mánadagur 18. apríl 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 18. apríl 2016 · Nr. 44
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD TÍÐINDI
REGNAR ENN VIÐ
FØROYSKUM METUM
Føroyskir svimjarar hava luttikið í Danish Open, har nógv nýggj føroysk met vórðu sett. FM
í talv er avgjørt, frælsur ítróttur á venjingarlegu í Spania, Dávur Magnussen er á trónini í
einkultstarti í súkkling og mangt annað hevur myndað vikuskiftið – her eru tey stuttsøgdu
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Jóan Símun Edmundsson
slapp
eiheldur
hesaferð
upp í part, nú OB í gjár fekk
vitjan av Viborg. Føroyski
landsliðsáleyparin
sat
á
beinkinum
allan
dystin,
haðani hann kundi síggja
liðfelagar sínar vinna 5-1.
Kappingarneytar
hansara
um álopsplássið skutu fýra
mál, Anders K. Jacobsen trý
og Rasmus Festersen eitt.
René S. Joensen og Hallur
Hansson spældu báðir allan
dystin, tá ið Vendsyssel FF
í gjár var út fyri enn einum
tapi, hesaferð 2-1 ímóti Skive.
Brandur Hendriksson var
leikbannaður. René skeyt
málið hjá Vendsyssel FF,
sum
ikki
hevur
vunnið
eftir vetrarsteðgin og á 6.
plássið nú er sjey stig frá
uppflytingini. Ein lítil uggi
er, at teir hava ein dyst
tilgóðar.
Christian L. Holst og
Heini Vatnsdal vóru við, tá ið
Fremad Amager leygardagin
tapti 1-0 ímóti HIK. Tapið
kom illa við, tí teir av Amager
duttu frá øðrum plássi og
heilt aftur á fjórða pláss í
uppflytingarspælinum í trið
bestu deildini.
– Vit fara sjálvandi eftir
at flyta upp, men vit skulu
ikki hyggja so nógv eftir
stigatalvuni. Vit skulu njóta
at spæla fótbólt. Tað sá
ikki út sum vit gjørdu tað
leygardagin. Vit mugu finna
gleðina aftur, segði Christian
L. Holst við bold.dk eftir
dystin.
Eyðvør Klakstein skeyt
málið hjá CD Marino í næst
bestu
sponsku
deildini,
har tær í gjár tapti 2-1
ímóti Mullier FCN. Eyðvør
Klakstein hevur nú skorað
nýggju mál og er toppskjútti
hjá CD Marino, sum er
nummar níggju av 14 á stiga
talvuni, har einans tríggir
dystir resta í.
Tiltiknað
grannaupp
gerðin
ímillum
FCK
og
Brøndby
varð
spæld
í
Parkini í gjár. Tað var FCK,
sum fór avstað við sigrinum
við tveimum málum frá
Nicolai Jørgensen. FCK er
greitt á odda í Superliguni,
níggju
stig
frammanfyri
SønderjyskE
og
10
stig
frammanfyri AaB.
Brádliga er stórur spenn
ingur aftur í La Liga, har FC
Barcelona í gjár tapti triðja
dystin á rað. Hesaferð taptu
teir 2-1 á heimavølli ímóti
Valencia. Ivan Rakitic gjørdi
sjálvmál, Santi Mina økti
til 2-0 áðrenn Lionel Messi
pyntaði um til endaliga
úrslitið, 2-1 til Valencia.
Atlético
Madrid
vann
greitt
3-0
heima
ímóti
Granada, meðan Real Madrid
vann 5-1-stórsigur á útivølli
ímóti Getafe. Fimm dystir
eru eftir at spæla, og nú eru
FC Barcelona og Atlético
Madrid púra jøvn oddalið
við 76 stigum. Real Madrid
er beint í hølunum við 75
stigum.
Napoli fekk eitt skot fyri
bógvin í strembanini eftir at
gerast italskur meistari, tá ið
teir leygardagin vóru á vitjan
hjá Inter. Inter vann dystin
2-0 við málum frá Mauro
Icardi og Marcelo Brozovic.
Napoli er enn nummar tvey,
men nú heili níggju stig
aftanfyri Juventus.
Leiðslan hjá hjá Juventus
varð
økt
við
tryggum
4-0-sigri
heima
ímóti
Palermo. Sami Khedira, Paul
Pogba, Juan Cuadrado og
Simone Padoin skutu málini.
Undir nýggja venjaranum,
Cristian
Brocchi,
fekk
AC Milan 1-0-sigur ímóti
Sampdoria
við
máli
frá
Carlos Bacca. AC Milan er nú
nummar seks.
Væl dámdi venjarin hjá
Leicester, Claudio Ranieri,
sigur við blaðið La Republica,
at hann ikki er áhugaður
í at taka við sum italskur
landsliðsvenjari.
Starvið
verður annars tøkt í summar,
tá ið Antonio Conte tekur
við sum venjari hjá Chelsea.
Mett verður, at Gianni De
Biasi er favorittur at fáa
starvið. Hann er í løtuni
landsliðsvenjari hjá Albania.
FORMIL 1
Nico Rosberg (Mercedes)
vann fyri triðju ferð út
av eins nógv møguligum,
tá ið GP-kapping var í
Shanghai hetta vikuskiftið.
Hann
vann
frammanfyri
Sebastian Vettel (Ferrari) og
Daniil Kvya (Re Bull) Danski
Kevin Magnussen (Renault)
gjørdist nummar 14.
FR. ÍTRÓTTUR
Hanus Bergsson og Tórur
Mortensen hava seinastu
dagarnar verið á venjingar
legu í Albir og Alfaz del Pi
nærhendis Alicante, Spania.
Heimasíðan
hjá
Hvirluni
skrivar, at talan hevur verið
um gevandi venjingarlegu,
har teir báðir vóru so hepnir
at sleppa at venja saman
við
svenskum
miðnáms
skúlanæmingum við sum
sergrein í frælsum ítrótti.
Næmingarnir vóru eisini á
venjingarlegu har.
SÚKKLING
Leygardagin
varð
skipað
fyri 18km longum einkult
starti ímillum Kaldbaksbotn
og Kaldbaksbygd, har 13
luttakarar vóru við. Dávur
Magnussen vann í yvir
legnum stíli. Tíð hansara
var 25:50. Á øðrum plássi
var
veteranurin
Gunnar
Dahl-Olsen við 28:10, meðan
triathleturin
Guðmundur
Joensen fekk 3. plássið við
28:30.
Ein
av
klassikarunum,
Amstel
Gold
Race,
varð
súkklað
hetta
vikuskiftið.
Italski
Enrico
Gasparotto
(Wanty-Groupe Gobert) fór
avstað við sigrinum framman
fyri danska Michael Valgren
(Tinkoff). Teir báðir fóru í
útbrot á síðstu klintringini,
men tað var italienarin, ið var
stinnari í spurtinum.
SVIMJING
Umframt at Pál Joensen
svam seg til OL á 1500m frí,
so hava eisini onnur góð
føroysk úrslit verið á Danish
Open um vikuskiftið.
Í 50 mfrí setti Astrið
Foldarskarð
úr
Havnar
Svimjifelag føroyskt met við
tíðini 27.19, sum var eitt vet
betri enn metið, sum hon
sjálv átti frammanundan við
tíðini 27.21 frá FM á langgeil
fyrr í ár. Seinni í kappingini
betraði hon enn meiri um
metið, nevniliga 27.06.
Í 400m blandað vann Alvi
Hjelm úr Ægir í stórum stíli
gull og setti nýtt føroyskt
met, tá ið hann svam teinin
uppá
4:30.17.
Hann
átti
sjálvur føroyska metið á
4:33.15 frá HM í Kazan í fjør
summar.
Í 800m frí svam Vár
Erlingsdóttir
Eidesgaard
úr Havnar Svimjifelag seg
til eitt stórt nýtt føroyskt
met og juniormet, tá ið hon
gjørdist
nummar
fimm
við
tíðini
9:09.34.
Hon
kutaði útivið trý sekund
av gamla metinum, sum
Sára Ryggshamar Nysted
frammanundan átti.
Signhild
Joensen
úr
Ægir setti leygardagin nýtt
føroyskt juniormet í 50m
rygg. Tað gjørdi hon við at
svimja tíðina 30.50, sum
rakk til eitt fjórða pláss í
A-finaluni.
Í 50m bringu gjørdist
Róland Toftum úr Suðuroyar
Svimjifelag nummar tvey
í B-finaluni við tíðini 29.81,
sum er nýtt føroyskt met og
juniormet. Hann hevði longu
fyrr á degnum sett metið
einaferð, tá við tíðini 29.89.
Metið frammanundan átti
hann eisini, sum var 30.01 frá
FM á langgeil fyrr í ár.
Føroyingurin í Farum,
Magnus Jákupsson, megnaði
at seta nýtt danskt met í 50m
rygg, tá ið hann á hesum teini
svam seg til gull. Við tíðini
25.43 tók hann metið frá
OL-svimjaranum,
Mathias
Gydesen.
TALV
FM er nú avgreitt. Í 1. deild
var tað Sandavágur 1, sum
gjørdist føroyameistari. Teir,
sum hava verið drúgvastir
á tí liðnum, eru Carl Eli N.
Samuelsen, Rógvi E. Nielsen,
Høgni E. Nielsen og Silas
Eyðsteinsson.
Í 2. deild var tað Havnin
2, sum vann FM-gull. Sigurð
B.
Justinussen,
Arnbjørn
Dalsgarð, Birgi Hansen og
Jógvan Næs mannaðu tað
liðið. Í 3. deild vann Havnin
eisini, har liðið seinasta
umfar var mannað soleiðis:
Jóannes
Guttesen,
Suni
Merkistein, Suni Jacobsen
og Bárður Johannesen.