mánadagur 18. apríl 2016síða 46
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 16 • 18. APRÍL 2016
22
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Suðuroy
Vilmund Jacobsen
H
óast kommunan er lítil í fólka
tali við sínum 306 íbúgvum, er
hon kortini ikki hin fámentasta
í Suðuroynni.
Sambært fólkatalslista hjá Hag
stovu Føroya búðu 306 fólk í Porkeris
kommunu hin 1. februar í ár, og tað
eru fýra fólk fleiri enn somu tíð í fjør.
Munurin svarar til ein vøkstur á
1,3 prosent, ið er meira enn aðrar
kommunur í Suðuroy kunnu vísa á í
sama tíðarskeiði.
Hetta er annað skeiðið á rað, at
Mikkjal Sørensen er borgarstjóri í
Porkeris kommunu.
Umvæla skúlan
Størstu
íløgurnar
hjá
Porkeris
kommunu í hesum fíggjarári fara til
umvæling av skúlanum og til bingju
plássið niðri á bryggjuni.
– Í fjør fóru vit í holt við at umvæla
skúlan, og hildið hevur verið fram við
hesum arbeiði í ár. Í fjør brúktu við
umleið 1,4 miljónir krónur, og í ár
koma vit at brúka umleið 400.000
krónur. Tilsamans verður hetta ein
íløga, sum fer at tátta í tvær miljónir.
Mikkjal Sørensen vísir á, at takið
í forhøllini í skúlanum, sum fyri ein
stóran part er ein glaskonstruktión,
hevur likið, og nú er hetta skift.
– Flagið er eisini tikið av skúla
tekjuni annars, og her eru nýggjar
plátur og flag lagt á aftur. Tað vísti
seg, at plátur undir flagnum vóru turr
modnaðar.
Umvælingarnar av skúlanum í Por
keri eru nú við at verða undir landi.
Porkeris kommuna hevur eisini
gjørt av, at skúlin skal málast í summ
ar. Tað eru nøkur ár síðan, at skúlin
varð málaður seinast, og nú verður
hann so málaður aftur. Mikkjal Søren
sen sigur, at í barnaskúlanum í Porkeri
ganga 25 næmingar, og tá farið verður
í skúla aftur eftir summarfrítíðina,
verða børnini 28 í tali.
– Trý børn byrja í skúlanum til
heystar, og í ár fer eingin næmingur
úr 7. flokki og víðari til Vágs í fram
haldsskúla, sigur borgarstjórin sum
heldur, at fólk í kommununi eru fegin
um skúlan í bygdini.
Nýtt bingjupláss
Í Porkeri er opið bingjupláss niðri á
bryggjuni, og í ár hevur kommunan
sett sær fyri at loysa hetta mál á ein
hóskandi hátt.
Borgarstjórin ásannar, at bingju-
plássið er einki at reypa sær av. Hetta
er eitt mál, sum ongantíð er loyst,
men nú skal hetta so gerast.
– Vit hava sett eina hálva miljón
krónur av til hetta arbeiði, og eg vóni,
at arbeiðið kann verða klárt at bjóða
út um ein mánaða ella so. Her skal
planerast, stoypast og hegnast, eins
og økið skal hava vatn og kloakk. Eg
vóni, at vit á nýggja bingjuplássinum
eisini í størri mun fara at skilja ruskið
meira, sigur hann.
Mikkjal Sørensen vísir á, at komm
unan var so heppin í fjør at fáa umleið
800.000 krónur meira inn í skatti enn
mett í fíggjarætlanini fyri 2015.
– Higartil í ár eru vit eisini framm
anfyri árið í fjør, tá ræður um per-
sónsskattainntøkur. Fyrstu tríggjar
mánaðirnar í ár vóru vit umleið
127.000 krónur frammanfyri. Roknað
yvir árið, kann talan gerast um eina
hálva miljón krónur, men enn er alt ov
tíðliga at siga nakað um tað.
Borgarstjórin sigur, at kommunan
í ár í fyrsta lagi hevur valt at raðfesta
liðugtgerðina av skúlanum og at gera
nýtt bingjupláss.
Grundøki eru tøk
Hóast kommunan eigur fleiri grund
stykki, sum eru klár at byggja á, eru
eini 2-3 ár síðan, at seinastu sethúsini
vórðu bygd í Porkeri.
– Vit hava fleiri grundstykki tøk
Á Hólinum og Á Fløttinum. Onkrir
fyrispurningar eru, men í løtuni eru
eingi nýggj sethús í gerð.
Mikkjal Sørensen vísir á, at grund
stykkini, sum kommunan eigur, liggja
væl fyri og verða seld lutfalsliga bí
liga.
– Grundstykkini eru matrikulleraði
sundur, og her er klárt at keypa og
fara í holt við grevstur, planering og
bygging.
Skattaprosentið í Porkeris komm
unu er 21, og barnadrádrátturin er
6.500 krónur.
– Vit samstarva við hinar komm
unurnar um eldraøkið, og vit hava
eina vælvirkandi dagrøkt til børnini í
kommununi, sigur borgarstjórin.
Í Porkeri er eitt sera snotuligt
bygdarhús – húsið Við Á – sum er
sett í besta stand og er karmur um
nógv ymisk tiltøk í bygdini. Í húsinum,
sum er í tveimum hæddum, er góður
og nútímans ídnaðarkøkur, og her er
wc og brúsa, ið eisini er atkomilig í
rullustóli.
– Her hevur nógv ymiskt verið á
skránni, sum bygdarfólkið hevur skip
að fyri, og húsið verður eisini leigað út
til bólkar og til ymiskt fundarvirksemi.
Eg haldi, at bygdarfólkið rættiliga
hevur tikið húsið til sín, sigur Mikkjal
Sørensen, borgarstjóri í Porkeris
kommunu.
– Skúlin er umvældur fyri slakar tvær miljónir krónur, og nú fara vit at byggja nýtt bingjupláss, sum
fer at kosta umleið eina hálva miljón, sigur Mikkjal Sørensen, borgarstjóri í Porkeris kommunu
Porkeri raðfestir
skúla og bingjupláss
Porkeri eigur eitt sera snotuligt og vælvirkandi bygdarhús,
sum verður brúkt bæði av bygdarfólki og øðrum
Hetta er annað skeiðið á rað, at Mikkjal Sørensen er borgarstjóri
í Porkeris kommunu sum telur stívliga 300 íbúgvar
Seinastu tvey árini hevur Porkeris kommuna umvælt skúlan í bygdini, og í summar verður skúlin málaður