Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-18, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. apríl 2016síða 44

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 16 • 18. APRÍL 2016 20 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Suðuroy Vilmund Jacobsen F ámjins kommuna er ein lítil komm­una, sum merkir sviðan av minkandi íbúgvaratali og mink- andi persónsskattainntøkum. Sambært Hagstovu Føroya búðu 87 fólk í kommununi hin 1. februar í ár, sum er fimm fólk færri enn somu tíð í fjør. Tað er ein minking í fólkatal­ inum á heili 5,4 prosent. Eyðdis Ellendersen er borgarstjóri í kommununi, og hetta er annað skeiðið á rað hjá henni sum borgarstjóri. Tá hon varð vald í kommunustýrið á næst sein­asta kommunuvali, gjørdist hon eisini borgarstjóri. Noyðist at leggja út Fámjins kommuna er ein av teim-um, sum er vorðin hart rakt, nú komm­un­ urnar hava yvirtikið eldraøkið frá land­ inum at umsita. – Hóast lítil, hevur okkara komm­ una verið væl fyri, men soleiðis, sum gongdin er í dag, noyðist eg at ásanna, at útlitini eru døpur. Skatta­ grundarlagið er veikt og er viknað við minkandi fólkatalinum, og samstundis røkkur tann peningur, vit fáa frá land­ inum fyri eldraøkið, slett ikki til. Eyðdis Ellendersen sigur, at í fjør noyddist kommunan at leggja einar 250.000 krónur eyka út í eldra­sam­ starvinum millum kommunurnar í Suður­oy, og í ár verður talan helst um aðrar 250.000 krónur ella meira, sum fara at vanta í. Hon sigur, at veruliga hallið hjá Fámjins kommunu í 2015 var heilar 400.000 krónur, men ein serlig tíðar­ avmarkað játtan gav 150.000 krónur. Tí gjørdist hallið hesar 250.000 krón­ urnar. Eykagjaldið er bert galdandi fyri 2015 og 2016. – Um landið skuldi fingið eina til­ svarandi fíggjarliga byrðu, hevði verið talan um 213 miljónir krónur. Borgarstjórin sigur, at soleiðis, sum gongdin er í løtuni, fara enn fleiri pengar at vanta í, sum árini ganga, og hon stúrir fyri, at talið skjótt kann koma upp á einar 300.000-400.000 krónur um árið, sum kommunan fær ov lítið frá landinum til eldraøkið. – Fíggjarligu útlitini eru ikki bara døpur. Uttan broyting í fíggingar­leist- inum, eru tey vónleys, leggur hon aftrat. Vantandi alment forstáilsi Borgarstjórin sigur, at tey hava borið hesar trupulleikar upp á mál bæði á fundi við Føroya Kommunufelag og við landsstýrisfólkini í ávikavist fíggj­ ar­málum og almannamálum, Kristinu Háfoss og Sirið Stenberg. – Men, eg dugi ikki at síggja, at landsstýrisfólkini vísa okkum nakað serligt forstáilsi, men heldur skjóta skuldina yvir á undanfarna landsstýri, sum jú ikki loysir nakað sum helst. Tað, sum argar Eyðdis Ellendersen, er ikki minst, at tey gomlu og veiku á ein óvirðiligan hátt aftur og aftur verða gjørd til ein trupulleika – ella kastibløku – í samfelagnum. – Tað kann á ongan hátt vera rætt, at tey eldru aftur og aftur skulu betraktast sum ein fíggjarligur trupul­leiki í samfelagnum – bara tí, at landsins myndugleikar ikki syrgdu fyri, at eldrarøktin, sum framman­und­ an varð niðurpínd, ikki fær teir fíggjar- karmar, sum skulu til. Borgarstjórin vísir á, at tá hetta er sagt, eiga landsins myndugleikar eisini at skilja, at ein kommuna hev­ur ábyrgd mótvegis øllum sínum borg­ arum – og ikki bert teimum gomlu og veiku. – Vit hava eisini ábyrgd mótvegis børnunum, teimum ungu og teimum í arbeiðsførum aldri, og skulu fólk trívast, og skal kommunan menn­ast á ein náttúrligan hátt, mugu fíggj­ ar­karmarnir røkka meira enn bara til eldra­økið. Men, soleiðis sum verandi gongd er, noyðist eg at ásanna, at útlitini eru døpur. Hvar skulu vit, sum ein so lítil kommuna við mink­ andi fólka­tali og viknandi persón­ skattagrundarlagi, fáa tann pening, sum vantar í á eldraøkinum, tá landið ikki letur okkum fáa tann pening, sum eldraøkið í veruleikanum kostar? Tá landið áleggur Eyðdis Ellendersen heldur ikki nógv um, at landið og landsins stovnar áleggja kommununum skyldur, sum myndugleikarnir seinni ganga so lætt um og ikki fylgja upp. – Eitt dømi er krøvini um spilli­ vatnsætlan, har tíðarfreistirnar at fremja hesa ætlan í verki eru skump­ aðar nakrar ferðir. Vit teljast millum tær kommunur, sum hava framt okk­ara spillivatnsætlan, tó at hon ikki er send til góðkenningar. Onkrar aðrar kommunur eru slopnar við at siga, at tær prioritera øðrvísi, og at spillivatnsætlanin verður framd leyp­ andi og yvir nógv fleiri ár. Tað kann ikki vera rætt, at almennu myndug­ leikarnir heingja slíkt um hálsin á komm­unu­num, og síðan gongur tað bara sum best ber til. Borgarstjórin ásannar, at spilli­ vatns­ætlanin ivaleyst hevur verið tung at lyft hjá nógvum kommunum, og hon fegnast hóast alt um, at Fámjins kommuna hevur megnað at framt sína ætlan í verki. – Vit hava eisini megnað at breiðka onkrar vegir í bygdini, eins og vit fyri nøkr­um árum síðan fingu nýggjan vatn­brunn til bygdina, leggur hon aftr­at. Fíggjarliga trongligt Eyðdis Ellendersen sigur, at hóast Fámjins kommuna er rímiliga væl fyri fíggjarliga við lutfalsliga lítlari skuld, er fíggjarliga rásarúmið lítið. – Ein álíkning liggur um einar tríggjar miljónir krónur, og tað er rætti­liga avmarkað, hvussu nógv kann ger­ast innan fyri karmarnar av einari fíggjar­ætlan - serliga, tá landið ikki syrgir fyri, at samanhangur er í tí, sum vit fáa fyri eldraøkið og tað, sum hesin partur veruliga kostar kommununi, sigur borgarstjórin. Nú so nógv verður sagt og skriv­að um nýggjar tunlar, er Eyðdis Ell­ender­ sen ikki í iva um, at tað einasta, sum kann broyta gongdina í fólkatalinum í Fámjins kommunu, er, at bygdin fær ein tunnil, soleiðis at sleppast kann undan at koyra uppi í hæddini á vetrar­degi, tá hálka ger um seg, og storm­urin leikar í. – Vit hava havt fund við Henrik Old um málið, og eg vóni, at hann sum landsstýrismaður í samferðslumálum syrgir fyri, at okkara tunnil kemur á breddan og gerst veruleiki innan heilt fá ár, sigur borgarstjórin í Fámjins komm­unu. – Tað kann á ongan hátt vera rætt, at tey eldru aftur og aftur skulu betraktast sum ein fíggjarligur trupulleiki í samfelagnum – bara tí, at landsins myndugleikar ikki syrgdu fyri, at eldrarøktin, sum frammanundan varð niðurpínd, ikki fær teir fíggjarkarmar, sum skulu til, sigur Eyðdis Ellendersen, borgarstjóri í Fámjins kommunu Vit skulu taka okkum av øllum okkara borgarum - Hóast Fámjins kommuna er rímiliga væl fyri fíggjarliga við lutfalsliga lítlari skuld, er fíggjarliga rásarúmið lítið, sigur borgarstjórin, Eyðdis Ellendersen Mynd: Rúni Thomsen Fólkatalið í Fámjins kommunu minkar, og skattagrundarlagið viknar