týsdagur 19. apríl 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. apríl 2016 · Nr. 45
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Ein stórur meirlujti í rættar
nevndini hjá Løgtinginum
heldur, at tað er skeivt við
lóg at forða borgarstjórum í
fullum starvi, samstudis at
sita í Løgtinginum.
Nevndin hevur viðgjørt
eitt uppskot frá Anniku
Olsen og Jákup Mikkelsen úr
Fólkaflokkinum, sum hevur
til endamáls at forða fyri, at
borgarstjórar í fullum staravi
røkja tvey størv.
Í
viðmerkingunum
til
uppskotið, siga tey bæði,
at eftir at kommunurnar
hava yvirtikið eldraøkið, so
hava borgarstjórarnir fingið
munandi meira at gera. So
nógv, at teir ikki eiga at hava
stundir at røkja eitt annað
fólkavalt starv.
Tey siga eisini, at borgar
stjórar framvegis eiga at
sleppa at stilla upp til Løg
tingið, men verða teir valdir,
so skulu teir velja ímillum
tingsessin og borgarstjóra
starvið.
Í upprunaliga uppskot
inum til lógina um komm
unustýrir stóð, at borgar
stjórar ikki kundu røka
tingsess eisini, men hetta var
broytt undir 3. viðgerð.
Jákup
Mikkelsen
og
Annika Olsen halda eisini,
at tað er skeivt, at tað eru
kommunustýrini, sum skulu
avgera
um
borgarstjórar
kunnu røkja bæði størvini.
Rættarnevndin ímóti
Rættarnevndin hjá Løgting
inum hevur viðgjørt upp
skotið.
Meirlutin er greitt ímóti
at gera broytingar í lógini,
millum annað tí tey halda, at
hetta fer at gera, at borgar
stjórarnir verða fyri demo
kratiskum mismuni í mun til
aðrar borgarar í landinum.
• Havast skal eisini í huga,
at borgaraskylda er galdandi
í sambandi við kommunuval.
• Ikki fyrr enn ein borgari
hevur sitið tvey valskeið í
einum kommunustýri, kann
hann nokta fyri at verða
uppstillaður aftur.
• Borgaraskyldan eigur
ikki á nakran hátt at kunna
gerast ein forðing hjá nøkr
um fyri at taka sæti á Løg
tingi, skrivar meirlutin í
rættarnevndini í álitinum.
Meirlutin í rættarnevnd
ini,
Kristin
Michelsen,
Javnaðarflokkurin, Magnus
Rasmussen,
Sambands
flokkurin, Edmund Joensen,
Sambandsflokkurin, Ingolf
Sólheim Olsen, Tjóðveldi,
Ruth Vang, Framsókn, og
Sonja Jógvansdóttir, uttan
flokka, halda ikki, at tað
er upp tl Løgtingið at gera
av,
um
ein
borgarstjóri
ella
kommunustýrislimur
megnar at liva upp til tað álit,
sum veljararnir hava sýnt
viðkomandi.
Ein fyri
Bert ein limur í rættarnevnd
ini tekur undir við uppskot
inum frá teimum báðum
løgtingslimunum úr Fólka
flokkinum.
Elsebeth
Mercedes
Gunnleygsdóttur,
Fólka
flokkurin, vísir á, at tinglim
ir bert hava rætt til at hava
eitt hálvt alment starv við
síðiuna av tingmannastarv
inum. Hon heldur, at hetta
eisini eigur at galda fyri
borgarstjórar.
– Undantakið eigur at
verða tikið burtur soleiðis,
at øll í almennum starvi eru
líka, t.v.s. lærarin, fulltrúin,
vaskikonan og borgarstjórin
eiga bert at hava hálvtíðar
starv, um tey sita í tinginum.
– Somuleiðis er tað ser
stakliga óheppið fyri fólka
ræðisligu umboðanina, at ein
og sami persónur situr á fleiri
politiskum sessum. Hetta
smalkar
um
fólkaræðið.
Harumframt er tað eisini
neyðugt at halda tann neyð
uga greiða skilnaðin ímillum,
sigur
Elsebeth
Mercedis
Gunnleygsdóttur í viðmerk
ingunum.
Viðgjørt á landsstevnu
hjá Javnaðarflokkinum
At spurningurin um borg
arstjórar kunnu sita í ting
inum hevur áhuga, sást á
landsstevnuni hjá Javnaðar
flokkinum um vikuskiftið.
Har legði Norðoya Javn
aðarfelag eitt uppskot fram
um, at lógirnar fyri Javnaðar
flokkin verða broyttar, so
tað ikki ber til at umboða
Javnaðarflokkin, bæði sum
borgarstjóri og tinglimur í
senn.
Uppskotið var ikki sam
tykt, men í staðin fyri eitt
broytingaruppskot, sum skal
viðgerast á landsstevnuni
næsta ár.
Tá ið atkvøtt var, vóru 79
fyri broytingaruppskotinum
og 74 ímóti.
Tað vísir skilliga, at hetta
er ein spurningur, sum skilir
fólk.
Í løtunier tað soleiðis, at
borgarstjórin í Havn, Heðin
Mortensen, og borgarstjórin
á Tvøroyri, Kristin Michelsen,
báðir sita í tinginum fyri
Javnaðarflokkin.
Mne við tí sum Javnaðar
flokkurin avgjørdi og álit
inum hjá meirlutanum í
Rættarnevndini, so kunnu
báðir framhaldandi røkja
bæði størvini.
arnig@sosialurin.fo
RÆTTARNEVNDIN SAMD
VIÐ JAVNAÐARFLOKKINUM
Stórur meirluti í rættarnevndini heldur, at borgarstjórar í fullum starvi eisini kunnu sita á tingi
BORGARSTJÓRAR
RØKJA BÆÐI STØRVINI
Við tí sum Javnaðarflokkurin avgjørdi og álitinum hjá meirlutanum í Rættarnevndini,
so kunnu Heðin Mortensen og Kristin Michelsen framhaldandi røkja bæði størvini
Savnsmynd