Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. apríl 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. apríl 2016 · Nr. 44 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TOPPURIN ER TANN TÆTTASTI Í FIMM ÁR Meistararnir vóru vónbrotnir, og fuglfirðingar stórfegnaðust um, at tað endiliga eydnaðist at vinna, meðan TB tapti fyri triðju ferð á heimavølli Jóannes Hansen Tað er sjáldan, at toppurin er so breiður og tættur, sum støðutalvan vísir, at hann er eftir sætta umfar. Fýra stig eru frá HB á fremsta plássi og aftur til KÍ á fimta plássi. So breiður hevur toppurin ikki verið eftir seks umfør síðani í 2011, tá ið hann var uppaftur breiðari. B36, sum vann FM, var fremst við 14 stigum, NSÍ hevði 13 stig, Víkingur 11 og so høvdu KÍ, HB og EB/Streymur 10 stig. Tað er ikki í hvørjum um­ fari, at tríggir dystir enda við javnleiki, og at tveir enda málleysir. Soleiðis var tað í fjórða umfari í fjør – 21. og 22. mars - tá ið HB-TB og EB/ Streymur endaðu málleysir, og triði javnleikurin var í Sarpugerði, tá ið tað endaði 3-3 millum Víking og KÍ. Stóri vinnarin í kapping­ ini millum tey ovastu var hesa­ferð Víkingur, og stóri taparin var NSÍ, sum heldur ikki hesaferð megnaði at vinna stig ímóti einum øðrum FM kandidati. NSÍ og Víkingur hava, síðani felagsliðið í Eystur kommunu varð stovnað í 2008, spælt tólv ferðir við Løkin í Runavík. Víkingur hevur nú vunnið níggju ferðir, og NSÍ hevur vunnið tríggjar ferðir. Tað var tøgn í B36 bussinum Tað var týðuligt, hvør kendi seg hava vunnið, og hvør kendi seg hava tapt, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð í Klaksvík í gjár. Máltalvan vísti 1-1, og heimamenninir kendu seg hava vunnið eitt stig, og teir í B36 hingu við høvdinum, tí teir í síðstu løtu høvdu mist tepra sigurin, sum teir síðani stutt undan steðginum høvdu kós ímóti við málinum, sum Róaldur Jakobsen skoraði í fyrstu rættiligu B36 royndini í fyrra hálvleiki. Hesaferð vóru Hjalgrím Elttør, Heðin Klakstein og Niels Pauli Danielsen á KÍ beinkinum. Tá ið teir vórðu settir á vøllin miðskeiðis í seinna hálvleiki, var tað í roynd at spenna álopsbogan. Útjavnandi málið átti B36 málverjin sín lut í, tí hann eftir fríspark og ullint innlegg úr vinstru frá Jonas Flindt Rasmussen misti bóltin til Páll Klettskarð, sum takkaði fyri. – Tað er tøgn í bussinum. Vit eru vónbrotnir, tí vit stýrdu spælinum, og vit høvdu møguleikar at av­gera okkum til fyrimunar, áðrenn vit góvu teimum útjavnandi málið, staðfesti Jákup á Borg, tá ið hann og liðfelagarnir í B36 vóru á veg suður aftur úr Klaksvík. Klaksvíkingar halda, at tað framvegis ikki er nóg góður friður yvir teirra saman­spæli. At tað tørnaði so­leiðis út, sum tað gjørdu, ber við sær, at teir eru nøgdir við javn­leikin: – Vit høvdu ætlað okkum øll stigini, men eftir dystar­ lok eru vit nøgdir við, at tað eydnaðist at halda tørn, so fjarstøðan til toppin bara er fýra stig. At breiddin á liðnum er stór vísti seg aftur í dag at hava týdning, sigur KÍ liðformaðurin Jonas Flindt Rasmussen. Jan sær dygdir í AB Tað endaði málleyst í Gunda­ dali, har HB hevði vitjan av AB. Lotið var so frískt, sum tað sjáldan er í veður­góða Gundadali. Eftir steðgin hevði heimaliðið vindin undan. Tá varð Øssur Dalbúð settur á vøllin, men tað segði tað sama. Argjamenn arbeiddu nógv, teir vóru støðugt væl skipað­ ir í verju­partinum, og teir vóru fleiri ferðir vanda­miklir í skjót­um mót­álop­um. HB hevði bóltin mesta partin av tíðini, men tað eydnaðist ikki at fáa ferð á spælið, og tað var langt millum mál­møgu­ leikarnar. – Eg eri stak væl nøgdur við okkara avrik. Spælararnir arbeiddu nógv, frammarlaga á vøllinum vóru vit betri, enn vit hava verið, og so mugu vit siga, at vit høvdu tað hepnið, sum AB skal hava, um tað skal eydnast at vinna stig í Gundadali ímóti HB, sigur AB venjarin Trygvi Mortensen. Starvsfelagi hansara í HB, Jan C. Dam, var ikki nøgdur: – Serliga undan vindinum í seinna hálvleiki megnaðu vit ikki at spæla okkum til upplagdar málmøguleikar. Tað var ikki nóg gott, men so skal leggjast aftrat, at AB spælararnir vóru sera raskir. Teir arbeiddu nógv, og tað er heilt týðuligt, at tað gongur rætta vegin hjá Trygva Mortensen at samanspæla nýggja liðið, heldur HB venjarin. Fyri fyrstu ferð í ár var Fróði Benjaminsen millum teir fyrstu ellivu. Øssur Dalbúð var aftur hesaferð á beinkinum allan fyrra hálvleik. Nýggj ÍF verja helt tætt Fuglfirðingar høvdu alla or­søk at vera væl nøgd­ ir, tá ið teir fóru norður um aftur Suðuroyar­fjørð í gjár­kvøldið, meðan teir í TB hava alla orsøk at vera vónbrotnir. Hetta var fjórði heimadysturin hjá TB í ár, og hetta var triðja ferðin, at heimamenninir fóru av vøllinum við Stórá við tapi, og eftir at tað ikki er eydnast TB at skora. 3-0 ÍF sigurin var grundað­ ur eftir lítlari løtu í fyrra hálvleiki, tá ið ÍF skoraði tvey mál. Tað fyrra skoraði Poul Nolsøe Mikkelsen eftir horna. Hann hevur verið burturfrá síðani fyrst í februar. At hann og Jan Ó. Ellingsgaard vóru aftur í mið­verjuni og Oliver Korch í málin­um viðvirkaði til, at ÍF aftur fór av vøllinum, uttan at mál varð farið ígjøgnum hjá ÍF. Tvær tær seinastu ferðirnar vóru tíggju mál farin ígjøgnum. Poul Nolsøe Mikkelsen noyddist av vøllinum tíðliga í seinna hálvleiki. Einki er at siga til, at fuglfirðingar vóna, at hann verður tøkur aftur hóskvøldið, tá ið ÍF fær vitjan av Skála. Bogi Reinert Petersen var verjukendur miðvallari saman við Karl Løkin. Seinna málið í fyrra hálv­ leiki var fram­úr, tá ið væl upp­lagdi Adeshina Lawal saksi­sparkaði bóltin í málið. Inn­skifti Dánjal á Lakjuni staðfesti sjey minuttir undan leikloki trivaliga sigurin, tá ið hann við høvdinum setti bóltin í málið. – Trý stig, trý mál og einki ímóti okkum. Vit kunnu ikki annað enn vera nøgdir við tað. Vit løgdu nógv fyri, og vit vóru skilagóðir. Í fyrra hálvleiki høvdu vit nógva vindin ímóti, og tá eydnaðist tað at skora tvær FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB Hihi, altíð stuttligt at ARGA í Gundadali. Nei, okkara menn klóraðu seg ikki til hatta stigi, teir spældu sgu fótbólt. Hasir fáu håbæ fjeppararnir vóru sum lundar slignir á nev. Heilsan Frens forewer. KRISTIAN JOENSEN KÍ Deiligt at fáa javnleik móti endnum av dystinum.Hetta stigið kann hava nógv at siga í endanum av árinum. Takk Tórður Thomsen. Tað er ræðuligt hvat tað er iriterandi at linjudómarnir døma meir fríspørk enn dómarin. Koyr á KÍ! SÆBJØRN LEITI ÍF Sodan nú sá tað út sum verjan hevði funni sítt pláss, TB hevði ikki nógv at vísa í dag, so vit fara norður um fjørð í góðum lag KOYR Á ÍF ALLAN ENGHAMAR HB Hatta var serdeilis óinteressant! Men 1 stig er meira enn 0, tađ kann man ugga seg viđ. LISSI MOURITSEN B36 Tað sum eyga ikki vil síggja !!!! Vit rópa hvítt og Svart og tað er ELLARS mega feitt --- Vit eru her og vit verða her ! Flott hvítir -- Spell at teir sum vóru í grønari drakt ikki hava eygur !! JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ kki gott nokk. Við Løkin skulu vit hava 3 stig, óansæð hvussu hitt liðið eitur. Vit reisa okkum til næsta dyst! Góðir! FÓTBÓLTUR