mánadagur 18. apríl 2016síða 42
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 16 • 18. APRÍL 2016
18
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Suðuroy
Vilmund Jacobsen
T
á Vikublaðið vitjaði í Suðuroy í
síðstu viku, hittu vit borgarstjór-
an, Delmar Tausen, í skúlanum í
Hovi, har Hovs kommuna hevur sína
skrivstovu.
Hóast skúlin ongar næmingar
hevur havt í eini sjey ár ella so, er
skúlabygningurin tó eitt gott aktiv
hjá bygdini og teimum, sum vilja leiga
seg inn her.
Skúlin hevur eisini ein stóran og
góðan skúlagarð, har øll, sum koma
til bygdina, eru vælkomin at stytta
sær stundir. Her er eisini ymiskt til
børnini, eitt nú reiggjur, klatriveggur,
onkrar vippur og annað.
Meðan vit eru við børnini, kann
eisini nevnast, at skamt oman fyri
skúlagarðin í Hovi standa nøkur smá-
bygd hús ella lítlar smáttur, sum
børnini elska at spæla í.
– Sjálvandi er tað keðiligt, at skúlin
í Hovi ikki verður brúktur sum skúli. Vit
hava einar sjey fólkaskúlanæmingar í
bygdini, og hesi ganga í stóran mun í
skúla, har foreldrini – ella annað av
foreldrunum – arbeiða. Tað er sjálv
andi spell, at børnini eru spjadd ymsa-
staðni, tí tað ger, at tey koma ikki at
fylgjast og kennast á sama hátt, sum
um tey øll gingu í sama skúla.
Delmar Tausen sigur, at skúlin í
Hovi er í góðum standi og er tøkur
sum skúli, men tá skúlin fyrst er
vorðin tómur fyri næmingar, verður
ivaleyst trupult at byrja aftur.
– Tað er soleiðis, at heilt frá tí,
at børnini eru heilt smá, fara tey av
bygdini, og her hava vit samstarv við
aðrar kommunur í oynni um barna
ansing – og aftur her í stóran mun
eftir, hvar foreldrini arbeiða.
Byggja nýggjan køk
Í Hovs skúla, sum er bygdur í 1983,
eru tvær vanligar skúlastovur, og her
er serstova og smíðstova umframt ein
lítil fimleikarhøll.
– Í skúlanum er eingin veruligur
køkur. Her eru tveir gamlir komfýrar
og tvey vask. So, nú ætla vit at byggja
skúlan út við nýggjum og góðum
ídnaðarkøki. Skúlin verður bygdur
út vestur úr fimleikarhøllini, har líka
sum eitt tómt »rúm« er vestanfyri.
Tað hevur drigið eitt sindur út við at
gera hetta arbeiði, men nú hava vit so
samtykt at byggja rúm til nýggjan køk,
og ætlanin er at gera hetta arbeiði í
summar.
Delmar Tausen sigur, at skúlin er
vælegnaður til veitslur, og í fimleikar
høllini kunnu eini 120 fólk sita til
borðs. Veggurin millum báðar skúla
stovurnar kann eisini dragast sundur.
– Her hava verið hildnir nógvir føð
ingardagar, ervi og veitslur av ymisk
um slag, og kommunan hevur altíð
verið lagalig, tá ræður um at lána
skúla út til tiltøk í Hovi.
Grundstykki eru tøk
Eins og hjá fleiri øðrum kommunum í
Suðuroy, hevur eisini afturgongd verið
í fólkatalinum í Hovi.
– Onkur einstøk sethús eru bygd
seinnu árini, og onkur fyrispurningur
er um grundstykki. Fólk eru hjartaliga
vælkomin at byggja her. Vit hava fimm
grundstykki tøk, sum altíð kunnu selj
ast, harav tvey eru planerað og klár at
byggja á. Hesi grundstykki liggja Við
Grind, sum vit rópa tað.
Delmar Tausen vísir á, at grund
stykkini, sum Hovs kommuna eigur,
verða seld bíliga, og tað er tískil ikki
prísurin á byggilendinum, sum heldur
nøkrum aftur í at byggja.
– Øll grundstykkini liggja væl fyri
og tey, sum ikki eru útgrivin og planer
að, er lætt atkomilig og løtt at grava
út og planera, sigur borgarstjórin.
Haldast við líka
Sum bygd er Hov í góðum standi, og
kommunan er eisini komin undir land
við kloakviðurskiftunum. Hetta er eitt
arbeiði, sum er gjørt yvir nøk-ur ár,
og kommunan hevur boðað myndug
leikunum frá, at spillivatnsætlanin nú
er framd í verki.
– Við árunum hevur kloakkarbeiðið
kostað kommununi nakrar miljónir,
men nú er hetta arbeiðið gjørt.
Delmar Tausen sigur, at kommunan
ikki hevur tær villu ætlaninar í hesum
fíggjarárinum.
– Okkara lutur er í fyrsta lagi at
halda bygdina og ognirnar hjá komm
ununi við líka. Vit eru í holt við at
skifta gøtupelarnar, og hetta arbeiðið
byrjaði fyri nøkrum árum síðan. Teir
gomlu træpelarnir, sum hava staðið
uppi síðan seinna helming av fimmti
árunum, verða so við og við skiftir út
við stálpelar og nýggjar lyktir.
Borgarstjórin sigur, at íbúgvarnir í
Hovs kommunu hava gott drekkivatn,
og her hevur kommunan gjøgnum árini
gjørt stórar íløgur í vatnveitingina.
Eingin kommunuskuld
Skattainntøkurnar hjá Hovs kommunu
higartil í ár liggja á júst sama støði
sum í fjør, kanska eitt lítið vet hægri,
tó at talið av íbúgvum er minkað sein
asta árið.
– Ein álíkning hjá okkum liggur um
3,2 miljónir kónur. Fíggjarliga gongur
væl í mun til støddina á kommununi,
sum eigur meira á bók, enn hon skyld
ar, sigur Delmar Tausen.
– Sjálvandi er tað keðiligt, at skúlin ikki verður brúktur
sum skúli. Næmingarnir ganga í stóran mun í skúla, har
foreldrini – ella annað av foreldrunum – arbeiða. At børnini
eru spjadd ymsastaðni, ger, at tey koma ikki at fylgjast og
kennast á sama hátt, sum um tey øll gingu í sama skúla,
sigur Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovs kommunu
Hov skal
haldast
við líka
Skattainntøkurnar hjá Hovs kommunu higartil í ár liggja eitt lítið vet
hægri enn í fjør, tó at talið av íbúgvum er minkað seinasta árið
Mynd: Birgir W. Høgnesen
- Nú alt tað kravda er gjørt, leggja vit okkum í fyrsta
lagi eftir at halda bygdina viðlíka, sigur Delmar
Tausen, borgarstjóri í Hovs kommunu
Mynd: Vilmund Jacobsen