Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. apríl 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. apríl 2016 · Nr. 45 24 Sosialurin Eik Banki P/F, Tel. 348000 eik@eik.fo , www.eik.fo Sum næmingur í Eik verður tú partur av einum væl samanspældum toymi, har hvør ger sítt til, at kundar okkara fáa framúr góða tænastu. Næmingatíðin Í Eik fært tú eina fjølbroytta og avbjóð andi útbúgving innan nútíðar peninga stovnsvirksemi. Tú fært kunn - leika til búskap, løgfrøði og fíggjarviðurskifti. Tú lærir at veita kundum okkara ráðgeving og tænast ur í einum professionell um og kundavendum umhvørvi. Næmingatíðin er 2 ár, men tú fert rættu liga tíðliga at fáa uppgávur, har tú ert í beinleiðis sambandi við kundar okkara. Tí er umráðandi, at tær dámar at hava við fólk at gera, og at tú trívist við og hevur evni at seta teg inn í støðuna hjá øðrum. Útbúgving Tú gongur í peningastovnsskúla og ert við í próvgevandi lærugreinum. Í skúla tíðini hittir tú aðrar næmingar og fært høvi at sparra og fáa íblástur frá teimum. Krøv Umsøkjarar skulu hava lokið HH, students, HF- ella tilsvarandi prógv. Næmingar, ið taka prógv í summar, eru eisini vælkomnir at søkja. Fleiri upplýsingar um næmingastørvini fáast við at venda sær til Margrethu Rustin Heinesen, tel: 348514, teldu postur: mrh@eik.fo Les meira á www.eik.fo Send umsókn við avriti av próvskjøl um umvegis heima síðuna, ella til adressuna nevnda niðanfyri, so hon er okkum í hendi í seinasta lagi 26. apríl 2016. Eik Banki P/F ‘Starv’ Postboks 34 110 Tórshavn Teldupostur: starv@eik.fo Tímir tú tøl, toymi og fólk? Vit sóknast eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum næmingum, sum brenna fyri at læra nýtt og at taka sær væl av kundum okkara við at vera fyri komandi, áhugað og álítandi STARVSLÝSING Næmingur í Eik sansir.fo Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, er tað møguliga tær, vit leita eftir. Talan er um eitt fast starv á 36 tímar um vikuna í miðal í skiftandi vaktum. Starvið verður sett 1. juli 2016. Um sjúkrarøktarfrøðingur ikki søkir, verður heilsurøktari settur í staðin. Dentur verður lagdur á: • Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur/heilsurøktari • Førleika til at taka ábyrgd av sjúkrarøktini á stovninum • Evni og áhuga í at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing • Góð tvørfaklig samtarvsevni • Evni og áhuga í at vera kreativ og nýhugsandi í arbeiðinum Vit kunnu bjóða: • Eitt hugnaligt og heimligt arbeiðspláss • Góðar arbeiðsumstøður og fjøllbroyttar avbjóðingar • Gott samstarv við onnur fakfólk Starvsetanir og løn Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Mirjam á Lakjuni, deildarleiðara á Giljagarði, á tlf. 730282. Umsóknir Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 2. Mai 2016 Umsóknirnar skulu sendast til: Nánd Kulibakki 8 520 Leirvík ella á teldupost: nand@eystur.fo LÝST VERÐUR EFTIR SJÚKRARØKTARFRØÐINGI TIL SAMBÝLIÐ, GILJAGARÐUR, Í LEIRVÍK. Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av eldraøkinum í kommununum. Samstarvið hevur heitið Nánd. Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýli, eitt dagtilhald fyri demens, og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt. Sí meira um Heimatænastuna Nánd hjá Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu á www.eystur.fo undir stabbanum “eldri”. NÝGGJ Í STARVI NÝSETT STARVSFÓLK Stjóri settur á ítróttaháskúlanum STØRV 32 ára gamli Guðmundur Joensen er settur sum stjóri á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy. Seinastu tíðina hevur hann sermerkt seg sum íðkari í sonevndu Iron Man kappingunum, ein ítróttur, har íðkarar kappast í súkkling, renning og svimjing. Hann hevur eisini umboðað Føroyar í trí­dysti, sum tað eisini nevnist, á Oyggja­leikunum á Bermuda, og vann tá silvur. – Eg søkti starvið, tí hetta evnið liggur mær so ótrúliga nær hjartanum, og eg havi sjálvur merkt, hvønn týðandi leiklut eitt aktivt ítróttarlív hevur á lívs­góðskuna og persónliga trivnaðin sum heild, sigur hann. – Eg droymi um ein rúmligan ítrótt­ ar­háskúla, har tað er pláss fyri teim­um, ið ongantíð hava íðkað ítrótt, líka so væl sum teimum, ið dagliga íðka ítrótt og kanska kappast á høgum støði. Tað skal vera ein skúli, har tey saman kunnu mennast hvør í sínum lagi, sigur Guð­mundur Joensen.