhaldið hjá Jørn Astrup
Hansen um, at leiðslan í Eik royndi – tilvitað
ella av sera grovum ósketi – at lumpa lands
kassan fyri 90 milliónir krónur.
Sambært Jørn Astrup Hansen, sum fyrst
var stjóri í Eik Banka, tá hann varð endur
stovnaður og síðani nevndarlimur í banka
num, so hevur bankin handlað í beinleiðis
»óndari trúgv« – altso sigur fyrrverandi
nevndarlimurin og stjórin, at bankin tilvitað
hevur givið skattamyndugleikanum skeivar
upplýsingar.
Hesar skuldsetingar eru sera álvarsamar
– og vit kunnu spyrja, um skattamyndug
leikarnir eru sína uppgávu vaksnir. Men vit
spyrja eisini, um moralin hjá TF Holding.
Tað eru jú tryggingartakararnir, sum eiga
TF Holding. Hví er tað so umráðandi hjá TF
Holding á ivasman hátt at sleppa undan
at rinda hesar 90 milliónirnar til felags
húsarhaldið?
– Úr leysari luft kom ein rokning upp á
90 milliónir krónur til føroysku skattgjald
ararnar. TF Holding skrivaði rokningina,
sum er send gjøgnum Eik Banka. Hvussu
Palliba og Marsanna eru komin at skylda
mastodontinum á Kongabrúnni so nógvar
pengar krevur nærri frágreiðing,
skrivar Jørn Astrup Hasnen.
Vit bíða spent eftir
frágreiðingini.
Serliga ring er støðan millum
næmingar í Runavík
51 prosent av børnunum í 5. flokki í teimum
føroysku skúlunum duga ikki at svimja. Tey
hava ikki førleikan til at bjarga sær sjálvum,
um tey til dømis duttu á sjógv. 51 prosent er
talið fyri alt landið. Meira enn annaðhvørt
barn í 5. flokki dugir ikki at svimja. Eitt
ræðandi tal
Tað skrivar Skúlablaðið, sum heldur tað
vera uppaftur meiri skurrandi, at í Runavík
duga bara 20 prosent av børnunum í 5. flokki
at svimja, men í Fuglafirði duga 90 prosent
av børnunum í 5. flokki at svimja.
Hvussu ber tað til, spyr Skúlablaðið?
Jú, tí at í Fuglafirði er ein góður
svimjihylur hjá børnunum at læra at svimja
og annars at svimja í, tá tey duga at svimja. Í
Runavík er eingin svimjihylur.
Tølini hevur Skúlablaðið eru frá Jon
Hestoy, sum hevur verið formaður í
Svimjisambandi Føroya í nógv ár. Og
Skúlablaðið skrivar víðari:
»Í námsætlanini í skúlaítrótti stendur um
svimjing:
Kjarnaøkið svimjing fevnir um
førleikarnar at svimja, at styrkja evnini
hjá næmingunum at svimja. Eisini fevnir
hetta kjarnaøki um kunning um viðurskifti
í sambandi við venjing og í sambandi við
vandar, ið eru knýttir at svimjing, eitt nú
um grundleggjandi bjargingarhættir og
fyrstuhjálp.
Skúlin á Argjahamri í Tórshavnar
kommunu? Nei, har er eingin svimjihylur. Jú,
svimjihylur – ein góður skúlasvimjihylur – er
í Eysturskúlanum, og ein er í nú gamla skúla
á Argjum, umframt at góður svimjihylur er í
Kollafirði.
Men í Skúlanum við Løgmannabreyt
í Havn er eingin svimjihylur. Tí forðaði
hvørvisjónin, Stóra Tjørn fyri, tí har
skuldi vera alt, men aftur ein búskaparlig
stórkreppa rendi ta ævintýrligu ætlanina um
koll. Stutt sagt.
Og líkt er til, at ei heldur stórskúlin á
Fløtum í Havn fær nakran svimjihyl.
Maður Margrethu
drotning brúkar
ikki longur
tittulin prins
gemalur.
Hann hevur brúkt
tittulin sum prins
gemalur síðani 2005,
men sambært TV2,
so hevur prinsurin
frásagt sær heitið
sum prinsgemalur, og verður framyvir nevndur
prinsur.
Munurin er, at prinsgemalur vísir til hjúna
felagan hjá eini drotning, meðan heitið prinsur
vísir til ein lim av kongshúsinum, ið ikki hevur
nakað stjórnarvald.
– Tað er eftir ynski frá hansara kongaligu
hátign, at hann framyvir brúkar tann minni
formella tittulin Henrik prinsur. Henrik prinsur
metir, at tað passar
betur til hansara
nýggju støðu sum
pensjonist, sigur Lene
Balleby, talskvinna
fyri kongshúsið, við
Ekstra Blaðið.
TF Holding vil hava 90 mió frá okkum
Nú er hann ikki
prinsagemalur
Heindrikur
skylda Vit TF holding 90 mió kr?
Les eisini blaðið
á telefonini
Eik Banki:
Fupp ella fakta?
Jørn Astrup Hansen
Tíðargrein síða 16-17
Kallkynið fyrst
til arbeiðis
Høgni Djurhuus
Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi stjóri og
nevndarlimur í Eik Banka
»Hvordan Palliba og Marsanna er kommet til at
skylda mastodonten på Kongabrúgvin så mange
penge kræver en nærmere forklaring?«
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
ov fáir svimjihylar
Børninin duga ikki at svimja
Visti tú?
At Finansiel Stabili
tet loftaði Eik Banka,
táhann fór á húsa
gang í 2010?