mánadagur 18. apríl 2016síða 56
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 16 • 18. APRÍL 2016
32
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Suðuroy
Vilmund Jacobsen
S
uðuroyar Sparikassi fer nú at
bjóða vinnukundum lán gjøgnum
crowdfunding. Føroyska orðið
fyri crowdfunding er hópfígging, sum
tað eisini kann rópast.
Talan er um eitt samstarv mill
um Suðuroyar Sparikassa og danska
felagið Flex Funding, sum fígg-ingar
maðurin, Henrik Vad, stendur aftan
fyri.
Stórir møguleikar
Stjórin í Suðuroyar Sparikassa, Søren
L. Bruhn, sær stórar møguleikar í hes-
um nýggja samstarvi.
– Vit kunnu við hesum víðka mun
andi um okkara marknaðarpart fyri
vinnulánum. Haraftrat kunnu vit halda
fast við innlánskundarnar og hava
møguleikar at fáa enn fleiri kundar,
samstundis sum vit kunnu bjóða
privatum og vinnuligum íleggjarum
eitt heilt nýtt og spennandi tilboð at
lána beinleiðis til fyritøkur.
Søren L. Bruhn sigur, at Suður-oyar
Sparikassi fer at bjóða vinnukund
unum samansett lán, har sparikassin
fíggjar í mesta lagi 25 prosent av
upphæddini, meðan talgildi pallurin
hjá Flex Funding bjóðar restina út.
– Tað er væl kent í Føroyum,
at fleiri standa saman um at lyfta
vinnuligar verkætlanir. Tá lunnar eru
lagdir undir virkir, ella skip eru keypt
hevur verið vanligt at ganga frá hurð
til hurð og spyrja fólk, um tey vilja
seta pengar í vinnuvirksemi. Hetta
kann samanberast við crowdfunding
ella hópfígging.
Stjórin í Suðuroyar Sparikassa vísir
á, at tað nýggja við crowdfunding er,
at hetta er ein nýggjur platformur -
ella eitt talgilt torg, har fólk møtast
fyri at læna og lána út pengar.
Kappingarfør lán
Henrik Vad sigur, at samstarvið,
sum nú er fingið í lag við Suðuroyar
Sparikassa, er eitt satt gjøgnumbrot í
Skandinaviu fyri crowdfunding.
– Hetta er fyrstu ferð, at talan er
um eitt beinleiðis samband við ein
peningastovn, og eg eri vísur í, at
hetta bert er byrjanin til, at enn fleiri
skandinaviskar fyritøkur aftur fáa
betri atgongd til kappingarfør lán,
sum kunnu stimbra teirra framtíðar
vøkstur, sigur Henrik Vad.
Talgildi pallurin hjá Flex Funding
virkar á tann hátt, at fyritøkur kunnu
lána úr 200.000 krónum til eina fasta
og kappingarføra rentu við aftur
gjaldstíð úr seks mánaðum til tíggju
ár.
Peningurin kemur frá privatum
og vinnuligum lánveitarum, sum við
at lána fyritøkum pening, kunna fáa
eina betri rentu í mun til søgu-liga
lágu innlánsrentuna, sum peninga-
stovnarnir hava latið hesi seinastu
árini.
Skipanin er tillagað
Samstarvið millum Suðuroyar Spari
kassa og Flex Funding merkir eisini, at
danskir íleggjarar nú fáa møguleikan
at veita føroyskum fyritøkum lán, eins
og føroyskir íleggjarar fáa møguleika
at veita donskum fyritøkum lán.
Samstarvið
er
eitt
sonevnt
»white label«-samstarv sum merkir,
at kundarnir knýta seg beinleiðis á
talgilda pallin hjá Flex Funding um
vegis heimasíðuna hjá Suðuroyar
Sparikassa.
Skipanin er eisini tillagað føroysk
um viðurskiftum, eitt nú P-tøl, V-tøl,
postnummur, lánsavtalur, tinglýsing
v.m.
Við samstarvinum millum Flex
Funding og Suðuroyar Sparikassa
verður sparikassin hin fyrsti, sum
bjóðar føroyingum crowdfunding ella
hóplán.
Tey, sum vilja vita meira um henda
nýggja møguleika, eru vælkomin at
seta seg í samband við Suðuroyar
Sparikassa um heimasíðuna www.
ss.fo
– Tað er væl kent í Føroyum, at fleiri standa saman um at lyfta vinnuligar verkætlanir.
Gingið hevur verið frá hurð til hurð, men nú fer at bera til at logga á - heldur enn
at banka uppá, sigur Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa
Crowdfunding: Logga á
heldur enn at banka uppá
AÍS – BILVERKSTAÐIÐ Í ØRAVÍK
• Dekk hotel
• Dekkskift
• Oljuskift
• Bremsueftirlit
• Bremsuskift
• Motorreparatiónir
• Dekksøla
• Dekkskift
Vit eftir hyggja
bremsur nar
og skifta alt
fyri 100 kr.
um lutirnir eru
keyptir frá AÍS
Vit hjálpa
við inn
flutningi av
nýggjum
bilum
Vit eru á Facebook
AISbilverkstaðið
Øravík
Tlf 78 79 78
Suðuroyar Sparikassi er einasti banki við høvuðssæti í Suðuroy