hósdagur 14. apríl 2016síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. APRÍL 2016
SOSIALURIN 43
37
Vit leita eftir hugagóðum og dugnaligum næmingum, sum
tora at taka ábyrgd, eru sjálvstøðugir og vilja hava ávirkan.
Næmingum, ið eins og vit tora at ganga á odda og eru fú-
sir at vera partur av einum felag, ið hevur sum endamál at
skapa tryggleika í Føroyum.
UM OKKUM
Tryggingarfelagið Føroyar er størsta tryggingarfelag í Føroyum. Felagið er støðugt í vøkstri og er
tað ein áhaldandi avbjóðing, sum tú kanst gerast partur av.
VIT KUNNU BJÓÐA TÆR
Fjølbroytt og avbjóðandi lærupláss í eini spennandi fyritøku, sum er í stórari menning.
Møguleiki verður at velja sær lærupláss innan skaðatrygging ella persónstrygging.
Læruplássini eru í eini fyritøku við greiðum málum, virkisfúsum starvsfólkum og góðum ar-
beiðsumstøðum, har arbeiðið er grundað á kjarnuvirðini, har vit eru ágrýtin og nærløgd,
viðurkenna heildina og seta kundan í miðdepilin.
UM TEG
Tú skalt tora at taka ábyrgd, kunna arbeiða sjálvstøðugt og vilja hava ávirkan. Tú skalt vera
áhugað/-ur í einari útbúgving, sum byrjar 5. september 2016, tekur tvey ár og fevnir um ein
praktiskan og ein ástøðiligan part.
Tað er ein treyt, at tú hevur miðnámsútbúgving. Fyrimun hevur tú, sum hevur góðan
telduførleika og góðan málførleika. Tú, sum tekur prógv í summar, ert eisini vælkomin at
søkja.
MEIRA KUNNING
Vilt tú vita meira um tað at vera næmingur hjá okkum, ert tú vælkomin at ringja til Starvs-
fólkadeildina á telefon 345600 ella skriva til starvsfolkadeild@trygging.fo.
UMSÓKNARFREIST
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 5. mai 2016 kl. 12.00.
Søkjast kann við telduposti til starvsfólkadeild@trygging.fo ella við vanligum brævi:
Tryggingarfelagið Føroyar
Starvsfólkadeildin
Postsmoga 329
FO-110 Tórshavn
Avrit av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast við.
trygging.fo
NÆMINGALÝSING
Ert tú okkara
nýggi næmingur?
APRÍL-KAPPINGIN
VINN EINA
GRILL FRÁ
KAJ ANDREASEN & CO
Hvønn dag í mai mánaða verða Sudoku uppgávur at finna í
Sosialinum.
Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika
hevur tú at vinna.
Sendið okkum loysnina innan mánadagin 9. mai 2016
kl. 10.00 og merki brævbjálvan »Sudoku«.
Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst.
Vinningurin er ein grill frá
KAJ ANDREASEN & CO