týsdagur 19. apríl 2016síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. apríl 2016 · Nr. 45
26
Sosialurin
Nú eitt av okkara royndastu starvsfólkum er
komið um pensjónsaldur, og so smátt ynskir
at lækka flogið, hava vit tørv á øðrum virkis-
fýsnum persóni í hetta starv. Talan er nevni-
liga um forkvinnu/mann fyri síðsta liðið í
framleiðslu okkara.
Um arbeiðið
Framleiðslan á Vest Pack er í trimum stigum:
1. Framleiðsla av plastfilmi, 2. Prent á plast-
film og 3. Liðugtgerð av t.d. posum (fram-
leiðsluhøllin). Starvsfólkini í framleiðsluhøll-
ini eru í tøttum samstarvi við allar partar av
framleiðsluni á Vest Pack.
Forkvinnan/maðurin stendur fyri dagligu
framleiðsluni í framleiðsluhøllini, saman við
framleiðsluleiðaranum, og hevur dagligu
ábyrgdina av framleiðsluni har.
Forkvinnan/maðurin luttekur eisini í dagligu
framleiðsluni. Tað arbeiða í løtuni 4 fólk í
framleiðsluhøllini.
Vit kunnu bjóða
- Eitt spennandi og avbjóðandi starv
- Góð og støðug arbeiðsviðurskifti
- Góðar starvsfelagar
Vit vænta
- Ein persón, ið vil taka ábyrgd
- Ein persón við góðum
førleikum at samstarva
- Ein persón, ið er nærlagdur
og sjálvstøðugur
Lønin
Løn sambart royndum og
førleikum.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívs-
gongdarlýsing kann sendast
sum t-postur til
christian@vestpack.fo.
Umsóknin skal vera okkum í
hendi í seinasta lagi 22. apríl
2016.
Nærri kunning
Fleiri upplýsingar um starvið
fáast við at venda sær til
Christian Danielsen, stjóra,
á telefon 23 61 20, ella
christian@vestpack.fo.
Vest Pack hevur síðan byrjan verið framleiðari av plasti og plast vørum, bæði til privatu húsarhøldini, og til vinnuna. Vest Pack hevur seinastu
árini ment seg til ein av størstu veitarunum av pakkitilfari til føroysku vinnuna, og ynskir at veita kundunum eina heildarloysn innan pakkitilfar.
Vest Pack hevur egna framleiðslu av plasti og etikettum, sum eisini er ISO 9000 góðkend. Í løtuni starvast 21 fólk hjá Vest Pack.
P/f Vest Pack, Fjarðarvegur 10, 350 Vestmanna, Tel 424107, vestpack@vestpack.fo
www.vestpack.fo
... meira enn pakkitilfar
søkir
starvfólk til framleiðsluna
Nú eitt av okkara skrivstovufólkum fer
frá vegna aldur, leita vit eftir dugnaligum
starvsfólki til skrivstovu okkara.
Um okkum
Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá
sjey ymiskum kærunevndum, og fevnir
okkara arbeiði í høvuðsheitunum
um at lýsa og viðgera tær kærur,
sum nevndirnar fáa. Eisini er
kærustovnurin skrivstova hjá
Skuldarumskipanarnevndini, sum viðger
umsóknir um umskipan av skuld og hjá
Høvuðsbarnaverndarnevndini, ið viðger
mál frá barnaverndartænastunum.
Arbeiðsuppgávur
Sum ein partur av skrivstovuni kemur tú
at standa fyri innheintan av upplýsingum
og at hava samskifti við borgarar og
myndugleikar um innkomin mál.
Umframt at talan verður um alt vanligt
skrivstovuarbeiði, herundir journalisering
og rættlestur, verður partur av
arbeiðinum at tryggja rættleikan í
roknskapinum hjá stovninum.
Um teg
• Tú hevur skrivstovuútbúgving ella aðra
samsvarandi útbúgving.
• Tú hevur góðan málkunnleika í
føroyskum og royndir við rættlestri.
• Tú hevur góðar roknskaparførleikar.
• Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt
og loysir uppgávurnar við góðum huga
og nærlægni.
• Tú tolir, at viðhvørt er stórt trýst á, og
ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá
ástendur.
• Hevur tú góðan telduførleika og
royndir við 360 journalskipanini, er
hetta ein fyrimunur.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt í flokki IV sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og Starvsmannafelagið. Talan er um
fulltíðarstarv og miðað verður eftir setan
1. juni 2016.
Umsókn
Umsóknir við prógvum, c.v. og
møguligum viðmælum skulu sendast til:
Føroya Kærustovnur
Postrúm 45
110 Tórshavn
og skulu verða okkum í hendi í seinasta
lagi fríggjadagin 29. apríl 2016 kl. 15.00.
Møguligt er eisini at senda umsóknina
umvegis teldupost til kaerustovnur@
kaerustovnur.fo
Nærri upplýsingar um starvi fáast við
at seta seg í samband við Peturbjørg
Jensen, deildarleiðara á tlf. nr. 320585.
Um stovnin
Føroya Kærustovnur er óheftur stovnur undir
Innlendismálaráðnum. Stovnurin fyrireikar
kærumál til Kærunevndina í almanna- og
heilsumálum, Skatta- og avgjaldskærunevndina,
Kærunevndina í lendismálum, Kærunevndina
hjá Studna, Vinnukærunevndina,
Psykiatrisku Sjúklingakærunevndina og
Fjølmiðlanevndina. Eisini er stovnurin
skrivstova hjá Skuldarumskipanarnevndini og
Høvuðsbarnaverndarnevndini. Á stovninum
starvast í løtuni 9 fólk: stjórin, fimm løgfrøðingar,
deildarleiðari og tvey skrivstovufólk.
Skrivstovufólk til Føroya Kærustovn
STØRV