Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-14, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. APRÍL 2016 SOSIALURIN 43 40 T að var ein maður, ella ið hvussu so er ein av kall­ kyni, sum skapti jørðina. Til hetta stórarbeiðið brúkti hann bara seks dagar. Hann arbeiddi fulla tíð. Og tá í tíðini hildu tíðarætlanir, tí tíðin var spildurnýggj og ikki farin av lagi. Og byggifeløg vóru ikki til. Skuldi ein kvinna, Gudrun til dømis, skapt heimin, gjørt sama arbeiðið so at siga, hevði tað vart minst níggju dagar. Tí hon hevði arbeitt niðursetta tíð, sum tað eitur í æviga kjakinum, tað eru minni enn átta tímar um dagin. Og tann eini dagurin var farin til gremjan um vantandi javnstøðu í heiminum, sum hon var í ferð við at skapa. Var hon so harafturat upp á vegin, hon sjálv Gudrun, vardi arbeiðið eitt ár og níggju dagar. Tá vóru vit enn í 2015. Men har var eingin júst tá at gera hana tjúkka, so hon hevði verið ónortin og rein. Men tað var ein av kallkyni, sum tók heimsins fyrsta tak, sjálvandi. Tað var sjálvboðið arbeiði, neyvan vælgerandi kortini, at skapa heimin. Arbeiðið var tí ikki eftirlønargevandi, hvørki tvey ella 15 prosent. Sama ger, ikki vendist aftur. Verðin varð so skapt. Hon var eitt valaverk, sigst, líka til mistøkini, sum kallaðust Ádam og Eva, komu. Eva gjørd úr einum røstum rivi úr Ádami. Tá fór alt rættliga skjótt til Helvitis. Tann ferðin er ikki liðug enn, hóast ferðin er mikil. Menn og kvinnur og kyn og javnstøða. Ein knútur, sum ikki kann loysast uttan við einari fifty-fifty lóg í øllum málum. Hana torir eingin at gera. Kanska vil eingin hava hana heldur. Tí noyðast tey, sum tíma og orka, at hoyra og lesa neyðarrópini um javnstøðuna hetta til dómadags, sum ikki verður nakran fríggjadag tann 13. Hvat er ein fifty-fifty lóg? Jú, ein lóg, sum millum annað sigur, at í løgtinginum eru 16 kvinnur og 16 menn og lutakast um seinasta sessin, lutakast, sum kvinnurnar vinna, tí annars verður ikki friður. Nú er fifty-fifty ikki longur in. Nú er alt 20-80. Men 6,6 menn og 26,4 kvinnur í løgtinginum er heldur ikki rættilig javnstøða, hóast kvinnurnar tá vera í meiriluta. Kvinnur og menn og kyn. Eitt annað orðakríggj uttan vápna­ hvíld hetta til evsta dag er um hjúna­bandið, hjúnahaftið, frælsis­ skerjingina, sum tey samkyndu so fegin eisini vilja hava. Nú hava vit roynt við kvinnu og manni síðani Ádam og Evu. Tað miseydnast so at siga altíð. Maður og kvinna rigga rætt og slætt ikki saman. Hví so ikki royna mann og mann og kvinnu og kvinnu og vita, um tað riggar betur? Guds børn batna. Jesus var Guds besta barn, tí hann var tað einasta. Skilamaður, sum hann var, var hann ógiftur, og brúkti síni fáu ár til annað skilabetri enn at renna eftir konufólki. Hvat sigur kirkjan um kvotuna á Flemish Cap (hon varð ikki kristiliga býtt)og fríhandil við tey heidnu í Turkalandi? Vit hava ikki brúk fyri nakrari stjórnarskipan her. Vit hava longu eina. Hana høvdu vit longu, áðrenn nakar danskari kom higar at spilla alt. Og so stúra øll fyri forsetavalin­ um í USA. Fólkaræðið kann gera tað, at ein ávísur Donald verður forseti. Fólkaræðið er bara gott, tá tey røttu vinna, annars ikki. Donald verður ein góður maður fyri USA og okkum øll í Evropa. USA skapti IS og hini harkaliðini í Miðeystri. Uttan amerikonsku krígsgreðina vóru tey ikki til. Tí er ikki annað enn rímiligt, at USA ruddar eftir sær og sleppur okkum av við Frankenstein. Og har er Donald Trump rætti maðurin, tí hann torir og bakkar fyri ongum. Men sama, hvør skapti verðina, er hon her enn, framvegis uttan javnstøðu og illa farin. Slíkt krevur ein javnara. Kallkynið fyrst til arbeiðis Danjal av Rana Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 Høgni Djurhuus MYND: HEINESEN MYNDIR Yrki: Journalistur Bústaður: Hoyvík Hvat ætlaði tú at vera, tá tú bleivst vaksin? Eg ætlaði mær leingi at vera djóralækni. Líka til eg fór í starvsvenjing hjá djóralækna í ein dag. Av avlíva skjaldbøkur, gelda frensar og ísáðing av kúm var ikki heilt eg. Hvat ynskir tú at hava avrikað um eitt ár? Tá skulu allar flytieskjurnar vera tømdar. Tað, sum tá ikki hevur fingið eitt fast pláss, skal gevast burtur ella brennast. Enda setningin: Allir føroyingar kunnu vera samdir um, at... … tað er einki betri stað at búgva enn her í Føroyum. Hvør er tín fyrimynd og hví? Jesus er mín størsta fyrimynd, bæði í lív og læru. Eg skuldi gjarna duga líka væl at undirvíst sum hann, umframt at duga líka væl at vísa øllum kærleika sum hann. Hvat er eitt eydnuríkt lív? At sleppa at arbeiða við nøkrum, tú hevur hug til, umframt at liva fyri okkurt annað og størri enn teg sjálvan og tín egna tørv. Hvat er seinasta gávan, tú gav damuni? Nú tú spyrt, skilji eg, at tað er nakað langt síðani seinast. Valentine’s dag fekk hon kaffi frá Brell og sjokolátu fra Gómagott. Hvat er tað seinasta góða ráðið tú fekk? Hugsa tað besta um fólk, heldur enn at illtonkja tey. Um tú kundi sungið ein sang í X-faktor, hvønn hevði tú valt? Breið verndarveingir tínar. Eg havi sungið hann hvørt evig idli einasta kvøld seinastu 10 árini fyri synunum, so hann dugi eg. Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at eg... … ikki havi ruddað garasjuna ella hongt hillar og lampur upp í húsunum enn. Hvør er seinasta stuttliga uppliving hjá tær? Eg hevði eitt sera gott kvøld saman við vinmonnunum her fyri, við góðum mati og samveru. Tað er ov langt ímillum, at vit ungdómsvinirnir hittast.