Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. APRÍL 2016 SOSIALURIN 43 4 Eftirlitið við útlendingum, sum ætla sær til Føroya, skal nú herðast Tað hevur samgongan sett sær fyri, og Poul Michelsen, landsstýrismaður í útlendingarmálum, er longu farin undir arbeiðið. Í hesum sambandi er endamálið at tryggja, at útlendingalóggávan verður handhevjað til fulnar, og at eftirlitið verður hert, so at ófriðarfólk ikki sleppa inn í landið, sigur Poul Michelsen í einum kunningarskrivi. Hetta er enn eitt stig í royndunum at forða fyri, at limir í Sea Shepherd, ella limir í øðrum felagsskapum, sum vilja forða okkum at drepa grind, yvirhøvur sleppa at seta fótin á land í Føroyum. Poul Michelsen sigur, at reglurnar á útlendingaøkinum eru soleiðis, at verða útlendingar, sum ætla sær til Føroya, mettir at vera til vanda fyri lóg og landaskil, kunnu myndugleikarnir sýta teimum at koma til landið. Og eru teir longu komnir til landið, kann innferðarloyvi verða tikið frá teimum aftur, so at teir verða sendir avstað aftur. Harumframt stendur í útlendinga­ lógini, at útlendingar skulu hava arbeiðs­ loyvi fyri at kunna arbeiða í Føroyum, eisini tá ið talan er um ólønt arbeiði. Og landsstýrið metir, at í summum førum kann virksemið hjá mótmælisfólki, sum koma til landið at mótmæla grinda­ drápi, roknast sum arbeiði, og tí fer nú at verða kravt, at tey skulu hava arbeiðsloyvi. Poul Michelsen sigur, at landsstýrið hevur tikið málið upp við danskar myndug­leikar, sum varða av passeftirlitinum. Hetta er fyri at tryggja, at reglurnar á útlendingaøkinum verða handhevjaðar til fulnar, so at forðað verður fyri, at fólk, sum gera seg inn á okkum, sleppa inn í landið. – Landsstýrið hvørki kann ella fer at forða fólki at nýta rættin at mótmæla. Men mótmælisfólk skulu halda seg innan fyri lógarinnar karmar, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. Samstundis ætlar landsstýrið eisini sat nokta skipum og bátum, hjá Seapherd, ella øðrum fe­lags­ skapum, sum gera seg inn á grinda­dráp, at koma inn á før­ oyskt sjóøki. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 5-10 m/s 10-15 m/s 8-13 m/s 10-15 m/s Fríggjadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og útnyrðingi, 10 til 15 m/s, fyrrapartin upp í skrið í støðum, 18 m/s. Samdrigið og regn-, vátaslettings- ella kavaæl, og hitin millum 2 og 4 stig. Um kvøldið og náttina verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri og útnyrðingi, 8 til1 3 m/s Kava- og vátaslettingsæl og hitin millum 2 kuldastig og 2 hitastig. Sunnudagin øtlar hann vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri, 10 til 15 m/s, sum um náttina snarar í ein norðan og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn, um náttina ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 7 og 10 stig, um náttina millum frostmarkið og fýra stig. Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt ælið, partvís vátaslettingur, og hitin millum 2 og 5 stig. Um kvøldið og náttina verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og sum frá líður regn av vestri. Hitin millum 1 og 5 stig. 15-18 m/s 5-10 m/s Vikan ið fór Sæð á Facebook: Tað eru nøkur ser sambond, sum ikki vilja hava Petur Elias Petersen at forseta við sínum arbeiði ÍSF stendur fyri Ítróttasamband Føroya. Í vikuni gjørdist greitt, at Flogbóltssamband Føroya, Hondbóltssamband Føroya og Svimjisamband Føroya er ónøgd við býtislykilin, sum játtanin frá løgtinginum skal latast sersambondunum eftir. Morgunin eftir legði Petur Elias Petersen (myndin), forseti í ÍSF, frá sær. 16 sersambond eru limir í ÍSF og umboðað tey eini 100 ítóttarfeløg. Sirið Stenberg stongdi týsdagin endaliga føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi og noktaði at skipa dialysuviðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.. Mikudagin fekk ein 38 ára gamal maður eitt árs fongsulsrevsing fyri neyðtøku undir Summarfestivalinum í 2014. Týskvøldið hótta Svimjisambandið og Flogbóltssambandið við ikki at senda íðkarar til Oyggjaleikirnar. Mikumorgunin legði Petur Elias Petersen, forseti í ÍSF, brádliga frá sær, tvey ár innan valskeiðið er runnið. Sunnudagin varð Sofía Purkhús kosins ársins spælari í donskum flogbólti. Mánadagin kom fram at á Skála ætla tey at skipa ein egnan flokk fyri dreingir. »ÍSF« Herða eftirlitið við føroyska markið MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt milliónir krónur. So nógv kundu vit fingið aftur, um vit lótu fløskurnar og øldósirnar inn aftur. 20 MANGT OG HVAT Visti tú? at 1.118 partae­igarar í Bakkafrost eru føroyingar?