týsdagur 19. apríl 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. apríl 2016 · Nr. 45
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Sjálvt um tað sær út til at
vera torført at finna semju
um, hvussu framtíðar pen
sjónin hjá føroyingum skal
síggja út, so verður fram
vegis arbeitt í fullari ferð við
málinum.
Júst nú eru embætisfólk
í ferð við at gera framrokn
ingar og annað fyri at fáa
lýst málið betur og ímeðan er
ein lítil steðgur í arbeiðnum í
sjálvum bólkinum.
Eyðgunn
Samuelsen,
landsstýriskvinna
við
al
mannamálum, er á odda fyri
arbeiðnum og hon hevur eis
ini fyrr sagt, at arbeiðið skal
gerast liðugt í summar.
– Tí ætlanini havi eg ikki
slept. Vit søgdu hálvan mai –
tað heldur kanska ikki heilt,
men arbeiðið verður gjørt
liðugt áðrenn farið verður í
summarfrí, sigur hon.
Eyðgunn Samuelsen sig
ur, at hon arbeiðir fram móti
at fáa eina breiða semju um
pensjónsskipanina,
men
eydnast tað ikki, so verður
málið kortini lagt fram.
– Vit gera hetta arbeiðið
liðugt. Um tað verður egg
ella ungi veit eg ikki, men
tað verður gjørt liðugt og
so mugu vit taka politiska
avgerð um, hvat vit so gera,
sigur hon.
Búskaparligt haldføri
Føroyski búskapurin er góð
ur júst nú, men Búskaparráð
ið hevur sagt, at tað ræður
um at skapa eitt búskapar
ligt haldføri longur fram í
tíðina.
Í Føroyum vísa framskriv
ingarnar, at vit um eini 20 ár
verða munandi fleiri gomul í
landinum og lutfalsliga færri
á arbeiðsmarknaðinum.
Hetta ger, at færri vera at
skapa virðir og syrgja fyri
vælferðini í framtíðini. Tí
ræður um hjá okkum, sum
eru á arbeiðsmarknaðinum,
at gjalda inn til egnar pen
sjónir.
Og júst í hesum tekur ein
politiskur spurningur seg
upp. Skal hvør einstakur
gjalda inn til egna pensjón
ella skal hetta gerast sam
haldsfast.
Millum borgarligu flokk
arnar og flokkarnar vinstru
megin er ósemja um júst
hendan spurningin.
Tað kom eisini fram und
an jólum, tá ið samgongan
valdi at lækka grundupp
hæddina í fólkapensjónini
og heldur hækka útgjaldið
úr Samhaldsfasta.
Munurin er millum ann
að, at tað sum kemur úr
Samhaldsfasta verður skatt
að, meðan grundupphæddin
í fólkapensjónini er óskattað.
Á
landsstevnuni
hjá
Javnaðarflokkurin
nevndi
formaður floksins, Aksel V.
Johannesen, løgmaður fleiri
ferðir, at Javnaðarflokkurin
arbeiðir fyri samhaldsfesti –
eisini í pensjónsmálinum.
Hann vísti á, at øll skulu
gjalda inn og so verður tað,
sum goldið verður út, skatt
að.
Gamla borgarliga sam
gongan setti eina skipan
í verk, har hvør einstakur
skuldi gjalda inn til egna pen
sjónsskipan, men fyri jól var
hetta gjald sett úr gildi fyri í
ár. Í staðn skuldu borgarar so
gjalda inn í Samhaldsfasta,
sum so eisini á nýggjárinum
hækkaði útgjaldið úr hesum
grunni.
Tað er hetta politiska
stríð, sum í løtuni forðar fyri
semju í pensjónsbólkinum.
Politiskt eru tað flokkar, sum
hála málið hvør sín veg.
Semja er um, at skal bú
skapurin gerast haldførur
uppá longri sikt, so má ein
skipan fáast at virka sum
skjótast. Tað er ikki so avger
andi hvussu hon virkar í dag,
men meira um 20-30 ár.
Í Føroyum eru vit eftir
bátar á pensjónsøkinjum. Í
grannalondum okkara eru
munandi størro upphæddir
spardar saman til pensjónir.
Hetta
eru
samstundis
pengar, sum virka í sam
feløgunum og sum verða
brúktir til at gera íløgur av
ymiskum slag.
Í Føroyum eru viut nógv
ár aftanfyri Danmark og
Noreg á hesum økinum. Tí
byrjar tíðin at ganga undan,
skal tað ikki ganga útyvir
búskaparliga haldføri.
– Hetta eru vit klár yvir og
tí skal pensjónsbólkurin gera
sítt arbeiðið liðugt, so ella so,
sigur Eyðgunn Samuelsen,
landsstýriskvinna.
– Fáa vit ikki fulla semju,
so noyðast vit kortini at fara
víðari, leggur hon afturat.
arnig@sosialurin.fo
UPPSKOT UM PENSJÓNIR
LAGT FYRI LØGTINGIÐ Í ÁR
Pensjónsbólkurin arbeiðir við fullari ferð, men torført sær út at fáa semju
PENSJÓN
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, vil hava, at arbeiðið í pensjónsbólkinum verður gjørt liðugt áðrenn summarfrítíðina
Savnsmynd: Álvur Haraldsen