mánadagur 18. apríl 2016síða 32
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 16 • 18. APRÍL 2016
8
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Gilli Samuelsen
STÓLURIN
Í STÓLINUM HESA VIKUNA
LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ
TRIMUM ORÐUM:
Vinarligur, aktivur og stuttligur.
HVAT MERKI ER TELEFON TÍN?
Apple.
HVØR ER TÍN BESTA SUMMAR
FRÍTÍÐARUPPLIVING?
Mín besta summarfrítíðaruppliving
er nokk tá eg var í Kenya saman við
familjuni fyri nøkrum árum síðani.
Tað var áhugavert og øðrvísi.
HVAT ORÐ ELLA HVØNN
SETNING NÝTIR TÚ OFTAST?
Nær eta vit?
HVØRJUM HYGGUR TÚ AT
HJÁ HINUM KYNINUM
Hon skal vera jalig og fyrikomandi og tað
ger tað ikki verri, um hon eisini íðkar ítrótt.
HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG?
Eg verði í góðum lag tá eg spæli flogbólt
og fótbólt. Eisini tá eg eri saman við
vinum og tá eg lurti eftir tónleiki.
HVAT STRESSAR TEG?
Tá eg eri ov seinur til okkurt og
framvegis ikki eri farin heimanifrá.
HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR?
Ein góður búffur við whiskeysós
HVAT GLEÐIR TEG?
Gott veður.
HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ,
SUM TÚ FEKST UPPFYLT?
Minnist ikki.
HVØRJUM SKÚLA
GONGUR TÚ Í?
NámX í Eystuskúlanum.
HVAT ER TAÐ BESTA
Í SKÚLANUM?
Námsferðir, seturskúlar og aðrir túrar.
HVØRJUM TÓNLEIKI
LURTAR TÚ EFTIR?
Mær dámar allan tónleik, men eg
lurti mest eftir rappi og poppi.
HVAT ER BESTA UPP
FINNINGIN OG HVÍ?
El, tí tað er nakað vit brúka allatíð,
og í nútímans samfelagi er tað
næstan ógjørligt at liva uttan el.
HVAT ER BESTA ÍLØGAN
TÚ HEVUR GJØRT?
Tað er nokk hátalarinum, sum eg havi
standandi inni í kamarinum hjá mær.
HVAT ER TÍTT BESTA
HEIMARÁÐ?
Um tað er neyðugt at órudda,
órudda so á einum staði.
HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR?
Nei, havi havt mong, so sum hamstar,
hund og kettu, men eg havi einki í løtuni.
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM
TÚ VANN EINA MILLIÓN?
Keypt mær ein bil, boðið familjuni út at
ferðast og koyrt restina í uppsparing.
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ
VANN TÍGGJU MILLIÓNIR?
Tað sama, men eg hevði eisini
keypt mær eini hús.
HVAT ER TAÐ BESTA VIÐ
FØROYUM OG HVÍ?
Fólkið og náttúran. Fólkini í
Føroyum eru altíð so vinarlig, og
hava altíð ein jaligan hugburð.
HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR?
Eg veit ikki.
Føroyar eru
hugnaligar
og vakrar
Um neyðugt er at
órudda, órudda
so á einum staði