mikudagur 20. apríl 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
Tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskifti redaktørur
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
22. apríl 2016
Samgongan noktar andstøðuni at
leggja fótonglar
Hart orðaskiftið var í løgtinginum mikudag
in um fólkaræði og virðing fyri minniluta
num.
Andstøðutingfólk funnust at samgong
uni, tí eingin úr samgonguni vildi skriva
undir soleiðis, at andstøðan kundi leggja
fram uppskot til samtyktar um okkurt slag
av skrásettum parlag, soleiðis at løgtingið
ikki samtykkir uppskotið, sum liggur á
tingborði um at loyva fólki av sama kyni at
giftast borgarliga.
Tað kann óivað tykjast eyðmýkjandi,
at samgongan leggur fram eitt meira ella
minni líkagildugt uppskot um broytingar í
kommunuvallógini – við 17 undirskriftum, tí
landsstýriskvinnan leggur uppskotið fram á
ting eftir at freistin at leggja uppskot fram
er farin – tá øll tey somu 17 tingfólkini nokta
at skriva undir uppskotið hjá andstøðuni.
Men kortini er veruleikin ikki so einfald
ur. Av praktiskum orsøkum verður mark
sett fyri, nær mál – sum skulu avgreiðast í
eini tingsetu, verða løgd fyri tingið. Og av
sjálvsøgdum orsøkum eru reglar um, at und
antøk kunnu gerast.
Men uppskotið hjá andstøðuni er í
veruleikanum ikki eitt uppskot. Tað er ein
máti hjá andstøðuni – við allari respekt – at
spæla hund. Endamálið er at forða fyri, at
uppskotið hjá teimum fýra løgtingskvinn
unum ikki verður samtykt – við at freista
onkran í samgonguni at atkvøða fyri.
Var tað so umráðandi hjá andstøðuni
at fáa hetta málið fram í løgtinginum, so
kundu tey bara gjørt bart og lagt málið fram
áðrenn freistin at leggja fram uppskot var
farin. Tá endamálið við einum uppskoti
bara er at gera einum øðrum uppskotið for
treð, so skilja vit sera væl tey 17, sum siga nei
at skriva undir.
Nú er nóg mikið at tíð farin við at keglast
um rættin hjá samkyndum at giftast. Nú
skal løgtingið avgreiða málið einaferð med
alla – og tað ger løgtingið best við at sam
tykkja málið.
Hetta málið hevur týdning fyri tey sam
kyndu. Tað hevur ikki týdning fyri onnur
ella fyri samfelagið ella fyri viðurskiftini hjá
okkum øllum við várharra.
Tað eru nógv stórmál sum liggja og bíða,
sum løgtingsfólk nú eiga at nýta
góðar kreftir uppá.
Sunnumorgunin tann 17. apríl 2016
uml. kl. 03:50 bleiv ein maður álopin á
Tinghúsvegnum út fyri Klubbagarðin
í Havn.
Maðurin stóð og bíðaði eftir einu hýruvogni.
Hann var einsamallur.
Til hansara komu tríggir menn. Hesir verða
lýstir soleiðis: 1) Uml. 25 ár, stutt, ljóst hár,
170-175 cm. høgur, vanliga bygdur. 2) Uml. 25 ár,
myrkt hár, uml. 180 cm. høgur, kanska ílatin
svartan jakka. 3) Ongar upplýsingar.
Tann eini sló hann niður og síðan er hann
sligin fleiri ferðir. Hann svímaði, og tá hann
vaknaði aftur, vóru menninir farnir.
Staðfest er, at skaðarnir, hann hevur fingið,
er blátt eyga, blá merkir á kroppinum og brotið
bein.
Eingi vitnir eru til málið, og løgreglan ynskir
at hoyra fólki, sum vita ella halda seg vita,
hvørjir gerningsmenninir eru ella sum hava
sæð tilburðin ella verið á staðnum.
Órættaði er 48 ár, 186 cm. høgur, grásprongt
myrkt hár, ílatin myrk klæðir - Myrkabláa
troyggu, svartan klædningsjakka og byrkar
buksur. Hevði gull
einkju um hálsin. Fólk,
sum hava upplýsingar
verða biðin um at
ringja til Løgregluna,
tlf. 351448.
Andstøðan og øvugta rættvísið
Leita eftir vitnum
Løgreglan
prædikumaður um samkynd
Les eisini blaðið
á telefonini
Vit sigla aftur
í morgin...
Tíðindi síða 26-27
Konjakk betri
enn fallskíggi
Høgni Djurhuus
Baksíðan
Svenning av Lofti, prædikumaður
»Slíkt er eisini fullkomiliga ónatúrligt. Mannaættin
hevði langt síðani havt borið seg sjálva til gravar, um
samkynda LGBT-liðið setti dagsskránna. Hetta skilir
ein og hvør, ið hevur nakað at hugsa við«
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Visit (the) Faroe Islands
Visti tú?
At gamalt var, at
Løgtingið fór til hús
flaggdagin?
Napoleon Smith: Tekning baserað upp á mínar royndir sum guide, og hvussu ongin vil taka
ábyrgd av ferðavinnukarmunum. Smyril line sendir meg til Visit Faroe Islands, Visit Faroe Is
lands senda meg til Visit Eysturoy, síðan til kommunurnar, sum ikki lyfta hond frá síðu, og klagi
eg til stjórarnar, siga teir bara, at turistarnir skulu drekka minni kaffi