Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-18, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. apríl 2016síða 48

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 16 • 18. APRÍL 2016 24 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Suðuroy Vilmund Jacobsen T að eru tey bæði, Pól Thor­steins­ son og Gunnrið Finnbjørnsdóttir, ið standa aftan fyri felagið Sp/f Lopransdalur, sum hava keypt Frí­ tíðar­húsið í Lopra. – Vit yvirtóku íbúðirnar í mai 2015, og vit eru sera væl nøgd við talið av vitjandi í farna ári. Fyrsti ársfjórðingur í ár var sera góður, og vænta vit enn fleiri vitjandi í øðrum ársfjórðingi. So, tað er ikki at bíða, um fólk vilja tryggja sær pláss, siga tey bæði. Tey hava serliga lagt seg eftir at fáa føroyingar í størri mun at ferðast í Lopra. Sjálvandi eru útlendingar eisini vælkomnir, men í fyrstu syftu mark­ naðarføra tey bara á føroyskum. Men, tað eru ikki bara føroyingar, sum hava gist í Lopransdali, meðan Pól og Gunnrið hava átt íbúðirnar. – Vit hava eisini havt útlendingar búgv­andi her, eitt nú belgiarar, ís­lend­ ingar og danir. Tað hevur eisini drypp­ að á okkum, at SEV útbyggir Vágs­ verk­ið, siga tey. Allir hentleikar Íbúðirnar í Lopra, sum eru fýra í tali og allar við egnari inngongd, liggja í barnavinarligum og náttúruvøkrum umhvørvi. – Allar íbúðirnar eru innrættaðar eins við wc, brúsu, dupultum og einkult­um kamari, og stova og køkur eru í einum. Í stovuni er ein dupult sovi­sofa, og soleiðis eru fimm sovi­ pláss í hvørji íbúð. Hava vitjandi brúk fyri tí, fáa tey eisini eina barna­ tremmu­song. Pól Thorsteinsson og Gunnrið Finn­bjørnsdóttir vísa á, at tann eina íbúðin er gjørd við rampu til fólk við skerd­um førleika. ­– Í íbúðunum eru allir hentleikar, og her er eisini vaskimaskina, turkitrumla og enntá grill, grillkol og havastólar, eins og tráðleysa internetið er ókeypis at brúka. Nógvir møguleikar Tá tú leigar teg inn í Frítíðarhúsið í Lopra, er eingin orsøk at keða seg, tí møguleikarnir í Suðuroy eru nógvir, bæði í nærumhvørvinum og í granna­ bygdunum, eins og náttúran í Suðuroy er avbera vøkur og sjaldsom. – Bara 400 metrar frá íbúðunum liggur FIFA-vøllur, Pálshøll er í granna­ bygdini Vági, og góðir møguleikar eru at fara gongutúr á Lopranseið, sum bara er hálvan annan kilometur burtur. Túrurin niðan á Beinisvørð, sum liggur umleið tríggjar kilometrar nið­an úr bygdini, er altíð góður og for- kunnugur. Tú kanst eisini koyra niðan á Hestin og síggja niðurløgdu bygdina Víkarbyrgi, og í Sumba er savn við fuglum – bara fyri at nevna nøkur ting úr rúgvuni. Pól Thorsteinsson og Gunnrið Finnbjørnsdóttir vísa á, at møgu­ leikarnir í Suðuroy eru nógvir, og Kunn­ingar­stovan í Vági kann eisini vísa á nógvar aðrar ymiskar møgu- leikar. Bílegg íbúðirnar Prís­irnir fyri at leiga seg inn í Frítíðar­ húsið í Lopran eru ávikavist 650 krón­ ur frá 1. oktober til 1. mai og 750 krón­ur frá 1. mai til endan av sep- temb­er. Hesir prísir eru fyri eina nátt í íbúð­unum. Tey, sum kundu hugsað sær at leiga í Lopransdali, kunnu ringja til eig­ararnar á tlf. 573831 ella venda sær til Kunn­ingar­stovuna í Vági á tlf. 299390. Frítíðar­húsið í Lopra er á Facebook og hevur eisini egna heima­ síðu (Lopransdalur.fo). Møguleikarnir í Suðuroy eru nógvir, bæði í nærumhvørvinum í Lopra og í grannabygdunum, eins og náttúran í Suðuroy er nakað heilt fyri seg Pól og Gunnrið hava keypt Frítíðarhúsið í Lopra Hjúnini, Pól Thorsteinsson og Gunnrið Finnbjørnsdóttir, eiga og reka Frítíðarhúsið í Lopra Myndir: Birgir W. Høgnesen Frítíðarhúsið í Lopra