mánadagur 18. apríl 2016síða 61
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 16 • 18. APRÍL 2016
37
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
LAT OKKUM TAKA OLJUTANGAN UPP, ÁÐRENN SKAÐIN HENDIR
TAÐ KANN KOSTA MEIR AT BÍÐA. VIÐ OKKARA TÆNASTU ERU TIT TRYGGJAÐI Í MÓTI AT OLJUTANGIN FER AT GERA SKAÐA
SKIFT GAMLA OLJUTANGAN ÚT
RING SO TIL OKKUM 289090
ELLA SEND MAIL TIL OKKUM Á AJ@AJ.SERVICE.COM , OG VIT HJÁLPA TÆR
TAÐ KANN KOSTA MEIR AT BÍÐA
SERVICE
AJ-Service
Fjalsvegur 36 • 350 Vestmanna
Tlf.: 289090 • aj@aj-service.com
Vit eru á Facebook
Vestmenningurin
ger næstan alt
1.400 litrar av olju luku úr einum oljutanga
í miðbýnum í Havn. Olja er runnin inn á
grundøkið hjá grannunum og líkt er til, at
tað verður dýrt hjá eigaranum, tí eftir øllum
at døma tekur tryggingin ikki við í slíkum
føri, tá talan er um ein gamlan oljutanga
– Tað kann tí vera smart at skifta
oljutanga, áðrenn skaðin hendir. Tað
kann kosta meir at bíða, sigur Agnar
Joensen, stjóri í AJ-Service, sum tó
minnir á, at teir eisini bjóða hita
pumpur.
Hann sigur, at nátúrliga hava teir
nógv at gera við oljutangum, nú málið
í miðbýnum hevur verið frammi í miðl
unum, men kortini er hetta ikki tað,
sum AJ-Service fæst mest við.
Agnar Joensen hevði starvast sum
húsavørður á Hotel Føroyum í 10 ár,
tá hann stovnaði AJ-Service í 2013,
og hann hevur havt nógv at gera hesi
árini.
– Hesi árini á Hotel Føroyum fekst
eg við næstan alt, sum kann fyrikoma
í einum húsum. So eg kendi meg at
hava góðar førleikar til hetta. Vit
bjóða okkum tí fram innan alt slag av
arbeiðið, bæði innan timbur, vvs og
maskinur, men tað hevur tó fyri tað
mesta verið VVS-arbeiðið, sigur hann.
– Nú várið nærkast, fara vit eisini
at arbeiða nógv við urtagørðum og
øðrum uttandura arbeiðið, so sum
at leggja terassir. Vit vaska tún og
tekjur, leggja terassir og flisar, laða
garðar og sláa grasplenuna. Skulu
trøini klippast ella húsini málast,
eru vit eisini til tænastu, sigur Agnar
Joensen.