mánadagur 18. apríl 2016síða 58
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 16 • 18. APRÍL 2016
34
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Endurnýtsla er ein
partur av mær
Anita Hermansen og Søren Olsen
Í
Føroyum finnast ongi almenn hag
tøl yvir, hvussu nógv føroyingar
keypa og selja í endurnýtslu um árið.
Tó siga tøl frá Reyða Krossi og Bláa
Krossi, at hesir báðir felagsskapirnir
taka ímóti umleið 140 tonsum av
brúkt-um klæðum um árið. 20 prosent
av hesum verða seld aftur, og restin
verður send av landinum. Harafturat
koma aðrir felagsskapir, sum savna
saman klæðir, møblar og brúkslutir,
umframt at nógvar møguleikar at
keypa og selja á alnetinum.
Elin Lindenskov úr Havn hevur
drúgvar royndir í at arbeiða við end-
urnýtslu. Alt sítt lív hevur hon á ein
ella annan hátt endurnýtt, bæði tá tað
kemur til klæðir, men eisini brúkslutir
og annað. Elin undirvísir á Háskúl-an-
um í Havn, og har brúkar hon eisini
endurnýtslu í undirvísingini.
– Hetta við endurnýtslu er lagt í
meg frá barnsbeini. Eg eri uppvaksin
við, at alt skuldi endurnýtast. Bæði frá
ommu og mammu míni, tí tað var ein
onnur tíð tá, har tað ikki bar til at fáa
fatur á tilfari á sama hátt sum í dag,
sigur Elin Lindenskov.
Endurnýtsluhugburðurin er so
statt vorðin ein lívsstílur hjá Elini
Lindenskov, sum heldur velur at fara
í goymslurnar ella í náttúruna at leita
eftir tilfari, sum hon skal brúka.
Hóast Elin undirvísir í endurnýtslu,
hevur egið virkið og selur í Østrøm,
lønar tað seg ikki fíggjarliga. Men tað
vónar hon, at tað fer at gera í fram-
tíðini
– Dreymurin er at liva av tí, sigur
Elin Lindenskov,
Besta broytingingin fyri framtíðina,
tá hugsað veðrur um endurnýtslu,
heldur Elin Lindenskov, er, at ídnað
urin eisini fer at hugsa meira í endur-
nýtslu.
– Vit mugu hugsa um at seta krøv
til veitarar innanfyri ídnaðin eitt nú
til súrevnisútlát hjá maskinum, last
bilum, gravkúm o.ø. Hetta krevur, at
land og kommunur ganga á odda
fyri at fáa fólkið við. Vit noyðast øll
at geva okkara íkast fyri, at tað skal
verða pláss til eftirkomararnar, sigur
Elin Lindenskov at enda.
Keypir tú
endur
nýtslu?
Rigmor Dam, Tórshavn
Eg keypi mest frá Tinghúsinum,
tá tað kemur til endurnýtslu.
Møblar og brúkslutir. Tað geri eg,
tí tað er eitt gott mið. Eg keypi
ikki har so nógv longur, men fyrr,
tá tíðin var til tað, dámdi mær
væl at keypa og seta í stand
sjálv. Eg lati eisini sjálv ymiskt til
endurnýtslu.
Eyðgunn Samuelsen, Klaksvík
Eg keypi mest frá Dals.fo og
Rótikassanum á Facebook. Tað
seinasta, eg keypti, var eitt skáp,
men eg keypi eisini klæðir. Tað
er ójavnt, hvussu nógv eg keypi.
Onkuntíð er tað nógv, og so kann
tað eisini vera langt ímillum. Eg
lati inn til Reyða Kross og Dals.
Mogens Lützen, Tórshavn
Eg keypi smálutir, møblar og
súkklur frá Reyða Krossi og Bláa
Krossi. Eg keypti nógv meira fyrr,
tá børnini vóru minni. Nú vilja
tey bara hava merkivørur, so tað
er ikki so nógv longur. Tað er
praktiskt fyri meg og gevur mær
gleði í sálina at kunna endurnýta.
Rasmus Nolsøe, Tórshavn
Eg keypi eitt sindur, og tað er
mest á netinum. Tað seinasta,
eg keypti, var ein Playstation til
sonin, sum er so lítil, at honum
nýtist ikki at hava tað nýggjasta.
Eg selji eisini sjálvur tað víðari,
sum eg ikki brúki meira.
FÓLK Á GØTUNI
Elin Lindenskov (myndin) hevur arbeitt við endurnýtslu alt sítt lív.
Hennara vón er, at alt samfelagið, tað vil siga bæði land, kommunur
og borgarar gerast meira tilvitað um endurnýtslu
YVIRLIT YVIR NAKRAR
ENDURNÝTSLUHANDLAR
Blákrossbúðin, Kongagøta 10, 100 Tórshavn.
Blákrossbúðin, Heiðavegur 32, 600 Saltangará
Blákrossbúðin, Jatnavegur 39, 370 Miðvágur
Endurnýtslan á Glyvrum, Bakkavegur 3, 625
Glyvrar
Endurnýtslan í Miðvági, Jatnavegur 28, 370
Miðvágur
Reyði Krossur, Bryggjubakki 10, 100 Tórshavn
Reyði Krossur, Stiðjagøta 6, 100 Tórshavn
Reyði Krossur, Vágsvegur, 900 Vágur
Itkys, Niels Winthersgøta 9, 100 Tórshavn
Dals.fo, Klaksvíksvegur 63, 700 Klaksvík
Dugni á Kambsdali, 535 Fuglafjørður
Tinghúsið, á Hjalla 5, 188 Hoyvík
Gamalt/nýtt, Klaksvíksvegur 68, 700 Klaksvík
Torgerð Suðuroy, Niels Finsensgøta, 100 Tórshavn