mánadagur 18. apríl 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 16 • 18. APRÍL 2016
6
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Kanska fyrsti
føroyingur uppi í
Empire State Building
Danjal av Rana
E
g hitti Birgir Enni umborð á Norð
lýsinum. Skaði hevur kavaklætt
oyggjarnar, hóast farið er um
summarmála. Umborð á Norðlýsinum
hevur Birgir sett seg við einum kaffi-
munni. Seinni í mánaðinum fer hann
um pensjónsaldur, og sjálvur sigur
hann, at abbabørnini fylla alsamt
meiri í dagligdegnum. Kanska er tað
hetta, sum ger, at hann nú er farin at
hugleiða um gamlar dagar. Hendan
morgunin snýr prátið seg fyrst um
ommu- og abbabeiggjar undirritaða í
Hvalba og á Rananum, áðrenn Hjørleif
Enni kemur á banan.
Pápi mín, sigur Birgir Enni, var sum
heilt ungur eina ferð í Amerika og
vitjaði familju. Mammubeiggi hansara,
og systir hansara, Ragnhild, fóru til
USA um aldarskiftið 1900 og búsettu
seg í Boston. Tórður Nattestad var
skipari á trolara har yviri, og tað hiln
aðist honum heilt væl.
– Pápi mín Hjørleif, sum er fødd
ur grundlógardag í 1916, hevur
verið eini átta, tíggju ára gamal, tá
mammubeiggin kom at vitja fyrstu
ferð úr Amerika. Teir funnu væl út av
tí báðir, og pápi mín heilt á at skriva
til hansara, sendi honum avísklipp og
annað. 19 ára gamal fær hann bræv
frá Tórði Nattestad. Mammubeiggin
skrivar, at hann er sera fegin um brøv-
ini frá Hjørleifi og vil fegin, at Hjørleif
Enni kemur at vitja hann í USA. Í bræv-
inum liggja 200 dollarar, sum skulu
nýtast til ferðaútreiðslur.
200 dollarar var ein stór upp
hædd tá á døgum. Ársinntøkan hjá
einum fiskimanni var um 450 krónur,
tímalønin var um 90 oyru. Serfrøð
ingar meta, at 200 dollarar í 1935
eru verdir 3.530 dollarar í dag, ella
23.320 krónur.
– Omma mín sigur beinanvegin, at
pápi má skriva og spyrja, um hann ikki
kann brúka pengarnar upp á skúla
gong, men tað vil pápi ikki, sigur Birgir
Enni.
So árið eftir fer Hjørleif Enni til
Amerika og ferðast hjá mammu
beiggjanum í tríggjar mánaðir. Birgir
Enni sigur, at hann hevur kannað
ferðaleiðina hjá pápa sínum og í skjøl
um á alnetinum ber til at síggja, júst
hvørjum skipum, hann ferðaðist við.
Millum annað sæst, at hann ferðaðist
aftur til Evropa við gomlu Quen Mary.
Á ferðini vitjaði Hjørleif Enni eisini
í New York og var tá uppi í Empire
State Building. Bygningurin, sum var
heimsins fyrsti við yvir 100 hæddum,
varð reistur í 1931, so spurningurin er,
um ikki Hjørleif Enni man hava verið
millum fyrstu føroyingar, ið hava
klintrað til topps í tí, sum var heimsins
hægsti bygningur frá 1933 til 1972.
Hjørleif Enni vitjaði aftur í USA,
tað árið hann fylti 60, og knýtti tá eitt
tætt samband við restina av familjuni
har yviri. Børnunum dámdi væl hendan
mannin, sum dugdi so væl at siga frá
søgum, og gloymdu hann ongantíð.
– Tá tey gjørdust ung, fóru tey á
interrail túr í Evropa og fleiri teirra
vitjaðu her í Føroyum. Síðani hava eg
og onnur í familjuni fleiri ferðir vitj
að trímenningar okkara har yviri, og
nú er talan um at børn teirra, altso
fjórða ættarlið eftir Tórður Nattestad,
skulu koma til Føroya á vitjan. Alt tí at
pápi mín sendi mammubeiggja sínum
avísklipp við tíðundum úr Føroyum
tíðliga í farnu øld, sigur Birgir Enni.
Hjørleif Enni (t.v.) og ein vinmaður ovast á Empire State Building í 1936.
Serfrøði í innrætting
og goymslu
Vit hjálpa tær við
røttu loysnini
EXPERT
S
k
j
ó
t
i
h
u
r
ð
a
r
o
g
i
n
n
r
æ
t
t
i
n
g
G
ó
ð
k
e
n
t
E
l
f
a
-
u
m
b
o
ð
Í 1936 var ein blaðungir Hjørleif Enni uppi í Empire State Building. Tá vóru einans fimm
ár, síðani bygningurin var reistur. Mundi hann vera fyrsti føroyingurin har uppi?
Tórður Nattestad