Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. APRÍL 2016 SOSIALURIN 43 6 PERSÓNSSØGA HALLUR AV RANA Á einari skrivstovu við út­sýni yvir havnarvág situr Jens Hansen, um­ sjónar­maður hjá bjarg­ ingar­bátinum Rescue Lív. Hóast tað enn er kalt í veðrinum, so hvílur frið­ur yvir vánna hendan vakra vár­dag, tá undirritaði traðkar inn á skriv­stovuna. Friðsæla dagurin er í greiðari andsøgn við gerandisdagin hjá Jens Hansen fyri einans tveimum mán­aðum síðani, tá hann var griksku oynni Samos, har hann lut­tók í bjargingararbeiðinum hjá svenska bjargingarfelagnum SSRS. Tá var hann nevniliga mitt í stóra flóttafólkastreyminum, ið hevur sett dagsskránna í Evropa seinastu mánaðirnar. Bara í 2015 metir UNHCR, ið er flótta­fólka­ stovn­urin hjá ST, at ein millión flótta­fólk komu til Evropa, harav fýrs prosent av teimum tóku leið­ ina um griksku oyggjarnar. Eingin reyður knøttur 14. februar mynstraði Jens Hansen umborð á ein av tveimum bátum, ið svenska bjargingartænastan hevur á griksku oynni Samos. Í tvær vikur var hann skipari umborð á bát­inum, har hann gjørdi sítt til at hjálpa flóttafólkum, ið komu í havs­neyð. Tvær vikur, ið setti hann mitt í brennidepilin. – Tað bleiv alt knappliga nær, men tað var lívsjáttandi at vera mitt í hesum, ið man higartil bara hevur sæð í sjónvarpinum og á al­ netinum. Tað er nakað annað, tá bensinlukturin frá bátunum set­ ur seg í nasagluggarnar, og man stend­ur yvirfyri hesum fólkunum. Tá er tað ikki bara ein mynd, ið kann sløkkjast við at trýsta á reyða knøttin. Eg sá hvussu sperd hesi fólkini vóru, tá vit tóku tey umborð. Jens Hansen greiðir frá, at tað ikki vóru øll fólk, ið teir hjálptu, men einans teir bátar, har mett varð, at fólkini vóru í vanda fyri at drukna. – SSRS hevur eitt leiðarorð: »Vit kunnu ikki gera nakað við, at fólk hava valt at flýggja, men vit kunnu hjálpa teimum á leiðini, um tørvur er á tí.« Tað lýsir okkara uppgávu. Vit blanda okkum ikki í politikk, men tá tey eru komin í bátarnar, og hann byrjar at søkka, tá hjálpa vit. Tað er tá tann einstaki er í neyð, at vit trína inn. Nógv fólk hava spurt hann, um hví hann luttekur í slíkum ar­beiði, og ikki bara letur fólkini drukna, tá tey sjálvi seta lívið í váða. Slíkan hugburð vitnar um mangl­ andi innlit í støðuna, heldur Jens Hansen. – Óansæð hvørja støðu man hev­ur, so er tað so, at tá tú liggur við síðuna av einum persóni, ið er um at drukna, tá kann man ikki bara hyggja at, sigur Jens Hansen av­gjørdur. Avtalan gjørt støðuna verri Í kjalarvørrinum av trýstinum á evropeiska meginlandið eftir stóra tilgongdina av flóttafólkum hava ES og Turkaland gjørt eina semju, ið skal minka um trýstið á evrope­ isku londini. Tann avtalan hevur tó ikki bøtt um støðuna, sambært Jens Hansen. – Flóttafólkastreymurin hevur broyt karakter við avtaluni. Turka­ land hevur nú strangari eftirlit við teirra sjóøki, við tí úrsliti, at flótta­fólkini taka fleiri kjansir. Tað er nakað annað, tá bensin­ lukturin frá bátunum setur seg í nasa­ gluggar­nar, og man stendur yvir­fyri hesum fólk­unum. Tá er tað ikki bara ein mynd, ið kann sløkkjast við at trýsta á reyða knøttin« Neyðhjálp í Grikkalandi Framhald á næstu síðu – Eina dagin vit vóru á veg til nøkur flóttafólk, sóu vit delfinir og tunfisk spæla í sjónum. Lítla løtu seinni hugdi vit í eyguni á fólkum, ið eru flýdd frá øllum tí, ið tey kenna. Alt teirra lív var pakkað í eina tasku. Tað var serligt at uppliva mótsetningin millum tað fría lívið hjá djórunum og so eitt menniskja, ið hevði slept øllum í vónini at fáa eitt betri lív. Tað sigur Jens Hansen, sum í februar var við til at bjarga fleiri flóttafólkum frá druknideyðanum JENS HJÁLPTI HUNDRAÐTALS FLÓTTAFÓLKUM