Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. APRÍL 2016 SOSIALURIN 43 8 PERSÓNSSØGA Fyri at sleppa undan vaktar­skipu­ num royna tey nú at sleppa yvirum í ring­um veðrið, sigur Jens Hansen og leggur afturat, at nýggja avtalan longu hevur havt ræðuligar fylgir. – Leygardagin hoyrdu bjarg­ing­ ar­bátarnir neyðarróp. Ein bátur við fjúrtan fólkum var í havs­neyð. Tað eydnaðist at bjarga fimm fólkum, men fimm onnur drukn­aðu, meðan fýra fólk eru saknaði. So tað, at ein av­tala er komin í hús, merkir ikki, at flótta­fólka­streymurin steðgar upp, men ein­ans, at tað er størri vandi fyri, at tey sum flýggja drukna. Ein undarlig kensla Tað er ikki eitt ókent arbeiði, ið møtti Jens Hansen í Grikkalandi. Sum ein av høvuðsmonnunum í Lív Rescue er hann vanur við at taka lut í bjargingararbeiði av yms­ um slag í Føroyum, og vera við til leit­ingar á sjónum. Hann fekk tó skjótt at sanna, at umstøðurnar ikki eru heilt tær somu uttanfyri Samos sum uttan­ fyri Nólsoynna. – Tað var ein løgin kensla at koma fram á ein appilsingulan bjarg­ingarvest, staðfesta at hann er tómur og so sigla víðari. Um vit finna ein slíkan vest í Føroyum, so verður øll skipanin sett í gongd. Tyrlur, bátar og bjargingarfólk fara í sving fyri at leita eftir persóninum, ið møguliga eigur vestin. Í Samos er tað gerandisdagur, sigur Jens Hansen og leggur afturat, at tað ikki var lætt. – Eg føldi eitt undarligt vakuum í mær, tá eg sá ein tóman vest, og hevði hug at spyrja, um eitt manna­ lív einaferð var í vestinum, og hvar við­komandi var nú. Hjá Jens Hansen hjálpti tað at skriva eina dagbók á Facebook, har hann fekk sett orð á sínar upp­liv­ ing­ar. Til ber at lesa brot úr dag­bók­ ini aðrastaðni í greinini. Komu í bylgjum Ein vanligur dagur hjá bjargingar­ fólkunum í Samos byrjaði við, at tey møttust við bátarnar klokkan 05.55. Klokkan seks byrjaði so vaktin hjá teimum báðu bátunum hjá svensku bjargingartænastuni, ið eru av sama slag sum Lív Rescue. – Ein bátur sigldi nær landi og kannaði, um nakar bátur við flóttafólkum var komin um nátt­ ina, og um nøkur flóttafólk sótu føst á landi. Hin báturin sigldi tvey sjómíl út frá strondini, og helt eyga við sjónum. Tá kannaðu vit alt, ið lá og fleyt á sjónum. Tað gjørdi vit til umleið klokkan tíggju um morgunin, og so ótu vit morgun­ mat. Men vit máttu vera á varð­ haldi alla tíðina, tí eingin visti nær boð vóru eftir okkum, sigur Jens Hansen og leggur afturat. – Av tí, at tað er so stutt millum Samos og Turkaland, so bar til hjá myndugleikunum at kika yvir á strendurnar í Turkalandi. Tá tey sóu nógv virksemi, so var tað ein greið ábending um, at nú komu fleiri flóttafólk, og so vórðu vit boð­send. Tey komu so í bylgjum. Nakrar dagar var einki at gera, meðan aðrar dagar arbeiddu við døgnið runt. Delfinir og flóttafólk Miðjarðarhavið hevur í mong ár­ tíggj­und verið ein summarperla hjá ferðafólkum, ið hava leitað eftir sól og vøkrum strondum. Spania, Frakland, Italia og grikska oyggja­ havið hava vunnið frama hjá ferða­ fólkum úr kaldari londum. Ímyndin av sólríkum strondum er tó skakað nakað av stóra flótta­ fólkastreyminum, og hevur tað verið ein dyggur smeitur fyri ferða­ vinnuna í fleiri av hesum lond­ unum. Jens Hansen upplivdi eisini mót­setningin millum tað frið­sæla ferða­paradísi og syrgiligu manna­ lagn­ur­nar. – Eina dagin vit vóru á veg til nøkur flóttafólk, sóu vit delfinir og tunfisk spæla í sjónum. Lítla løtu seinni hugdi vit í eyguni á fólk­um, ið eru flýdd frá øllum tí, ið tey kenna. Alt teirra lív var pakkað í eina tasku. Tað var serligt at uppliva mótsetningin millum tað fría lívið djórunum og so eitt menn­iskja, ið hevði slept øllum í vónini at fáa eitt betri lív, sigur Jens Hansen. Hjálpti 384 fólkum Mett verður at umleið 800.000 flótta­fólk løgdu leiðina um griksku oyggj­ar­nar, tá tey royndu at sleppa inn í Evropa í farna ári. Sambært hagtølum higartil í ár, so er flóttafólkastreymurin, av ymsum ávum, ikki eins høgur, men hóast tað, so høvdu Jens Hansen og manningin umborð á bjargingar­ bátunum úr at gera. – Vit hjálptu 384 fólk upp á land tær báðar vikurnar eg var har. Alt arbeiðið vit gjørdu var í samstarvi við griksku sjóverjuna. Stóra trýst­ ið merkist eisini á teimum. Teir hava hjálpt fólkum døgnið runt síð­ani 2014, og sum nú er, so hava teir ikki eingongd ráð til olju til skip­ini. Stóru streymurin av flótta­fólk­ um hevur eisini havt sína ávirkan á gerandisdagin hjá búfólkunum á oynni. – Fólkið á Samos er øgiliga spert. Tey hava livað av ferðavinnuni, men hesi halda seg burtur, tí eingin ynskir at síggja strendur fyltar av bjargingarvestum og vrakum av bát­unum, ið flóttafólkini eru komin við. So oyggin er í eini fíggjar­ligari trongstøðu. Av tí saman royndu vit eisini at vitja so nógvar matstovur sum gjørligt, so øll fingu eitt sindur, sigur Jens Hansen. Hóast talan var um tungt ar­ beiði, so er Jens Hansen klárur at taka enn eitt tørn, um tað er neyð­ ugt. – Eg hevði farið avstað aftur um eg fekk møguleikan. Men um tað eru onnur, ið eru aktiv í bjargingar­ bátunum hjá Lands­felagnum fyri Bjargingar­feløgini, ið hava hug at hjálpa til, so skulu tey fáa kjansin til tað. Hetta var nevniliga ein so lívs­játtandi uppliving, at eg vildi ynskt, at onnur fáa sama møgu­ leik­an, sigur Jens Hansen. HALLUR@SOSIALURIN.FO »Eina dagin vit vóru á veg til nøkur flóttafólk, sóu vit delfinir og tunfisk spæla í sjónum. Lítla løtu seinni hugdi vit í eyguni á fólkum, ið eru flýdd frá øllum tí, ið tey kenna. Alt teirra lív var pakkað í eina tasku« Jens Hansen 15. februar: So er fyrsti dagurin her um at fara, og hava vit verið úti og hugt, um nakar er komin móti, ella upp á oynna. Eingin var at síggja. Tó komu 100 fólk á land í nátt, og tók løgreglan her sær av teimum. Annars, so sigla italienar í økinum um náttina við einum 19 metur Ari Visser báti 16. februar: Leiðin gekk somu leið sum í gjár, og tá vit komu suður móti tí syðsta nesinum, har van­liga verður siglt, sóu vit ein hóp av uppblástum slang­um til bilhjól flóta í sjónum. Harumframt fleiri bjargingar­vestar og ein gummibát, ið var punkteraður. Vit fóru so at leita í økinum, eins og fram við landi, men funnu onki. Tá vit komu til lands aftur, komu italiu­menninir til okkum og greiddu frá, at teir høvdu fingið fráboðan kl. 06 í morgun og sigldu á staðið, har ein bátur var sæddur. Teir tóku 78 fólk upp. Øll yvir­livdu hesaferð. Tíbetur. 17. februar: So kom veruleikin fyri dagin. Fóru út árla í morgun og komu í uppgávu, har vit høvdu 39 fólk heim aftur við okkum. Greiði mótsetningurin millum tað fría lívið – delfinirnar, ið spældi sær runt bátar­nar – og so tað vónleysa lívið – fólk, ið stóðu í anda­leypi 50 metur frá okkum, og høvdu ofrað alt í vónini at fáa eitt betur lív. 18: februar: Farið var út í morgun kl. 04 og vóru boðini, at fólk var sætt á landi nakað í ein út norður úr Samos býi. Ikki var komandi inn móti landi, tí grunt var, so vit máttu seta svimjarar út, og blivu fólkini so flutt umborð við bjargingarflakanum. Fólkini, tvær kvinnur, tvey børn, eitt pinkubarn og 4 mans vóru smuglaði yvir um fjørðin í nátt, og var persónurin og báturin farin avstað aftur, tá vit koma staðið. Arbeiði hjá honum var gjørt, og hevði hann fingið sínar 9.000 dollarar fyri henda túrin. Barnið græt illa, tá tað kom um­borð, men sissaðist síðan. 20. februar: Ein serligur dagur í lívinum í dag. Um eg ein dag skuldi komið aftur á Samso, vildi tankarnir runnið aftur á henda dag, tá vit settu 65 fólk, 14 børn, harav 4 smábørn og restin tilkomin og vaksin trygt á bryggjuna í Samos býi. Trúgvi eisini, at tá eg lukti bensin aftur fyrstu ferð heima, so vilja tankar mínir venda aftur á henda dag, nú vit tóku hesi fólk upp úr hesum skroypiliga gummibátinum, har fleiri høvdu sitið niðri í eini blanding av sjógvi og bensin. Vóru vát og etjaði av hesi samanblanding 20. februar. Nú bleiv alt meira veruligt. Fólk í neyð. Í einum báti, sum vit kanska høvdu mett at verða vandamiklan at brúkt í ein á, ella einum svimjihyli. Báturin var fyltur á tremur. Tað vísti seg at verða 65 manna­lagnur umborð. Øll veipaðu við ørmunum, og róptu um hjálp. Hetta var ein kensluborin løta, men ikki var tíð at hugsa um tað. Nú var at arbeiða og fáa hesi stakkals menniskju trygt umborð til okkum. 22. februar: Talið av fólki, ið er komið upp á land her, síðan vit tørnaðu til er nú komið upp á 1567, tá dagurin í dag ikki er taldur við. Vit hava verið við til at fáa 201 fólk í land. Tað yngsta 3 mánaðir 28. februar: Ja, so verða síðstu orð míni sett á hetta tíðarskeið í lívi mínum. Eitt tíðarskeið, ið eg ikki hevði vilja verið fyriuttan. Eitt tíðarskeið, har ein hevur fingið víðkað sjónarringin, og sæð og upplivað ein veru­leika í lívinum, sum tey flestu bara síggja á einum sjónvarpsskíggja, meðan man situr fjálgt heima í stovuni. Hesar dagar, eg havi verið her, eru 2.840 fólk (dagurin í dag ikki uppgjørdur) komin á land her á oynni Samos. Av hesum hava Gulu Bátar­ nir (Gula båtarna hjá SSRS) verið um 600, og hava vit ført uml. 300 fólk í land úr gummibátum.  HALLUR@SOSIALURIN.FO Dagbók hjá Jens – Fólkið á Samos er øgiliga spert. Tey hava livað av ferðavinnuni, men hesi halda seg burtur, tí eingin ynskir at síggja strendur fyltar av bjargingarvestum og vrakum av bátunum, ið flóttafólkini eru komin við. So oyggin er í eini fíggjarligari trongstøðu PRIVATMYNDIR